Fótbóltur
Fyrr í ár hilnaðist tað illa við fótbóltinum í Suðuroy, og gongdin er framvegis einki serlig. VB/Sumba er í stríði fyri at sleppa undan niðurflyting úr Formula deildini, og næstbesta liðið hjá VB/Sumba og besta liðið hjá Royn eru longu mest sum fokin úr næstbestu deildini, hóast ein triðingur er eftir av kappingini.
Besta TB liðið flutti í fjør niður úr næstbestu deildini. Nógvu tey fyrstu umførini í ár hilnaðist tað illa. Oddbjørn Joensen var nýggjur venjari. TB tapti tveir teir fyrstu dystirnar ávikavíst á heimavølli móti LÌF (0-3) og á Sandi (0-4), men síðani hava úrslitini veriðið støðugt betur, hóast einstakir orduligir svipsarar hava verið. Eitt nú var tað alt annað enn nóg gott, tá ið TB tapti 2-0 í Klaksvík. Hetta var 10. juni og í 12. umfari. Tá mundi fáur rokna við, at TB hevði møguleika at taka seg so mikið nær toppinum, at møguleiki skuldi gerast fyri, at TB kanska skuldi blanda seg upp í oddastríðið.
Mánakvøldið vann TB 2-0 á næstbesta liðnum hjá VB/Sumba. Hetta var sætti TB sigurin upp í slag. TB hevur vunnið á HB, AB, FSV04, SÍ, Royn og VB/Sumba. Leygardagin skal TB spæla á heimavølli móti LÍF.
Góður hugburður
Oddbjørn Joensen, venjari hjá TB, staðfestir, at tað síðstu tíðina hevur gingið støðugt rætta vegin. Og frágreiðingin, sum hann hevur upp á góðu gongdina, er einføld:
- Vit eru betri mannaðir nú, enn vit vóru fyrr í ár. Nú eru vit átjan til venjing mest sum hvørja ferð. Tað økir um intensitetin og harvið dygdina í venjingunum, og tað ber eisini við sær, at tað er kapping um fleiri av plássunum á liðnum. Sjálvandi hevur hetta góða ávirkan, staðfestir TB venjarin.
Millum spælararnar, sum eru komnir afturat, eru Dan Mortensen og beiggi hansara Tórður Mortensen, og so eru onkrir at yngru monnunum komnir heilt væl við.
- Lagið er gott, og hugburðurin er einastandandi góður. Tað er ikki hvørja ferð, at spælið flýtur so væl. Tá hevur tað stóran týdning, at allir leggja alla orku í, og fleiri ferðir hava teir strítt seg til stigini, sum tað kanska ikki hevur gingið so væl at spælt seg til. Tað er eisini týdningarmikil partur av fótbóltsspælinum, heldur TB venjarin.
Framtíðin
Hvussu tað verður tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum, og hvussu tað verður næsta ár og í framtíðini annars, heldur TB venjarin seg frá at siga so nógv um.
- Áhugin fyri liðnum kennist at verða vorðin størri, og tað kann gott vera, at tað onkra staðni verður tosað um møguleikan fyri uppflyting. Undir venjingunum hava vit bara fokus á næstu avbjóðingini, og hon verður ivaleysa stór næstu ferðirnar. Fyrst skulu vit spæla á heimavølli móti LÍF, og síðani skulu vit spæla á Sandi, so tað verður ikki lætt. Vit mistu so mikið nógv tíðliga á árinum, at tað er ikki nóg mikið, at vit vinna okkara dystir, men vit kunnu ikki gera meiri enn leggja alla orku í, tá ið vit eru á vøllinum. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað fer at røkka.
Oddbjørn Joensen vil einki tosa um uppflyting og um møguleikarnar hjá TB at standa seg í bestu deildini, um uppflytingin verður veruleiki.
- Vit royna at halda summum av ungu og dugnaligu monnunum til, og tað er eingin loyna, at tað eru dugnaligir ungir fótbóltsspælarar í Suðuroy. Men um hetta er nóg mikið at standa seg í Formula deildini er ein heilt annar spurningur. Fyribils fokusera vit upp á dystin á heimavølli móti LÍF.
Leygardagin verður TB-LÍF einasti dysturin í 1. deild. Sunnudagin skal oddaliðið B71 spæla á heimavølli móti KÍ, og AB, sum er næstfremst, skal spæla á heimavølli móti Royn.
Sjey troyggur horvnar
Sunnudagin verður grannadystur í Sørvági, har FSV04 fer at vitja. FSV04 hevur einki stig fingið burturúr sjey teimum seinastu umførunum. Tað vil siga, at teir hava einki stig fingið, síðani Bobby Bolton fyrr í summar gjørdist venjari í Sandavági.
Hjá SÍ hevur tað heldur ikki gingið nakað serligt seinatu tíðina. Burturúr fimm teimum seinastu umførunum hevur SÍ bara fingið eitt stig á heimavølli móti oddaliðnum B71 í 15. umfari, tá ið úrslitið var 1-1.
Heimasíðan hjá FSV04 greiddi í vikuni frá, hvussu tað ber til, at FSV04 ikki longur spælir í svørtum, men í hvítum búnum:
»Seinastu mongu dystirnar, síðan heimadystin móti HB, sum varð leiktur tann 6. mai, hevur FS, við einum undantaki ( tá alternativ loysn var funnin) bara spælt í hvítum. Orsøkin er ikki, at vit nú hava svorið bara at halda okkum til hvíta litin, tí tað gongur so væl, tá vit spæla í hvítum, tí tað ger tað ikki; nei, frágreiðingin er henda:
Eftir heimadystin móti HB fóru klæðini í vask, sum tey vanliga gera eftir dyst, og tá maskinan var liðug við sítt, vóru klæðini hongd upp at turka.
Tá farið var eftir teimum aftur vísti tað seg, at sjey troyggjur vóru horvnar. Hvar og hvussu tær eru horvnar er eingin sum kann siga frá, tær eru bara horvnar og eru ikki komnar aftur íaftur«, verður millum annað skrivað á heimasíðuni.
Síðsti dysturin í 1. deild sunnudagin verður í Gundadali, har VB/Sumba fer at vitja.