Eitt lágtrýst fer í morgin framvið Íslandi av útsynningi og brúgvaløg haðani fóru í nátt framvið Føroyum við regni. Síðani leggur eitt sterkt rák av útsynningi seg yvir okkum. Í morgin og hósdagin fer ein veikur hátrýstsryggur framvið við støðugum veðri eitt skifti. Fríggjadagin fer eitt nýtt lágtrýst móti Íslandi av suðri, og brúgvaløg haðani við regni koma inn yvir okkum av útsynningi. Um vikuskiftið nærkast kanska eitt djúpt lágtrýst við brúgvaløgum haðani spakuliga av suðri ella útsynningi.
Veðrið í dag
Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, sum um náttina makar í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, um náttina sum frá líður skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum minkar í lot til andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 2 til 6 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað, men sum frá líður sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina lot til andøvsgul, sum frá líður av eystri, undir 8 m/s. Turt, men sum frá líður skýggjað og hitin millum 1 og 4 stig.
Hósdagin
Lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 2 til 7 m/s, um náttina gul til stívt andøvsgul av landsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað, um náttina stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 7 stig.
Fríggjadagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, um kvøldið av vestri og hann minkar vindin, út á náttina hækkar hann í ein norðan og minkar vindin í fleyr ella lot, undir 5 m/s. Skýggjað og út á dagin regn. Út á náttina klárar í, tó okkurt æl. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.
Leygardagin
Hann snarar í ein landnyrðing og veksur vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, eitt skifti andøvsgul upp í ein strúk í vindi um kvøldið, 7 til 12 m/s. Yvirhøvur skýggjað og út á dagin regn. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum frá líður veksur hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, seinni yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.