viðvíkur, man hetta vera eindømi um okkara leiðir. Petur Jacob Sigvardsen hevur skrivað allar tekstirnar, og Knút Olsen hevur skrivað øll løgini, 65 í tali, og nú, 4-5 ár eftir, at farið varð undir hetta
Liberaldemokratiski flokkurin hevur vunnið tryggan sigur á tjóðartingsvalinum í Japan í dag. Uppteljingin er ikki liðug, men sambært sjónvarpsstøðunum fær LDP eftir øllum at døma 296 av teimum 480 tingsessunum [...] fyrrverandi forsætisráðharrin Shinzo Abe (myndin) skal standa á odda fyri teirri nýggju stjórnini. Hann hevur sagt, at tann fremsta uppgávan verður at venda gongdini í búskapinum.
Højgaard, Toftir, Grímur Hammer, sum er av Eiði og Sakaris Zachariassen, sum býr í Sandoynni, men hevur røtur úr Streymnesi. Felagsformansval er í Føroya Fiskimannafelag triðja hvørt ár. Tað merkir, at [...] við sýsluformonnum umframt felagsformanninum, sum soleiðis manna stjórnina. Føroya Fiskimannafelag hevur eisini sóknarformenn - ein í hvørji sókn. Val er í felagnum hvørt ár - skiftandi millum sóknar-, sýslu-og
Út er komin nýggj bíbliuorðabók, sum Jóhannes Haraldsen (1931-1994) í Sandavági hevur skrivað. Bíbliuorðabókin er 929 blaðsíður. Í bókini eru 82.873 leitorð og tilvísingar. Bíbliuorðabókin verður løgd [...] húsinum. Bíbliuorðabókin kostar 400,- kr, men útgávudagin er kostnaðurin 300,- kr. Føroyskt Kirkjumál hevur givið bókina út.
Í ár hevur Fiskiveiðieftirlitið staðfest 260 brot á reglurnar um mynstring. Her er talan um vantandi trygdarskeið, heilsuprógv ella vinnubræv. Fiskiveiðieftirlitið kannar mynstringar, tá skip annars verða [...] sendar til skrivstovuna. Sambært § 7, stik. 2, í løgtingslóg nr. 67 frá 9. juni 1988 um mynstring hevur mystringarmynduleikin heimild at gera neyðugar kanningar av mynstringum. Tað vísir seg alt ov ofta
frá sær. McGuinness varð fyrstu ferð valdur í parlamentið í London fyri 15 árum síðani, men hann hevur ongantíð havt sæti í tinginum, tí tað er í stríð við hugsjónina hjá flokki hansara, Sinn Fein. Martin [...] i. Hann varðveitir eisini sætið í norðurírska tinginum. Sinn Fein viðurkennir ikki, at Bretlandi hevur ræðisrætt yvir Norðurírlandi, og tí hava teir limir í flokkinum, sum eru valdir í parlamentið í London
skjóta eftir fólki á einum veljarafundi í statinum Arizona í januar í 2011. Hon slapp við lívinum, men hevur verið ígjøgnum drúgva viðgerð. Í dag var hon í býnum Newtown í Connecticut, har ein maður skjeyt 20 [...] børn og seks vaksin fyri teimum vikum síðani. Har boðaði hon frá, at hon fer undir eitt átak, sum hevur til endamáls at herða verandi vápnalóg.
við trælist eftir amerikanaranum Joel Cole verður í Norðurlandahúsinum verður fríggjadagin. Joel hevur í fleiri ár havt tilknýti til Føroyar, skrivar Norðurlandahúsið á heimasíðuni. Fríggjadagin verður [...] okkurt at leska sær við verður eisini á fáa. "Joel, sum býr í Føroyum, er ættaður úr Minnesota. Hann hevur ferðast víða og kom av fyrstan tíð higar sum skiftisnæmingur. Tilfarið, sum hann brúkar í framsýningini
Móttøkan av fløguni Room, sum Eivør Pálsdóttir gav út fyrr í ár, hevur verið sera góð í Føroyum. Í øllum førum er Eivør kosin ársins songkvinna og ársins einstaklingur, umframt at fløga hennara Room er [...] ótrúligt at fáa so stóra undirtøku frá føroyingum. Hetta er eitt stórt herðaklapp, segði hon. Eivør hevur vunnið tríggjar av teimum fýra heiðurslønunum, hon var í uppskoti til á Planet Awards í kvøld.
Breivik skeyt 67 fólk tann 22. juli í fjør. Schulz hevur verið sera virkin í stríðnum ímóti víðgongdum kreftum, og nú hann er í Noregi í sambandi við, at ES hevur fingið friðarheiðurslønina hjá Nobel, vildi hann