Seks fólk doyðu, tá eitt lítið flogfar við átta fólkum datt niður í Tyrol í Eysturríki í dag. Sambært fronsku tíðindastovuni AFP vóru øll seks eysturríkskir ríkisborgarar.
Tey bæði, sum sluppu við lívinum, vórðu flutt á sjúkrahús, og sum skilst hevur annað teirra fingið stóran skaða.
Flogfarið, sum var av slagnum Cessna (myndin), var á veg frá Innsbruck í Eysturríki til Valencia í Spania, tá tað datt niður í ein skóg, har eldur kom í tað. Sambært fjølmiðlunum var sýnið ógvuliga vánaligt, tá vanlukkan hendi.