Eitt lítið flogfar við 19 fólkum er dottið niður nærhendis høvuðsstaðnum í Nepal, Katmandu, og myndugleikarnir bera ótta fyri, at øll hava latið lív.
Ein stjórnartalsmaður sigur við Reuters, at 16 útlendsk ferðafólk vóru í flogfarinum umframt manningina, sum taldi trý. Flogfarið hevði verið við Mount Everest og víst teimum fremmandu, hvussu heimsins hægsta fjall sær út úr erva.
Bjargingarmyndugleikarnir á flogvøllinum í Katmandu siga, at bjargingarmenn eru farnir á vanlukkustaðið, og at myndugleleikarnir nú bíða eftir at frætta frá teimum.
Flogfarið var av slagnum Beech Aircraft, og tað privata flogfelagið Buddah Air átti tað.