skuldi bara seta fótin á, so var mál. Tað gjørdi hann eisini, men hann lyfti upp undir bóltin, so skotið úr fríari støðu endaði við síðuna av. Lítla løtu seinni vóru aftur boð eftir B36, tá Balazs Sinko [...] óuppiborið, at B36 legði seg á odda, tá lítil hálvur tími var farin. Hesa løtuna hevði B36 bóltin nógv, og ÍF hevði trupult við yvirhøvur at fáa fatur á honum. Eftir eitt hornaspark royndi ÍF at fáa bóltin [...] men B36 bleiv við at vinna hann, og at enda kom Magnus Olsen í góða støðu og setti bóltin í málið til 1-0. Eisini eftir málið tóktist B36 hava stýr á tí í eina løtu, men so byrjaði ÍF at rakna við aftur
henni vóru við á ættarstevnuni 1. august. Útvegaði helvtina av mynstrunum hjá H.M. Debes Tað var ikki gamansleikur at sita so illa eftir, men Lotta fell ikki í fátt. Hon setti vevin upp og fór at veva fyri [...] dagin, og bróðurdóttir Lottu, Jóhanna á Høgabóli, visti at siga frá Pól Nikláa við Ryggjagarð í Nólsoy, at nólsoyingar eisini vóru á útróðri hendan dagin. Teir fóru at landi, tá ið teir høvdu drigið línuna [...] Áttandi maður á báti var Poul Hansen, Pól í Horni, men honum barst frá. Hann var so hegnigur og hevði ávist snildi at fáast við maskinur. Østrøm, sum átti fabrikkina á Skálatrøð, sendi boð etir honum, tí
vísir tað seg so, at tað vóru fólk, ið kennast væl við eigararnar, og hava goymt bilin fyri teimum í spølni – hetta er í samband við at hesi fólkini skulu giftast, greiðir vakthavandi á Løgreglustøðini [...] Løgreglan sendir síðan boð eftir aktingarmanninum hjá kommununi, ið tekur hundin upp. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn greiðir frá, at eigararnir av hundunum fáa 400 krónur í bót fyri at lata hundin ganga [...] tunlinum. Fýra fólk vóru í bilinum við norskum plátum, ið var á veg móti Signabø, har Norröna lá fyri veður, tí tey skuldu av landinum. Í hinum bilinum vóru tvey fólk, og eftir samanstoytin vóru øll seks fólkini
tíð at vera við til at reisa landið aftur á føtur, sigur Janus Petersen. Hann nevnir tað eisini sum eina uppliving, at vera við til at seta tryggingarfelagið Trygd á stovn. - Tað var spennandi at vera [...] liður í okkara vakstrarætlan, at vit í gjár kunngjørdu, at vit høvdu latið inn eitt boð at keypa Fionia Bank. Tað er eyðvitað ikki sjálvsagt, at vit fáa bankan, men boðið er so latið inn nú, sigur Janus Petersen [...] sigur føðingardagsbarnið. Hann heldur, at hann ikki stóð so illa rustaður at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum bankin tá stóð framman fyri. - Hetta við kreppu var ikki so nýtt fyri mær. Eg hevði tá arbeitt
komu fólk fram á ein sorlaðan bil á vegnum út á Møl á Eiði. Eingin var í bilinum, sum hevði skreitt og bóltað út við 100 metrar, og týðuliga var sera illa farin. Tá løgreglan var komin á staðið, kom eigarin [...] uttan koyrikort. Tað, sum kanska var mest ótrúligt, var at bilurin var so illa farin, og at faktisk eingin í bilinum hevði fingið nakran skaða. Fólk vóru tó óttafull, inntil funnið var fram til tann, sum hevði [...] persónur at síggja til ongan skaða hevur fingið. Tað vísti seg tó, at allir persónarnir í bilinum vóru slopnir uttan stórvegis mein. Ætlaði aftur eftir bilinum Leygarmorgunin komu fólk fram á ein bil,
lívið av á ein hátt, sum eg illa dugi at ímynda, kann gerast meir sannførandi. Sjálvt, tá hennara sjúka sinni hevur fløkt seg so langt út, at orðini ikki geva meining longur, ivast tú ikki í, at hennara [...] sjálvmorðsbræv hanga á vegginum úti í gongini. Um tað er brævið, hvíti kittulin ella gráhvíta rúmið úti á Landssjúkrahúsinum, sum ger tað, er ilt at siga, men við eitt er hugnaliga kenslan av at vera til sjónleik [...] hon kemur so fitt yvir og gevur tær ein lítan lepa. Á mínum stendur: "At sleppa undan skomm" skrivað pent og samvitskufult við tjúkkum blýanti. Nakna spælið hjá Gunnvá Zachariassen fær teg at kenna teg
heldur ikki og snakkar um, at ongin kemur eftir okkum. Byrji at hugsa tað sama. Bjargingarliðini vita kanska ikki, at vit liggja eftir. Men teir søgdu í áðni, at fimm lógu eftir. Eg komi bara upp í fýra [...] og skrivar okkurt á pannuna á mær. Hyggi yvir á síðumannin úr tyrluni. »T3«, stendur á pannuni hjá honum. So kemur ein yvir, og gevur mær ilt. Men hann segði, at teir onki kundu gera, so helst eri eg deyður [...] leggja meg á fótbóltsbøruna aftanfyri setrini. Nú tendrar hann lyktina á hjálminum. Verði blendaður av ljósinum og velji at blunda. Tá eg hyggi aftur, síggi loftið á kabinuni. Tí havi ikki hugt at fyrr. Nú
teir so skoraðu til 4-0, so sá tað ikki gott út. Tá vit so komu upp á 4-2, vóru vit aftur við, men fingu so eina útvísing, og so gjørdist tað ikki meira, staðfesti Petur Mohr, sum í gjár ikki dugdi at síggja [...] Hetta er annað árið á rað, at KÍ hevur sent boð eftir Peturi Mohr ímóti endanum á einum kappingarári, og í ein mánað hevur hann staðið við endan hjá klaksvíkingum. Í fjør eydnaðist at bjargað liðnum eitt [...] ásannar, at góða byrjanin hjá HB gjørdi tað sera torført hjá KÍ at fáa nakað við sær úr Gundadali í gjár. – Vit byrjaði óvanliga illa, og tí var tað tungt at koma afturíaftur. Og eg má viðganga, at tá teir
skóru í Hesti. Men nú var so lítið mannfólk eftir at føra ímillum til Skopunar. Tað var ein rættuligur teinur at rógva til Skopunar. Tað var eitt øgiligt stríð, men tað hendi so eingin vanlukka tað, sum [...] Eisini minnist eg, at tá vit komu úr skúla, fóru vit báðar ofta eftir torvi. So tað var nokk so strævið. Í Hesti veltu tey eisini korn, áðrenn mína tíð. Hetta var úti móti Hælinum. Har var so góður sólargangur [...] Havn. Teir báðir vóru so óvanliga góðir brøður, hóast teir vóru so ymiskur. Tom var lættur í sinni, meðan Niklái var meira álvarsamur. Eg var eisini javnan heima hjá Tom. Eg kendi so væl Hjørdis, dóttir
hóvlig og segði, at tað hevði verið turbulent. Men tey vóru púra ójøvn á máli um, hvør av teimum var tann harðligi parturin. Hann segði, at konan var ikki til at hava við at gera. Hon segði, at maðurin hevði [...] Tá fekk hon ringt eftir hjálp, so at hon slapp til rýmingar og á skaðastovuna, har tað varð staðfest, at hon var eym undir síðuni, umframt at hon hevði skurðsl og blá merki ymsastaðni á kroppinum. 60 dagar [...] vanæriligur. Verjin helt, at maðurin skuldi fríkennast og at hann í ringasta føri kundi fáa ein treytaðan dóm so at hann slapp undan at sita. Hann helt ikki, at tað kundi prógvast at frágreiðingin frá konuni