Undiryvirskriftin er ikki beinleiðis endurtøka men ein samanseting av málbrongli, ið dag og dagliga er at hoyra í almenna kringvarpinum, sum tykist at kunna gera sum tað vil. Men Guð náði tann borgara, sum ikki góðtekur lógarbrot kringvarpsins og noktar at gjalda kringvarpsgjald; hann verður rendur í fútarættin, sum bert viðger innkrevjingarrætt kringvarpsins smb. §7 í kringvarpslógini!
Hin 16. januar 2009 sendi eg fútarættinum soljóðandi skriv:
»Tað átti at verið so, at almennir stovnar í Føroyum virdu mál og mentan landsins og vendu sær til føroyskar borgarar á føroyskum. At nýta fremmant mál er ikki bara ein vanvirðing av føroyskum tjóðskapi og samleika, men eisini brot á grundleggjandi mannarættindi.
Fútarætturin hevur sent mær eitt útlendskt skriv, ið er dagfest 7. januar 2009. So vítt sum eg dugi at skilja, heldur "Kringvarp Føroya" seg eiga pening til góðar hjá mær?
Eg havi fleiri ferðir biðið "Kringvarp Føroya" um at strika meg sum lurtara og hyggjara, so leingi sum hesin almenni stovnur ikki heldur §10, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 61 frá 16. mai 2006 um kringvarp, har stendur m.a. um public service-skyldur:
»Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga.
Stk.2 Kringvarp Føroya eigur at leggja dent á at hava gott føroyskt mál í sínum sendingum. Kringvarp Føroya hevur skyldu at tryggja starvsfólkunum holla málsliga ráðgeving.«
Tá “Kringvarp Føroya” í sendingum sínum leggur dent á at varðveita og fjálga um mál, mentan og siðalæru dana, so heldur kringvarpið ikki sínar public service-skyldur. “Kringvarp Føroya” virkar sum danskt nærvarp í Føroyum, og tað er greitt brot á løgtingslóg um kringvarp!
Harafturat hevur "Kringvarp Føroya" sett ein tíðindaleiðara, og tað er brot á §6, stk. 2 í kringvarpslógini. Og nú fólk verða søgd úr starvi, verða tey, ið frægast royndu at virða føroyskt mál og føroyska mentan, send til hús.
»Kringvarp Føroya" heldur uppá, at húski, ið kunnu móttaka sendingar kringvarpsins, hava gjaldskyldu, men so má kringvarpið eisini halda kringvarpslógina. Tað kann ikki vera so spinnandi galið, at bara føroyskir borgarar skulu halda lógina, meðan almenna kringvarpið kann gera sum tað vil? Um so er, so liva vit ikki í einum demokratiskum samfelagi!
Høvdu almenn kringvørp í t.d. Íslandi, Noregi ella Danmørk farið so lætt um sínar public service-skyldur sum "Kringvarp Føroya", so hevði tað óivað fingið avleiðingar beinanvegin! Har verður eingin útlendsk sending ella samrøða send uttan týðing.
Er tað veruliga ætlanin, at "Kringvarp Føroya" skal virka sum danskt nærvarp í Føroyum, so má lógargrundarlagið broytast.
Eg fari tí at heita á fútarættin um at vísa aftur kravi kringvarpsins. Eg kann ikki gjalda fyri eina vøru ella tænastu, sum eg ikki fái!«
------------
Neyvan fái eg nakað viðhald í fútarættinum; um eg ikki gjaldi, so verður úttøka lýst í ogn mínari.
Mentamálaráðið hevur higartil hildið hondina yvir lógarbrotum kringvarpsins, spurningurin er, hvør er politiski viljin við §10 í kringvarpslógini? Er hetta bara ein úrskrift úr danskari lóg, so tað skal síggja út, sum “Kringvarp Føroya” hevur ein tilverurætt, meðan ein duld dagsskrá loyvir stovninum at virka sum danskt nærvarp í Føroyum?
Eg skilji ikki, at nakar føroyingur rindar kringvarpsgjald við góðum, tá peningurin miðvíst verður nýttur til at fylla føroyingar við donskum møsni og bróta niður føroyskt mál og føroyska mentan. Hví er tað t.d. so umráðandi hjá kringvarpinum at týða íslendskt, norskt og svenskt men ikki danskt?
Tá tað bar til hjá íslendingum at noyða ríkisstjórn og tjóðbankaleiðslu frá, so kunnu vit føroyingar eisini gera okkurt, um myndugleikar, kringvarpsstýri og -leiðsla halda fram at vanvirða §10 í kringvarpslógini og harvið mál og mentan føroyinga, sum er grundarlagið undir samleika, tjóðskapi og tjóðarbygging okkara.
Stundin er komin at taka upp annan tátt!









