Í kvøld spælir Víkingur fyrra dystin í 1. umfari í Champions League kappingini móti FH, sum er íslendskur meistari. Dysturin verður spælir í Reykjavík. Víkingur kann við sigri vinna seg í annað umfar, har bara B36 hevur spælt fyrr.
Víkingur vann samanlagt 6-2 á Trepca 89 úr Kosovo í innleiðandi umfarinum. Nú byrjar veruliga undankappingin til Champions League bólkaspælið. Vinnarin av uppgerðini millum Víking og FH fær ikki færri enn 2,4 milliónir krónur í kassan.
Filip hevur leikbann – Fróði við aftur
Fyri Víking kemur tað væl við, at Fróði Benjaminsen er við aftur. Hann var ikki við í Kosovo. Hinvegin, so hevur Filip Djordjevic leikbann. Heldur ikki Hans Pauli Samuelsen er við á ferðini, meðan Andreas Lava Olsen væntandi bara klárar eina løtu.
Les eisini: Spælarin sum Víkingur skal temja
Tað hevur ljóðað, at Víkingur fer at flyta Sorin Anghel á vinstra miðvøllinum, meðan Fróði Benjaminsen kemur inn á sjálva miðjuna saman við Hans Jørgen Djurhuus og Sølva Vatnhamar. Annars verður liðið væntandi:
Les eisini: FH góð úrslit í Evropa
Elias Rasmussen – Gert Hansen, Alti Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus, Fróði Benjaminsen, Sølvi Vatnhamar – Gunnar Vatnhamar, Sorin Anghel og Adeshina Lawal.
Misjøvn avrik hjá FH
Íslandsku meistararnir hava í ár skift í millum at spæla við 4-4-2, og so eina Chelsea líknandi 3-4-3/3-5-2 uppstilling. Í farna umfari í Pepsi-deildini í Íslandi spældu teir við trimum í verjuni, men taptu fyri botnliðnum, sum stuttligt nokk eitur Víkingur.
Tí er ósannligt, at teir spæla annað enn 4-4-2 í kvøld. Teir hava eitt makkarapar í álopinum, har Kristján Flóki Finnbogason er tann stóri og sterki áleyparin, meðan skotin, Steven Lennon, er skjóti og ágangandi áleyparin.
Søgan
Í 2006 megnaði B36 at vinna seg viðari til 2. umfar í Champions League, men tá var einki undanumfar. Tað vil siga at B36 við at vinna á Birkirkara av Malta kom í annað umfar. Tá tapti høvðusstaðarfelagið greitt fyri Fenerbahce úr Turkalandi.
Vinnur Víkingur seg víðari, so er tað fyrstu ferð, at eitt føroyskt felag vinnur seg víðari gjøgnum tvey umfør í Champions League.
Rás2 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 20.15.










