FJM í Runavík og Tórshavnar Skipasmiðja leggja saman

Á tíðindafundi í bygninginum hjá FJM við Fjøruvegin í Runavík mikudagin varð kunngjørt, at P/F FJM í Runavík og P/F Tórshavnar Skipasmiðja leggja saman frá 1. januar 2005 at rokna

Samanlegging

FJM er maskinverkstaður, ið serliga hevur lagt seg eftir at veita fiskivinnuni ymiskar loysnir úr rustfríum stáli. Fyritøkan hevur samstarvað við Tórshavnar Skipasmiðju í eini 15 ár, og partarnir eru samdir um, at samanleggingin "staðfestir í roynd og veru bert formliga, at gamal kærleiki rustar ikki..", sum partartin taka til, nú avgerðin er tikin.
- Fyri kappingina við útheimin hevur samanleggingin stóran týdning. Dygdirnar hjá fyritøkunum og teimum tilsamans 250 starvsfólkunum renna nú saman, og førleikin at veita fiskivinnuni og flotanum annars heildarloysnir fyri kappingarførar prísir prís verður mentur, siga feløgini.
P/F FJM er stovnað í 1986, og øll árini hevur fyritøkan lagt seg eftir nýhugsan at menna nýggjar vørur. FJM verður í dag hildið at vera fremsta føroyska virkið, tá ið ræður um at veita fiskivinnuni á
sjógvi og landi framleiðslutól og lutir úr rustfríum stáli.
Frithleif Olsen er stjóri og ein av eigarunum í FJM. Hann sigur seg vera nøgdan við drúgva samstarvið, sum hevur verið við Tórshavnar Skipasmiðju.
- Nú hava so leiðsla og eigarar í felagnum ynskt at staðfesta hetta samstarv endaliga við at leggja saman við Tórshavnar Skipasmiðju.
Teir, sum standa aftanfyri FJM, vænta, at formliga samanleggingin kemur at gera hendan partin av nýggja felagnum uppaftur betur føran fyri at kappast um marknaðin.
- Samanleggingin ger samstarvið lættari, og vit fáa tískil gagnnýtt góða tilfeingið av starvsfólki og útbúnaði hjá báðum fyritøkunum enn betur. Fyri okkum á Skálafjørðinum er tað eisini gott, at skipasmiðjan á Skála og FJM, ið liggja so nær hvør øðrum, eru saman um skipini, ið koma á Skálafjørðin, sigur Frithleif Olsen, sum annars ikki vil upplýsa, hvussu avtalan millum FJM og Tórshavnar Skipasmiðju er skrúvað saman fíggjarliga.

Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, fegnast eisini um samanleggingina. Ikki minst tí, at Skipasmiðjan og FJM í felag fara at standa sterkari mótvegis útheiminum.
- Fyri okkum er tað týdningarmikið at varðveita førleika og arbeiðspláss í landinum, og hetta gerst best við at bøta um møguleikan at veita heildarloysnir.
Hann vísir á, at FJM er kent sum eitt dygdartilvitað virkið, og útboð av rustfríum stálloysnum til fiskivinnuna hóskar væl saman við teimum tænastum, sum Tórshavnar Skipasmiðja veitir í dag.
- Vit fegnast serliga um, at samanleggingin styrkir okkum í hørðu kappingini við virki og arbeiðspláss uttanlands, sigur Gunnar Mohr.
Umframt at Frithleif Olsen verður leiðari á verkstaðnum í Runavík, tekur hann eisini við sum leiðari á Skála Skipasmiðju.
Samanleggingin hevur eisini við sær, at starvsfólkini hjá Runavíkar Mekaniska Verkstaði, ið hoyrir til Tórshavnar Skipasmiðju, flyta út í hølini hjá FJM við Fjøruvegin, har feløgini meta, at umstøðurnar eru tær bestu, bæði fyri starvsfólk og viðskiftafólk. ?
- Sostatt fer FJM at kunna nøkta allan vanligan smiðjutørv í eini og somu smiðju, siga Frithleif og Gunnar Mohr.
Í bygninginum hjá FJM í Runavík fara nú at starvast sløk 40 fólk. Øll starvsfólkini hjá FJM halda fram í fyritøkuni, og starvsfólkini á Skála Skipasmiðju verða eisini tey somu ? ella umleið 75 í tali.
Í juni í 2004 keypti føroyska framtaksfelagið NOTIO allar ognir frá Samtakinum Tórshavnar Skipasmiðju, ið snúgva seg um skipasmíð, umvælingar, keyp, sølu og umboðsmannavirksemi. Føroyingar eiga sløk 75 prosent av NOTIO.
Eftir at føroyska framtaksfelagið keypti Tórshavnar Skipasmiðju, varð Gunnar Mohr sitandi sum stjóri, og nú frá 1. desember verður Magnus Magnussen stjóri aftrat Gunnari.