Suðuroyingar á Tingi og í Tinganesi

   

Tom Silvurdal
Vági tann 01.10.04.
?????????????????
Fyri stutt síðan eftirlýsti undirritaði í grein í Dimmu og Sosialinum, persónum sum kundu skaffa samband millum Suðuroy og Tinganes.
Í hesum sambandi blivu fleiri stór mál sum Suðuroyggin ynskti at tingast við F.L. umtalaði.
Enn tykist mær ikki at nakar hevur stigi fram og bjóða sær at knýta hettar samband.
Suðuroy er annars væl mannað á Tingi.À Tingi sita í løtuni 7 suðringar,og eru teir hesir.

Samgongutinglimur
Johan Dahl, Vágur

Henrik Old, Vágur
Kristian Magnussen,Vágur
John Johannessen, Lopra
Sverri Midjord, Tvøroyri

Andstøðutinglimir
Hergeir Nielsen, Vágur
Jenis av Rana, Tvøroyri

Harumframt hava hesir konu ættaða úr Suðuroy.
Olav Enomoto, Vestmanna
samgongutinglimur
Jørgin Niclassen, Sørvágur samgongutinglimur

Í Tinganesi sita í løtuni 2 suðringar og eru hesir.
Jóannes Eidesgård, Tvøroyri, løgmaður
Hans Pauli Strøm, Vágur, landsstýrismaður
Ikki kann sigast annað enn at suðringar hava nógvar vinir í landspolitikki.
Tað sæst væl aftur á pappírinum, ongin ivi um tað.
Hvør vildi ikki verið á sama holdið sum hesir omanfyri nevndu?
Fyri knøppum mánað síðan settu teir bóltin í spæl í Vági. Við sær til dystin í Vági hevði løgmaður enn ein suðuroyarvin. Nevniliga tann frá sjónvarpi so kenda og kontanta landsstýrismann Jógvan á Lakjuni.
Sum frá øllum dystum komu fjølmiðlarnir beinanvegin við úrslitinum longu týsdagin.
Ellisheim til Vágbingar! Teir søgdu nei! Hendrik Old kundi ikki tosa í fleiri dagar eftir dystin.
Hettar var fyribils úrslitið í fjølmiðlunum.
Síðan hevur verið nógv skriving og nógvar viðmerkingar í málinum.
I vikuni sum fór kom býráðspolittikari í Vági, fram við spurningum og nøkrum tølum.
Hesin spurdi um hinar komunirnar í oynni,vóru tilreiðar at gjalda?
Eina rokning til allar komunur í Suðuroy? Var tað hetta Landsstýrið vildi í Vági !
Komunuskuldin í Suðuroy er umleið 180 mio.kr. Arbeiðsloysi er 12ári á rað rekord stórt.
Flakavirki í Vági hevur verið stongt í mong ár. Hóast kreppu í fiskivinnuni arbeiða tey framvegis fisk í Havn - bert ikki í Vági.
Ongin virðisøking av fastognum í Suðuroy hevur verið nú í tolv ár.Suðringar hava ongantið verið so fátækir sum í dag.
Løgtingsval hevur júst verið.Ein suðuroyar kreppubólkur varð settur av samgonguni eftir valdið. Kann tað passa at úrslitið hjá hesum bólki gjørdist enn ein rokning til Suðuroy.
Nú má tað vera at Føroya Landsstýri alment kemur við einum tíðindaskrivi,og kunnger fyri okum borgarum, hvat vildi Føroya Landsstýri í Vági.
Sum eitt minsta krav til hettar tíðindaskriv vil jeg heita á F.L. um at hava gjørt eina búskapar- og samfelagsliga meting av teirru ætlan Landsstýri hevði ætlanir um at fremja í Vági.
Herundir:
Hvørja búskaparliga ávirkan vildi ætlanin havt á búskapin í Suðuroy.
Hvørja ávirkan á fólkavøksturin í Suðuroy vildið ætlanin havt.
Hvussu skuldi ætlanin fíggjast.
Eina nágreinuliga tíðarætlan fyri teirru samlaðu verkætlanina.
Føroya Landsstýri hevur nógvar búskapar- og samfelagsfrøðingar í starvi. Okur suðringar hava gjøgnum tíðirnar hoyrt nógv tóm orð og tvass frá bæði Tingi og Tinganesi.
Tí fer undirritaði at taka stig til at fáa tíðindaskrivi, (tá ið tað kemur) vurdera av óheftum búskaparfrøðingi. So tykur í Tinganesi komi fram við hvat tykur hevði ætlanir um í Vági leygardagin tann 11.09.04.

P.S
Til Jóannes
Nú ert tú har tú vil vera. Banin er kritaður, og holdið er mannað.
So pípuna á hillina og niður við arbeiðshandskunum. Hvussu ofta hava suðuroyingar ikki offrað sín fyrst valda tingmann til at spæla løgmann fyri norðoyingar?
Vónandi kanst tú vísa okum surðuroyingum, at tú eisini er løgmaður hjá okum, og at tað munar at hava løgmann.