Helgi Midjord sýnir fram í Ribarhúsi í Fuglafirði

Helgi Midjord, ið annars eisini er kendur frá tónleikleikalívinum sum gittarspælari og sangari, og fyri framúrskarandi høggmyndir og har afturat fyri vakrar og sigandi standmyndir, hevur listaframsýning í Fuglafirði í døgunum frá 21. november tril 6. desember.

- Listaframsýningin er við sera hug- og tankavekjandi málningum. Tað fotografiskt endurgivna ella kopiið av veruleikanum er nærum ikki umboðað, tí tað hevur fototólið mestsum tikið yvir, skrivar Dagfinnur Danbjørg í umrøðu av framsýningini. Vit prenta umrøðu hansara her:

»Hansara sermerktu málningar eru av motivum, ið ikki finnast í veruleikan, men spretta úr hugaheimsins fjalda dýpi ella sálarligum speglingum - materialiseraðar í málningalistini - tíðar- og staðleysar, og einans koma til lívs og geva meining í sálarligu speglingunum hjá tí einstaka, ið sær og upplivir málningin/-arnar, og sum á tann hátt skapar tað innihaldsligu mynd, ið fyri júst hann - og kanska bara fyri hann - er sanna myndin.

Og tá hvør einstakur hevur sína egnu og serligu vitsku, sínar egnu upplivingar, sína egnu sálarligu søgu og støðu, ið gerst reflektiónsbakgrund, so gerast málningamotivini ymisk alt eftir, hvør ið letur tey fáa loyvi at spæla í eins innara lívi og loynikømrum. Og soleiðis gerast niðurstøðurnar næstan eins nógvar og fjøldin í tali, sum sær hin einstaka málningin, og soleiðis kunnu tær liva og gerast kveikjandi sparringspartnarar fyri øll menniskju óansæð tíð ella stað.

Lat meg bert taka nakrar málningar, ið eru á listaframsýningi:

Innaru árstíðirnar vísa umbroytandi sálarstøður í ljósi og myrkri, sum áskoðarin - alt eftir egnum royndum - kann tulka hendan ella handan vegin, ið tráð við egnar lívsroyndir.

Síggja vit harafturímóti málningin: Geilin - so er hon sera vøkur, men sigur einamest honum ella henni, ið direkta ella indirekta hevur ella hevur havt samband við Geilina nakað, kanska tí tey búgva har, ella tí onkur av teirra kæru hevur búð ella býr har.

Tráan er harafturímóti ein opin málningur, sum m.a. fær meg, sum m.a. havi lisið og undirvíst í søgu í mong Harrans ár, at uppliva hann sum ein atombumbubrestur, Hiroshima, Nagasaki ella kanska endabresturin. Tað ógvuliva blanka hvíta ljósið og tær svørtu naknu greinarnar á feldum træbulum boða ikki frá góðum. Og hóast tað, so kallar listamaðurin málningin Tráan. Hví tað? Hansara reflektiónir boða opinbart frá øðrum innfallsvinklum og niðurstøðum, men tað er júst poengið.

Silgdu um ægin. Ægir er í norrønu gudalæruni havgudurin. Vit síggja nøkur stórbær seglsiglandi víkingaskip skúmandi eftir havinum á veg? Ja, hvar? Niðast í málninginum síggjast forniskar frýr, ið við teirra lokkandi og tølandi sangi kundi fáa sjófararar í óføri, um teir ikki vóru árvaknir. Og hvar eru so okkara forfedrar á veg? Kanska til Vínland at stjala ella fáa sær vív, eins og teir tóku okkara ættarmøður úr Írlandi og Skotlandi. Nýggj prógv vísa akkurát í hesum døgum, at einir 100 íslendingar hava gen, ið bert kunnu stava frá indiánum.

Ella kanska sigla teir saltan sjógv á ella av ránsferð.

Tey stoltu og sera vøkru víkingaskipini við avgrundslíknandi havdýpi og forniskum fyri framman kunnu kanska eisini tulkast sum um: At tað er júst, tá tú ert á hægstu tindum og følir teg best fyri, at tú hevur mestu orsøk at vera árvakin og varin, tí tá lúra vandarnir, ið kunnu gera av við teg, og tað áðrenn tú ánar óráð.

Ella hevur myndin nakað við hybris og nemesis at gera? Tað at tú gerst hástórur og heldur teg vera óyvirvinnuligan, tá eydnan fylgir og hevur fylgt tær og givið tær í yvirflóð, og tú byrjar at síggja niðurá og undirmeta øll onnur. Tí í somu løtu kann eydnan venda sær frá tær, og innan fyri eitt splitsekund kanst tú tá vera um ein háls og á veg niður í díkið. Tær fornisku fingu tøla teg ella? Ongin veit. Í gamla Grikkalandi rýmdu fólk frá teimum, sum í longri tíð vórðu yviroyst av eydnuni, tí tey vildu ikki fylgjast við teimum niður í dýpi, tá eydnan vendi og dróg tey til botns. Tulkingin er okkara og fyri okkum - bara okkara.

Eg kundi havt hug at havt: Silgdu um ægir - hangandi í nánd av pejs og so okkurt kalt kavavetrarkvøld fingið eld í pejsuna, sett eina fløgu á við marsjum ella hernaðartónleiki og fingið mær ein whisky við vatni ella bara vatn, meðan eg kundi sitið í einum djúpum stóli og hugt at vakra málninginum, meðan eg vakin kundi droymt meg tey 1000 árini aftur, ið skilja meg og hesar mínar forfedrar frá hvørjum øðrum. Og so er tað kanska nakað heilt annað, ið tað snýr seg um, og tað er júst tað, ið ger málningarnar hjá Helga so dragandi og áhugaverdar.

Men fyri at koma aftur til nútíðina, so hevur Helgi gjørt eina fantastiska standmynd við somu dýbd, sum hansara framúrskarandi málningar umboða. Henda standmynd er keypt og verður avdúka ein av fyrstu døgunum. Tað kunnu tit longu nú byrja at gleða tykkum til.

Helgi hevur annars útstillað m.a. í Aarhus og verið við til at gjørt scenografi fyri Disney Channel í Stockhólmi í 2008.

At enda fari eg at ynskja Helga til lukku við teimum mongu listarligu avrikunum, ið hann hevur latið úr hondum sínum seinastu árini. Helgi er vorðin ein stórur og originalur listamaður, sum uttan iva fer at lata ljós sítt lýsa bæði heima hjá okkum, men eisini langt uttan fyri landoddarnar. Eg vóni tí og biðji til,, at Hann, ið øllum valdar, gevur honum eitt langt eydnuberandi lív og góða heilsu, so vit - og mong við okkum - eisini í framtíðini kunnu fáa høvi til at njóta hansara listarligu skapanarevnir.«