Umfatandi skerjingar á fíggjarlógini

Mikudagin í farnu viku legði fíggjarnevndin fram tær broytingar, sum skulu gerast á fíggjarlógini fyri árið 2004. Millum annað skal skerjast í sjúkrahúsverkinum, og játtanin til tey heimleysu verður strikað. Atkvøtt varð í Løgtinginum týsdagin

Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, legði tann 25.mars fram fyri tingið uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri árið 2004. Fyrsta viðgerð í Løgtinginum var teir báðar síðstu dagarnar í mars, og síðani varð uppskotið beint í fíggjarnevndina, sum nú er liðug við sítt arbeiði.
Sjey limir eru í fíggjarnevndini, og tað er Fólkaflokkurin sum saman Anfinni Kallsberg eigur formanssessin. Næstformaður er Vilhelm Johannesen úr Javnaðarflokkinum, og umboð fyri andstøðuna eru Páll á Reynatúgvu og fyrrverandi landsstýrismaðurin við fíggjarmálum Karsten Hansen, umframt Kári P. Højgaard.

Púra samd fíggjarnevnd
Tað er ein samd fíggjarnevnd, sum er liðug at viðgera fíggjarlógaruppskotið hjá Bárði Nielsen og Føroya Landsstýri. Tað vil við øðrum orðum siga, at bæði samgongu- og andstøðutinglimir í fíggjarnevndini hava allir atkvøtt fyri broytingunum, og teir skriva eisini undir allar tær viðmerkingar, sum nevndin hevur til Føroya Landsstýri.
Og viðmerkingarnar eru fleiri í tali, áðrenn sjálvar broytingarnar koma. Fíggjarnevndin metir millum annað, at "teir landsstýrismenn, sum ikki til komandi fíggjarlóg hava fingið eitt nøktandi lógargrundar-lag til umbønir um stuðulsjáttan, ikki kunnu vænta at fáa viðmæli frá fíggjarnevndini."

Í stríð við stýrisskipanarlógina
Fíggjarnevndin tekur her støði í teimum eygleiðingum, sum løgtingsgrannskoðararnir og løgtingsnevndirnar nú í fleiri ár hava gjørt, uttan at nakað er tikið til eftirtektar.
Fíggjarnevndin viðmerkir eisini í nýggja álitinum, at ávísir grunnar og landsstovnar ikki eru tiknir við á fíggjarlógina, og at hetta "er í stríð við stýrisskipanarlógina."

Ivi um samsvar er við játtanarskipanina
Nevndin metir, at tað er Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, sum hevur ábyrgdina av at betra um hesi viðurskiftini, og at fáa tey upp á pláss.
Harumframt finst fíggjarnevndin at teimum peninga-flytingum, sum eru millum almennar stovnar. Fíggjarnevndin ivast nevniliga í "um hesar flytingar eru í samsvari við játtanarskipanina." Tað verður mett, at teir stovnarnir, sum fáa pening játtaðan, skulu ikki flyta pening aðrastaðni.
Fíggjarnevndin sigur í hesum sambandi, at tað eru landsstýrismennirnir, sum "eiga at leggja størri dent á hesa upplýsingarskyldu yvir fyri Løgtinginum." Aftur her metir fíggjarnevndin, at tað er Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, sum "eigur at síggja til" at hesi viðurskiftini verða "munandi batnað."


Broytingarnar hjá fíggjarnevndini
Fíggjarnevndin hevur gjørt umfatandi broytingar í uppskotinum hjá Føroya Landssýri. Talan er um broytingar upp á tilsamans 94 milliónir krónur. Ùtreiðslurnar skulu minkast, og inntøkurnar skulu hækkast. Tær mest áhugaverdu broytingarnar skulu vísast á niðanfyri.

Løgtingsins umboðsmaður fær minni
Sagt verður í broytingarálitinum frá fíggjarnevndini, at til ber at minka hesa konto við kr. 300.000.

Fýra milliónir minni til rentustuðul
Fíggjarnevndin metir ikki, at nøkur størri rentuhækking er væntandi, og tískil verður játtanin minkað við kr. 4.000.000. Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, hevur longu boðað frá, at hann væntar eina rentuhækking, og neyðugt tískil verður við eykajáttan, sigur hann.

Minni til Fiskiveiðueftirlitið
Fíggjanevndin metir, at tað ber til at minka um játtanina til Fiskiveiðueftirlitið og Vaktar- og Bjargingartænastuna við kr. 2.000.000, uttan at tað fer at ávirka raksturin.

Lægri játtan til fiskivinnumenning
Skorið verður við einari millión, tí fíggjarnevndin metir ikki, at brúk verður fyri allari játtanini, tí árið er hálvrunnið. Harumframt sigur nevndin í álitinum, at landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, eigur at endurskoða lógina.

Fýra milliónir minni til teir luftbornu
Fíggjarnevndin metir, at Løgtingið kann ikki játta pening til eina ætlan hjá Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya, sum tað ikki kennir til fulnar. Ætlanin er, at hesir stovnarnir skuldu nýta fleiri enn 40 milliónir krónur, men nevndin sigur, at um "landsstýrismaðurin metir, at neyðugt er at halda fram við eini ætlan, má hann leggja hesa ætlan fyri Løgtingið."

Skerjast skal í sjúkrahúsverkinum
Fíggjarnevndin hevur skorið 3 milliónir krónur í játtanini til sjúkrahúsverkið. Nevndin metir samstundis, at tað innanfyri hesar fíggjarkarmar er gjørligt at byrja sjúkraflutningstænastuna í Vágunum. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sigur seg vænta, at sparingarnar verða settar upp á aftur fíggjarlógina, tá hon kemur til triðju viðgerð.

Játtanin til tey heimleysu verður strikað
Fíggjarnevndin gongur trivnaðarnevndini á møti, tá hon sigur, at ábyrgdarbýtið millum land og kommunur má fyrst fyrileggja, áðrenn peningur kann játtast til hetta endamálið. Ein samlað virkisætlan fyri heimleys skal eisini fyriliggja, áðrenn peningur verður játtaður til heimleys í Føroyum. Fíggjarnevndin hevur tískil strikað hesa játtan.

Atkvøðugreiðsla varð í Løgtinginum í gjár, týsdagin 11.mai, um øll hesi málini. Og uppskotið er farið samtykt víðari til triðju og síðstu viðgerð. Aftaná triðju viðgerð verður endalig atkvøðugreiðsla, og fíggjarlógaruppskotið er tá væntandi avgreitt og vorðið til lóg.