Listaframsýningin er við sera hug- og tankavekjandi málningum. Tað fotografiskt endurgivna ella kopiið av veruleikanum er nærum ikki umboðað, tí tað hevur fototólið mestsum tikið yvir, skrivar Dagfinnur [...] Hansara reflektiónir boða opinbart frá øðrum innfallsvinklum og niðurstøðum, men tað er júst poengið. Silgdu um ægin. Ægir er í norrønu gudalæruni havgudurin. Vit síggja nøkur stórbær seglsiglandi víkingaskip [...] aftur, ið skilja meg og hesar mínar forfedrar frá hvørjum øðrum. Og so er tað kanska nakað heilt annað, ið tað snýr seg um, og tað er júst tað, ið ger málningarnar hjá Helga so dragandi og áhugaverdar. Men
sum ein sjóferð, og nú er Jørgin Olaf farin sína seinastu ferð um lívsins hav. Saknurin er stórur, ikki bara hjá hansara næstrafólki, men hjá allari Skúvoyar bygd. Á fámentum plássi er serliga tungt at missa [...] førleika, sínari vitan um veður og vind og sínum kunnleika til sjógvin. Sum á øðrum útoyggjum í Føroyum, so er tungt at koma av lendingini í Skúvoy og niðan í bygdina, serliga tá talan er um farm til eina heila [...] Skúvoyarbygd og minti okkum á, at hóast tað er kalt, myrkt og tungt, so er lív fyri framman. Ærað verði minnið um Jørgin Olaf. ------ Kristinbjørg
hava bæði beinini á jørðini, segði Hans Backe, ið er venjari hjá FCK. ? Tað er ein dystur aftur um tvær vikur, og vit skulu als ikki halda, at sigurin er komin í hús. Rangers skal fram á vøllin í seinna [...] dreymur hjá øllum í FCK at koma við í Champions League, har møguleiki er fyri at møta evropeiskum stórfeløgum. Hesin dreymur er nú nærri enn nakrantíð áður. Við einum 1-1 javnleiki ímóti Rangers á Ibrox [...] Champions League hevur ongantíð verið so góður sum nú, men venjarin Hans Backe hevur mælt til ikki at gleðast ov tíðliga, tí enn er ein dystur eftir at spæla. ? Tað er enn sera opið, hvør fer víðari. Vit eru sera
forsorgarhjálp at verða víðkaður, um farið verður yvir til teir norðurlendsku sáttmálarnar, men hetta fer neyvan at fáa nakran stórvegis týdning í verki. Talan er um sera fá dømi, og danir senda longu [...] politiskt rumbul um málið og at renna undan ábyrgd. Alt hetta er beinleiðis ósatt, og tí verður her greitt frá gongdini í málinum. Vanligt mál um arbeiðs- og uppihaldsloyvi Málið snýr seg um arbeiðs- og u [...] kríggið í gamla Jugoslavia er liðugt. Síðani hava tey søkt um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, tí her hava tey fingið tilsøgn um arbeiði og bústað. Sostatt søkja tey ikki um at koma til Føroya sum flóttafólk
Rætt er tað, at Landsverk varðar av almennum byggiuppgávum og hevur tað ítøkiliga málið um hendi. Eisini er tað rætt, at hetta málið hevur ikki gingið, sum vit høvdu ætlað, og tað harmast vit um. Tá tað [...] tað er sagt, er eisini neyðugt at sláa fast, at í hesum føri hevur verið talan um eina røð av óhepnum umstøðum, sum Landsverk stórtsæð ikki hevur verið harri yvir. Umstøður, sum eg fegin vil lýsa her, so [...] væl, hvussu tann almenna játtanarskipanin kann leggja fótonglar fyri arbeiðið hjá Landsverki. Talan er um ein almennan stovn, sum arbeiðir við verkætlanum, ið røkka tvørturum fleiri fíggjarár, meðan almennu
vera um eitt serligt fyribrigdi. Um menningina á landsliðnum, síðani vit fyri tíggju árum síðani fóru upp í altjóða fótbóltin, er Abraham eitt sindur ivasamur: - Tað er eitt sindur torført at meta um, tá [...] hevur spælt sjálvur. At spælið nú er øðrvísi er einki at ivast í, og hetta sæst kanska best, um tú hyggur eftir videoupptøkum av fyrstu landsdystunum. Føroyska liðið er í dag nógv longur frammi á vøllinum [...] hendingar inni á vøllinum, har onkur mótstøðumaður er farin langt út um mark - eins og eg sjálvur onkuntíð havi gjørt tað. Samanlagt hevur talan tó nærum bert verið um góð minni, og hetta sæst kanska best aftur
heldur sjálv, at hon er sera heppin, at vera sloppin at gera eina fløgu, har tónleikurin er skræddaraseymaður til hennara rødd. Tónleikurin á fløguni er skrivaður av Kára Jacobsen. Kári er maðurin aftan fyri [...] num og líkandi, so er tað kanska náttúrligt, at teir fylgja serliga væl við hesum. Tað er tó kanska torført at síggja, hvat er loyvt og ikki, tí tá vit spæla í altjóða dystum, so er dømingin aloftast heilt [...] yrkisleikari. Talan verður tó helst ikki um nakran bosman-dóm í mínum føri, tí tá sáttmálin hjá mær gongur út, gangi eg á 32. ári, og so er spurningurin, um nakað felag er áhuga í at gera eina íløgu í mær tá
sum hann hevur upp á góðu gongdina, er einføld: - Vit eru betri mannaðir nú, enn vit vóru fyrr í ár. Nú eru vit átjan til venjing mest sum hvørja ferð. Tað økir um intensitetin og harvið dygdina í venjingunum [...] einki tosa um uppflyting og um møguleikarnar hjá TB at standa seg í bestu deildini, um uppflytingin verður veruleiki. - Vit royna at halda summum av ungu og dugnaligu monnunum til, og tað er eingin loyna [...] Mortensen, og so eru onkrir at yngru monnunum komnir heilt væl við. - Lagið er gott, og hugburðurin er einastandandi góður. Tað er ikki hvørja ferð, at spælið flýtur so væl. Tá hevur tað stóran týdning, at
hetta "er í stríð við stýrisskipanarlógina." Ivi um samsvar er við játtanarskipanina Nevndin metir, at tað er Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, sum hevur ábyrgdina av at betra um hesi [...] í fíggjarnevndina, sum nú er liðug við sítt arbeiði. Sjey limir eru í fíggjarnevndini, og tað er Fólkaflokkurin sum saman Anfinni Kallsberg eigur formanssessin. Næstformaður er Vilhelm Johannesen úr J [...] týsdagin 11.mai, um øll hesi málini. Og uppskotið er farið samtykt víðari til triðju og síðstu viðgerð. Aftaná triðju viðgerð verður endalig atkvøðugreiðsla, og fíggjarlógaruppskotið er tá væntandi avgreitt
kringvarpið kann gera sum tað vil? Um so er, so liva vit ikki í einum demokratiskum samfelagi! Høvdu almenn kringvørp í t.d. Íslandi, Noregi ella Danmørk farið so lætt um sínar public service-skyldur sum [...] viðhald í fútarættinum; um eg ikki gjaldi, so verður úttøka lýst í ogn mínari. Mentamálaráðið hevur higartil hildið hondina yvir lógarbrotum kringvarpsins, spurningurin er, hvør er politiski viljin við §10 [...] "Kringvarp Føroya" um at strika meg sum lurtara og hyggjara, so leingi sum hesin almenni stovnur ikki heldur §10, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 61 frá 16. mai 2006 um kringvarp, har stendur m.a. um public ser