Í kvøld verða tvær av seinnu fjórðingsfinalunum í Champions League. Manchester United og Ole Gunnar Solskjær skulu vinna á Camp Nou í Barcelona, um teir skulu víðari í kappingini. Í Italia er Ajax á vitjan hjá Cristiano Ronaldo og Juventus. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1.
Ole aftur á Camp Nou
Norski venjarin hjá Manchester United, Ole Gunnar Solskjær, bleiv heimskendur, tá hann í yvirtíðini avgjørdi Champions League finaluna í 1999 móti Bayern Munchen. Finalan bleiv spæld á Camp Nou. Nú skal hann royna at leiða sínar menn til ein sigur, tí FC Barcelona vann fyrru uppgerðina 1-0. Í farna umfari vann United 3-1 í París, eftir at hava tapt 2-0 á heimavølli.
- Andin frá sigrinum í París fer at hjálpa spælarunum. Tað fer at hjálpa okkum at venda uppgerðini. Vit vita at FC Barcelona á útivølli er ein møtumikil uppgáva, men tað er so kortsíðani, at vit gjørdu tað móti PSG, og tá vóru vit aftanfyri við tveimum, sigur Ole Gunnar Solskjær.
##med2##
Manchester United er uttan Ander Herrera, Eric Baily og leikbannaða Luke Shaw. Bæði Alexis Sanchez og Nemanja Matic eru við í hopinum, sum er farin til Barcelona.
##med3##
Frá heimaliðnum verður sagt, at Lionel Messi verður klárur til dystin, hóast hann saman við fleiri øðrum sat yvir í landskappingini um vikuskiftið. Argentinski bóltsnillingurin fekk eisini ein snudd í fyrra dystinum, tá Chris Smalling rendi í hann. Hartil er Ousmane Dembélé klárur aftur, har sat á bonkinum allan dystin á Old Trafford.
Ronaldo byrjar
Ajax var leikliga omaná móti Juventus í fyrru uppgerðini, men tað endaði við 1-1 javnleiki í Amsterdam. Tí hevur Juventus fyrimunin undan returdystinum í kvøld. Cristiano Ronaldo var ein av níggju spælarum, sum byrjaðu í Amsterdam, men sótu yvir um vikuskiftið.
##med4##
Mett verður, at Cristiano Ronaldo aftur verður við frá byrjan í kvøld. Mario Mandzukic og Giorgio Chiellini sita uttanfyri, meðan Douglas Costa og Emre Can eru ivasamir. Stóra ivamálið hjá Ajax er Frenkie de Jong, sum í summar skiftir til FC Barcelona.
Juventus er saman við FC Barcelona favorittar at koma víðari, men bæði Ajax og Manchester United hava vent uppgerðum í undanfarna umfari.
Champions League 1/4 finalur:
FC Barcelona (1) - (0) Manchester United (20.00)
Juventus (1) - (1) Ajax (20.00)