Iranar hava bygt eitt lítið, ómannað flogfar, sum skal brúkast til njósning, men sum eisini kann brúkast til álop. Tað segði iranska sjónvarpið í gjárkvøldið.
Sagt varð, at flogfarið, sum hevur fingið navnið Shahed 129, kann halda sær á flogi í eitt heilt samdøgur, og at tað kann søkja at málum 2.000 kilometrar burturi.
Iran boðaði í apríl frá, at landið var í ferð við at gera eitt ómannað njósnaraflogfar. Sum fyrimynd hava iranar brúkt eitt amerikanskt njósnaraflogfar, sum datt niður í Iran í desember í fjør. Tey amerikonsku flogførini kunnu flúgva ogvuliga høgt uppi, og tað ber næstan ikki til at síggja tey á radara.