Pápin verður ikki við móti soninum

Á jóansøku hevur TB nýggjan mann í fremstu røð ímóti toppliðnum KÍ, sum hevur tríggjar nýggjar spælarar á listanum

Tað er jóansøku, og líkindini eru góð á Tvøroyri at halda stevnu og bæði at rógva kapp og spæla fótbólt.

Fyrsta bríksl í jóansøkudystinum við Stórá verður klokkan 18.30. Toppliðið KÍ er á Tvøroyri. Takið hjá klaksvíkingum er at hava fokus á avbjóðingini í kvøld, sum verður roknað at vera stór, tí tað er altíð torført at spæla á útivølli ímóti TB. KÍ skal í næstu viku royna seg í europeisku kappingini, men í kvøld verður ikki hugsað um tann dystin.

KÍ miðverjin Deni Pavlovic skoraði eitt mál, tá ið klaksvíkingar vunnu 7-0 á heimavølli ímóti TB. Merekisvert var tað tá, at pápi hansara, Zoran Pavlovic, sat á TB beinkinum. Har verður Zoran ikki í kvøld, tí hann í 1-0 tapinum ímóti B36 fyri viku síðani varð burturvístur.

Tá varð TB toppskorarin Stefan Radosavljevic útvístur, og hann er leikbannaður íkvøld. Tað frættist av Tvøroyri, at nýggi maðurin í fremstu røð hjá TB verður Ken Fagerberg, sum í vikuni á facebook takkaði teimum í 07 Vestur fyri tíðina, ið hann hevur verið har vesturi. Bolt.fo visti í vikuni at siga, at Fagerberg og TB hava skrivað undir sáttmála, og formellu viðurskiftini viðvíkjandi flytingini eru nú avgreidd.

TB hevur spælt sjey heimadystir í ár. Úrtøkan er tríggir sigrar, ein javnleikur og trý tap. Tvey av tapunum vóru við einum máli – ímóti Víkingi og B36. Ímóti NSÍ tapti TB 3-0.

TB heimasíðan veit at siga, at dysturin í kvøld verður tann síðsti hjá miðverjanum Teiti Olsen, sum eftir summarsteðgin fer av landinum í lestrarørindum.

Í TB vóna teir, at liðformaðurin og miðverjin Poul Ingason, sum ikki hevur verið á liðnum síðani í Klaksvík 28. apríl, skjótt verður tøkur aftur. Hann hevur gingið við brotnum armi.

Í KÍ leguni er fótbóltlagið gott. Tríggir spælarar eru lagstir aftrat síðani 2-0 sigurin á Skála næstsíðsta fríggjakvøld, og teir vóru allir í ferðalagnum, sum í morgun fór úr Klaskvík. Talan er um gomlu kenningarnir Semir Hadzibulic og Páll A. Klettskarð og norska miðvallaran Magnus Stamnestrø. Tað kann væl vera, at ein ella kanska tveir av hesum vera millum teir fyrstu ellivu íkvøld.

Miðverjin Jesper Brinck er komin fyri seg aftur eftir skaðasteðg.

At teir eru so nógvir, sum eru skikkaðir at manna KÍ liðið ber við sær, at møguleikarnir hjá venjaranum, Mikkjali Thomassen, at manna liðið og at broyta spælskipan eru nógvir. Tað er ein veldig styrki.