Fyrsta innleiðandi umfari til Prix Føroyar verður skotið í luftina um góðar tríggjar vikur. Og nú er greitt, hvørjir bólkarnir eru, sum kappast skulu.
Nevndin hevur nú gjørt av, hvørjir 24 tónleikabólkar og einstaklingar, verða at síggja í Mentanarhúsinum í Fuglafirði til tey fýra innleiðandi umførini.
Gott gamalt
Fleiri nýggir bólkar eru at síggja á listanum yvir tónleikabólkarnar. Tað eru eisini fleiri gamlir kenningar við, og eisini bólkar, ið næstan bara hava verið at sæð í Prix Føroyar høpi.
Millum teir meira kendu tónleikararnar kunnu nevnast All That Rain, Deja Vu, Makrel, Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen Band.
Hesir tónleikararnir kappast allir í hvør sínum undanumfari.
All That Rain hava áður luttikið við góðum úrslitum. Hesuferð verða teir tó at síggja við Róki Jakobsen, sum forsangara, sum eisini hevur verið at sæð í vælumtóktu tónleikakappingini. Tað hevur verið við bólkum sum Tangz, Diatribes og MC Hár.
Líggjas, Flóvin, Rógvi og Rúni. Ella Deja Vu, sum teir kalla seg, hava eisini luttikið í kappingini fyrr. Tað var so seint sum seinastu ferð, tá teir endaðu í finaluni, har teir máttu taka til takkar við einum øðrum plássi. Teir hava so aftur í ár valt at melda klárt til stóru kappingina.
Fløgan Wonderland hjá Makrel fekk framúr ummæli frá týskum tónleikablaði. Hetta er teirra næsta fløga í røðini. Teir vóru eisini við í 2003, og tá vórðu teir við í finaluni, har teir millum annað kappaðust ímóti Deja Vu og Gestum.
Eyðun Nolsøe. Frændur. Eyðun og Terji. Ja, hann er kendur innan føroyska tónleikaheimin, men hetta er fyrstu ferð hann bjóðar av á pallinum. Til tær undanfarnu kappingarnar hevur hann ongantíð áður verið at sæð.
Terji Rasmussen Band. Í 1995 streyk Moirae avstað við fyrsta Prix Føroyar sigrinum, og var tað við Terja Rasmussen sum forsangara. Sum flest øll vita, er Terji ongin ársungi innan føroyskan tónleik. Hann hevur verið virkin tónleikari í mong ár, og nú verður hann at síggja á palli við egnum bólki.
Nýggj nøvn
Tað eru ikki bert kend nøvn, ið lita listan til Prix Føroyar 2005. Eisini fleiri onnur nøvn, ið ikki hava verið at síggja fyrr, eru við. Millum annað kunnu nevnast Dimmi, PH 5,5 og EGR2PLZ.
Bólkar sum Go Go Blues, ROK, Braquet og Lawetz teljast eisini millum teir 24 útvaldu bólkarnar.
Go Go Blues hava ikki luttikið áður, men er tað ein bólkur við kendum tónleikarum, og eru teir júst nú fløguaktuellir. Uni R. Debes var millum annað forsangari í bólkinum Headache Blues Treo, sum var við í Prix Føroyum seinastu ferð.
Eysturoyarbólkurin Braquet vóru spildurnýggir seinastu ferð Prix Føroyar skotið varð latið av. Teir spæla andaligan rocktónleik, og teir tóku øll á bóli, tá teir struku avstað við einum plássi í finaluni.
Lawetz taldust eisini millum luttakandi bólkarnar fyri tveimum árum síðani. Teir stillaðu upp við eini manning, sum millum annað spælir við í Føroya Symfoniorkestri.
ROK er so at siga eitt nýtt navn her á klettunum. Tó ikki nýggjari enn so, at tað er Signar á Homrum, ið gongur á odda. Hann hevur millum annað verið at sæð við Kjølum, sum eisini hava luttikið fyrr.
Tað eru bert tríggjar vikur til fyrsta innleiðandi umfarið fer av bakkastokki. 5. februar fara fyrstu seks bólkarnir at kappast. Hini innleiðandi umførini 12. og 26. februar, og seinasta innleiðandi umfarið verður tann 5. mars. Semifinalan verður á Tvøroyri 2. apríl, áðrenn stóra finalan, Atlantic Music Event verður í Norðurlandahúsinum 23. apríl.









