Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðs-mannafelag
Klaksvíkar Arbeiðs-kvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðs-mannafelag
???????
Við hesum verður mint á, at umboð fyri Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmanna-felag hin 23.11.2004 vóru á fundi við fíggjarnevnd Løgtingsins at umrøða uppskotið hjá samgonguni til skattalætta fyri 2005 og frammeftir og lótu feløgini í hesum sambandi fíggjarnevndini eitt alternativt uppskot til skattalætta fyri 2005.
Á fundinum við fíggjar-nevndina vístu fakfeløgini á ymisk viðurskifti, ið eru tengd at uppskotinum hjá samgonguni til skattalætta, ið eru sera óheppin fyri javnvágina í samfelagnum og at fjøld av fólki, ið eru miðallønt og láglønt verða fyri vanbýti, um skattauppskotið hjá samgonguni verður samtykt. Víst varð m.a. á, at:
?Skattalættin hjá samgonguni vendir sosialt skeivt, hetta tí at skatta-lættin í serligan mun verður latin einstaklingum, ið hava høga inntøku (teimum vælstillaðu) - t.v.s. teimum, ið vinna millum 400.000 kr. og 760.000 kr. árliga.
?Skattalættin hjá samgonguni tænir í serligan mun einum minnilutabólki, ið hevur høgar inntøkur, meðan fjøld av fólki, ið hava miðalinn-tøkur- og láginntøkur lítlan og ongan skattalætta fáa. Persónur, ið vinnur 170.000 kr. árliga fær 365 kr. í skattalætta í 2005, meðan ein ið hevur háinntøku, ið er 670.000 kr., fær 5.990 kr. í skattalætta. Tað vil siga, at ein, ið hevur ársinntøku, ið er 670.000 kr. fær ein skattalætta, ið er gott 16 ferðir so høgur sum tann, ið hevur eina miðalinntøku, ið er 170.000 kr. árliga, fær.
?Uppskotið hjá samgong-uni til skattalætta økir um inntøkuójavnar í samfelagnum og breiðkar gjónna millum láglønt og hálønt.
?Uppskotið hjá samgong-uni til skattalætta er við til at bróta samhaldsføstu meginregluna um at breiðastu herðarnar mugu bera tyngstu byrðarnar og harvið verða við til at útbyggja og viðlíkahalda vælferðarsamfelagið.
Feløgini vístu á, at uppskotið til skattalætta, ið feløgini løgdu fyri fíggjarnevndina var hepnari og rættvísari enn uppskotið til skattalætta hjá samgonguni, hetta serstakliga tí at:
?Uppskotið hjá fakfeløgunum til skattalætta vendir sosialt rætt og fer skattalættin í serligan mun til fjøld av fólki, ið hava miðalinntøkur og láginntøkur.
?Uppskotið hjá fakfeløgnum gagnar stórari fjøld av borgarum, ið eru miðallønt og láglønt og í ávísan mun háinntøkum - umleið 25.000 skattaborgarar hava inntøku, ið liggur millum 75.000 kr og 400.000 kr. árliga.
?Uppskotið til skattalætta hjá fakfeløgunum virkar inntøkuútjavnandi og er við til at smælka gjónna millum láglønt og hálønt.
?Uppskotið til skattalætta hjá fakfeløgunum kann seta gongd á landsbúskapin, hetta tí at skattalætti, ið verður latin miðalløntum og lágløntum fer til økta nýtslu eftir innlendis vørum ? meðan skattalætti til háinntøkur ikki hevur hetta gagnliga og tiltrongda árinið á slaka føroyska búskapin.
Kostnaðurin av uppskotinum um skattalætta hjá fakfeløgunum er nærum 14.mill. krónur lægri enn skattalættauppskotið hjá samgonguni.
Vert er somuleiðis at nevna, at sambært Útvarpi Føroya metir Magni Laksafoss, búskapar-frøðingur, at samanumtikið er uppskotið hjá fakfeløgunum til skattalætta betur skikkað til føroyska búskapin enn upp-skotið til skattalætta hjá samgonguni, hetta serstakliga tí at skattalætti til miðallønt og láglønt fer til økta nýtslu av innlendisvørum - t.v.s. til økt vanligt forbrúk - og setir slíkt forbrúk gongd á landsbúskapin, meðan skattalætti til hálønt serstakliga fer til nýtslu í útlondum og/ella til privata uppsparing og hevur skattalætti til hálønt tískil ikki hesa tiltrongdu ávirkan á føroyska lands-búskapin.
Vónandi og væntandi taka politisku flokkarnir uppskotið hjá fakfeløgunum til skattalætta til eftirtektar.