Teir tríggir donsku menninir, sum franska sjóverjan leitar eftir, sendu neyðarkall longu um náttina tann 24. september. Tá var báturin staddur vestur úr býnum Penmarche. Neyðarkallið fekk fronsku sjóverjuna at senda eina tyrlu og eitt flogfar at leita ta somu náttina og út á morgunin, men tey funnu einki.
Tað skrivar Ekstrablaðið, sum hevur tosað við teir fonsku myndugleikarnar.
Franska løgreglan boðaði í gjár frá, at ymiskt av bátinum er funnið rekandi í Biscayavíkini, men at einki var at síggja til teir tríggjar menninar.
Ekstrablaðið skrivar, at tann danski báturin varð funnin holvdur tann 30. september, og hóast tyrlur og flogfør hava leitað bæði væl og leingi, eru teir tríggir menninir ikki funnir.
Menninir, sum eru 33, 34 og 55 ára gamlir, eru av Fyn. Teir fóru úr Brest í Vesturfraklandi og skuldu til Spania ella Portugal.