Grønlandsbanka partabrøv skulu geva 10 prosent í árligum avkasti

Keypið av partabrøvum í Grønlandsbankanum var ein serligur møguleiki fyri Tryggingarfelagið Føroyar at gera eina góða íløgu, sigur Gunnar í Liða, stjóri

Tað er ikki hvønn dag at Tryggingarfelagið Føroyar fer út og ger íløgur í einstøk feløg; tær upphæddir Tryggingarfelagið árliga setir í virðisbrøv fara vanliga umvegis útlendsk íløgufeløg sum síðani investera peningin í eina mongd av ymiskum parta-brøvum, obligatiónum og øðrum virðisbrøvum. Men tá felagið í november keypti partabrøv sum Danske Bank átti í Grønlandsbanken, fyri slakar 100 milliónir krónur, var talan um eina heldur øðrvísi placering.
»Vit vistu at partabræva posturin hjá Danske Bank stóð til sølu aftan á ta miseydnaðu royndina at leggja Grønlandsbankan og Vestjysk Bank saman,« segði Gunnar í Liða, stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar. »Vit kannaðu tí málið og tað vísti seg at hesin postur hjá Danske Bank umfataði 14,38 prosent av partabrøvunum í Grønlandsbanken og at vit kundu fáa hesi partabrøv fyri ein sámuligan prís. Vit vistu samstundis at Grønlandsbanken er ein væl rikin banki ið gevur sínum eigarum eitt gott avkast; vit fingu ein serligan møguleika til at gera eina góða íløgu og avgjørdu at taka av tilboðnum.«
Grønlandsbanken er einasti peningastovnur við heimstað í Grønlandi; hóast kapping við danskar peningastovnar og truplar tíðir í tí grønlendska búskapinum so stendur hann seg væl og sigst sita á umleið 50 prosentum av tí grønlendska kredittmarknaðin-um.
Grønlandsbanken varð stovnaður í 1967 við tí danska Tjóðbankanum og einari røð av donskum bankum sum partaeigarum. Í 1997 varð Nuna Bank lagdur saman við Grønlandsbanken, sum í dag er ein full-service banki við høvuðsskrivstovu í Nuuk og deildum i Qaqortoq, Maniitsoq, Sisimiut og Ilulissat.
Grønlandsbanken er listaður á Københavns Fondsbørs og virðið á partabrævinum hjá bankanum hevur hava eina gongd ið íleggjarar hava verið nøgdir við; sum skilst hevur roknað við so stórum avkasti sum 10 prosent um árið av hesum partabrævi.
Ársfjórðings roknskapurin tann 30. september 2004 vísti eitt avlop upp á góðar 45 milliónir og ein javna upp á góðar 2,75 milliardir.
Tryggingarfelagið Føroyar hevur ikki viljað sagt nakað alment um keypsprísin fyri sín part av Grønlandsbankanum; men útrokningar byggjandi á at felagið keypti 262.440 partabrøv til kurs 360 benda, saman við øðrum upplýsingum, á at felagið hevur goldið 94,5 milliónir krónur fyri tey 14,58 prosentini.
274 milliónir um árið
Mangt verður spekulerað um teir nýggju marknaðir ið uppstanda hjá tænastuveitarum, um fleiri útlendsk skip fara at skráseta seg undir føroyskum flaggi. Spurningurin gerst aktuellur nú alt bendir á at Fjordline fer at flagga øll síni skip undir FAS (Føroysku Altjóða Skipaskránna) og kanska fleiri onnur reiðarí, serliga um skipanin verður gjørt meira attraktiv enn hon í løtuni er.
Sambært Gunnar í Liða kann hetta gerast ein nattúrligur marknaður fyri føroysk tryggingarfeløg, um nóg nógv skip skráseta seg undir FAS; men hann segði at stór prískapping ger sjóvátrygging lutfalsliga lítið lukrativa.
»Vit bjóða sjóvátryggingar, og verða skip skrásett undir FAS so gerst hetta ein natúrligur marknaður fyri føroysk tryggingarfeløg í kapping við útlendsk. Ein trupulleiki í altjóða og føroyskari sjóvátrygging er tó at prískappingin, sum er sera hørð, hevur lagt prísleguna niður á minimalt stig. Men samanum tikið hevði ein væleydnað føroysk skipaskráseting verið av stórum áhuga fyri tryggingarfeløg so væl sum aðrar tænastuveitarar.«
Tryggingarfelagið Føroyar hevur staðið seg væl í tí kapping sum nýliga er byrjað í Føroyum síðan politikararnir tóku stig til at avregulera okkara tryggingar marknað. Felagið seldi í fjør tryggingar fyri góðar 274 milliónir krónur og hetta bendir á ein marknaðarpart upp á umleið 85 prosent.
Tryggingarfelagið varð í fjør umskipað frá einum sínámillum felag til eina koncern við partafeløgum, nevniliga einum holdingfelag, ið yvirtók virðini frá tí gamla sínámillum felagnum, og eitt dóttirfelag til at taka sær av sjálvum tryggingar virkseminum.