fjør. Eyðun Petersen vardi málið. Tað gjørdi hann, tí Magnus Poulsen er burturstaddur, og Allan Joensen er skaddur. Í verjuni vóru ungi Bogi Petersen (hann varð skaddur í 1. hálvleiki, og so kom Finn Mørk [...] av ymsum ættum, minni enn fimm metrar um sekundið, og so varð lagt afturat, at seinnapartin skuldi hann trilka vindin upp í strúk ella hvassan vind av suðri. Tað vil við øðrum orðum siga, at suður skuldi [...] odda eftir einar sjey minuttir, tá Milan sneiddi fleiri av. Lítla løtu seinni javnaði Marselo, tá hann fangaði afturlegging, sum ikki trekti um hyljarnar. Og so gekk undan hjá heimaliðnum: Krzystof snittaði
Skansin svaraði aftur, at hann skuldi ankra. Fugloyingar sóu, at bæði skipini ankraðu á ringasta plássinum. Símun Hansen, sum var lærari í Fugloy, sá tilburðin, og í 1952 skrivaði hann í Norðlýsinum um hendingina: [...] kapteinur, ið hevði ábyrgdina fyri øllum vørum, sum vóru sendar úr Leith til herliðið í Føroyum. Hann vildi sjálvur fara til Føroyar at kanna, hvussu vørurnar, ikki minst kjøtið varð viðfarið, frá tí [...] liggur eftir á havsins botni. Vanlukkan hendi 6. des. í 1941. Ringt veður var, og móti kvøldi hækkaði hann upp í útnyðring og vaks til ódn. Tað var av misgáum, at skipið kom á Fugloyarfjørð. Seint seinnapartin
forstjórin í Tinganesi er vorðin miðdepil í trætuni um habilitetsspurningin í kanningarnevndini, men hann kann ikki verja seg, tí alt samskiftið um málið - og hervið eisini fjølmiðlarnar, gongur um Landsstýrið [...] nú er skrivstovustjóri í Granskingarmálaráðnum, vil ikki út í orðaskifti um sín leiklut í málinum. Hann hevur avrátt við Edmund Joensen, at bert Landsstýrið ger viðmerking til málið. Vánaligt at taka mín [...] munnligar telefonsamrøður, og tí kann eg ikki gera so nógv við málið, sigur Finn Norman Christensen. Hann heldur hinvegin, at tað eisini er ein spurningur um persónligt lyndisslag, um ein tímir at gera meir
Zaza, fyri at takka, tí hann bjargaði tveimum royndum úr ellivu metrum. Í eldin í kvøld Todi Jónsson var ikki við á liðnum hjá FCK. Hann er framvegis plágaður av lúskuskaðanum, og hann fær viðgerð hvønn dag [...] og so fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast hjá Toda, sum hevur skorað so at siga hvørja ferð, hann hevur verið við eftir summarsteðgin, og hvussu tað fer at ganga hjá OB, sum bara hevur tvey stig og [...] er niðast í bestu deildini. Todi Jónsson roknar við, at talan verður um sera torføran dyst. Tað ger hann, tí mótstøðumenninir orduliga eru kroystir upp at múrinum. Sunnudagin taptu teir stórt í Herfølge
medisinsku deild, Jón á Steig sigur. Hann sigur, at skal játtanin halda, verður neyðugt við ógvusligum sparingum. Hann hevur ikki nágreiniligt yvirlit yvir fíggjarstøðuna, og hann veit bara, hvørjar sparingar [...] noyðast vit so tíverri undir ?jólahaldið³ longu Mortansmessuaftan, mánadagin 10. november, leggur hann speiskliga afturat. Talan verður um at lata fleiri deildir aftur uppá skift. B8 -intensiva deild [...] tíverri at útseta viðgerðina . Tvs, at bíðitíðin hjá teimum verður longd einar tríggjar mánaðir, sigur hann. Hinvegin verða bráðneyðug viðgerð altíð gjørd. Tað, sum er bráðneyðugt, tað er bráðneyðugt. So
pláss fyri hinar, at hóast hann bert fekk eitt mál sjálvur, hevði hann stóran týdning fyri sigurin. Týdningarmiklasti maður hjá Kyndli var aftur liðskiparin Bárður Johannesen. Tá hann meiddi sær fótin og noyddist [...] Tað var annars Kyndil, ið byrjaði sum eitt ódnarveður og tók seg upp á 5-1 fyrstu fimm minuttirnar. Hans Guðmundsson varð mansvardur frá byrjan av, men skjótt varð hesin taktikkurin sleptur, og H71 kom inn [...] Hannis Wardum 7, Niklas Djurhuus 1 H71: Annfinn N. Debess 7, Jákup S. Simonsen 7, Halgir D. Olesen 6, Hans Guðmundsson 5, Olaf Vestergaard 2, Hallur Danielsen 1, Andreas F. Hansen 1. Útvísingar: Kyndil 4,
tunnilin var opin, legði hann hevur tvørturímóti merki til, at uttanbíggja fólk, sum vóru komin ígjøgnum tunnilin at forvitnast, stukku inn á gólvið í handlinum. Annars heldur hann, at tað, sum hevur størri [...] táið tunnilin var liðugur. ? Tað manglar eitt stórt, støðugt, arbeiðsplás í syðru helvt í Suðuroy. Hann sigur, at tey, smáu virkini, sum eru, muna ov lítið. ? Kemur ikki okkurt stórt arbeiðspláss í hesum [...] at skapt okkurt. ? So finst ikki ein politisk loysn á trupulleikunum vænti eg ikki, at nakað hendir Hann heldur, at nú í ov langa tíð hava politikarar mestsum gloymt tann dagliga politikkin, sum fær samfelagið
mánaða, sigur hann. Meginfelag Útróðrarmanna umboðar nú størru helvtina av føroysku útróðrarmonnunum og eitt veiðivirði, sum liggur umleið 80 milliónir krónur, sigur Chris Jan Michelsen. Hann sigur, at til [...] Meginfelag Útróðrarmanna, sigur, at hatta uppskotið er eingin inntøkutrygd, hóast tað verður nevnt so. Hann sigur, at Meginfelag Útróðrarmanna kann á ongan hátt góðtaka eina skipan, sum ger, at helvtin av limum [...] felagsins ikki hava møguleika fyri vera í henni. Tí nú verður gáttin til minstavinningin so høg, sigur hann, at tað verður rættiliga torført at sleppa inn. Chris Jan Michelsen vísir á, at tá talan nú verður
útvístur í hesum umfari. HB-veteranurin, Jan Dam roknaði neyvan við, tá hann fór heim fra Danmørk fyri at avloysa Hans á Lag, at hann fekk bert eitt korter á vøllinum. Jan gjørdist tann triði leikarin í ár [...] sum »sjálvmálskjútti«. Tað sama gjørdi ÍF-málmaðurin Erling Joensen í dystinum í Fuglafirði, har hann ikki megnaði at bjarga skotinum hjá einum av B68-brasilaiamonnunum, Messias, og ístaðin skumpaði bóltin [...] 1999 aftaná bert 5 umfør. Spasojé Biberdzic úr Sumba er hin av »sjálvmálskorarunum«, og tað bleiv hann longu í 1. umfari, tá ið kappingin bert var 4 minuttir gomul, suðuri á Krossinum ímóti B36. Í fjør
føroyska landsliðnum, og um hann yvirhøvur hevur hug at verða við. Allan Simonsen, landsliðsvenjari, hevur ikki enn hugt eftir ella sett seg í samband við Horsens-spælaran, og hann heldur tað verða rættiliga [...] Ikki hugt eftir Claus enn Tá segði Allan Simonsen, at hann ætlaði sær at finna út av, um Claus Bech Jørgensen hevur fótbóltseginleikar, sum gera hann kvalifiseraðan til føroyska A-landsliðið. Og meðan Allan [...] landsliðnum, sum eg brúki frá dyst til dyst, og eg krevji at síggja støðug avrik frá einum spælara, áðrenn hann kann koma á landsliðið, sigur landsliðsvenjarin. ? Harafturat skal eg eisini hugsa um, at spælararnir