Eru royndir teldusníkar

Teir tríggir turkarnir, sum tóku ræði á nic.fo, hava framt slík álop í nógv ár.

Nic.fo er ikki fyrsta og einasta síðan, sum hesir teldusníkarnir hava tikið ræði á. Í øllum førum síðani 2014 hava teir tríggir, JonTurk75, RootDevilz og Bozkurt97 brotið inn í heimasíður um allan heim. Teir, sum varða av nic.fo skulu kanska ikki føla seg so illa, tí millum aðrar síðurnar, sum hesir tríggir hava tikið ræði á, eru millum annað síðirnar hjá miðlunum Reuters.com og CNN.com.

 

Teir hava eisini hakka seg inn á heimasíðuna hjá enska fótbóltsfelagnum Arsenal.com, hjá superstjørnuni Rihanna, orkudrykkinum redbull.com og hjá teimum báðum háttvirdu lærustovnunum Harvard og Stanford.

 

NIC.fo er ikki einasta NIC-síðan, sum teir hava tikið ræði á heldur. Seinastu árini hava teir tikið ræði á .ug (Uganda), .be (Belgia), .tr (Turkaland), .mz (Mosambik), .mw (malavi), .rw (Ruanda), .np (Nepal), .gy (Guyana) og .gd (Granada).

 

Í fjør var ein samrøða við ein teirra, JonTurk75 á heimasíðuni SecurityAffairs. Har sigur hann, at hann hevur virkað sum teldusníkur í 10 ár og at teir tríggir sum bólkur, teir kalla seg JRB, hava samstarva í nøkur ár. Hetta er teirra frítíðarítriv, sigur hann.

 

Í greinini sigur JonTurk, at teir fyrst og fremst fremja tað, sum verður kallað eitt defacement attack. Hetta merkir, at teir broyta útsjóndina á heimasíðuni, so sum at leggja eina aðra mynd á síðuna, sum gjørt var við nic.fo.

- Vit heinta tó eisini data, sum vit halda kann brúkast ella er áhugavert at nýta seinni, sigur JonTurk75.

 

Hann sigur eisini, at einaferð, funnu teir ein veikleika í NIC-skipanini hjá einum landi, sum loyvdi teimum at taka ræði á fleiri heimasíðum, sum høvdu eyðkennismerki hjá hesum landinum (so sum .fo).

 

Enn er óvist, júst nær teir tóku ræði á nic.fo og hvørja vitan, teir kunnu hava nomið sær. Enn vita vit bara tað, sum teir sjálvir skrivaðu á nic.fo – hetta bleiv bara gjørt til stuttleikar.

 

Hetta eru føroysku heimasíðurnar, sum teldusníkarnir gjørdu seg inn á.

 

Nic.fo

Google.fo

Vodafone.fo

Volkswagen.fo

Toshiba.fo

Symantec.fo

Kawasaki.fo

Kaspersky.fo

Honda.fo

Gov.fo

Citroen.fo

Bmw.fo

Audi.fo

Amazon.fo

 

 

Hetta er annars aðru ferð, at nic.fo verður hackað. Fyrru ferð var í 2012. Tá var eisini talan um turkiskar teldusníkar.