FÓTBÓLTUR
Hetta er annað árið á rað, at KÍ hevur sent boð eftir Peturi Mohr ímóti endanum á einum kappingarári, og í ein mánað hevur hann staðið við endan hjá klaksvíkingum. Í fjør eydnaðist at bjargað liðnum eitt triðniðasta pláss, við fimm stigum niður til eitt pláss hinu megin strikuna, men nú sær meira svart út hjá KÍ.
– Eg haldi, at deildin hevur ongantíð verið so góð sum í ár. Tað hevur ikki verið nakað vánaligt lið, men tað hevur tað verið hini árini, sigur Petur Mohr, so ikki vil tosa um, um hann møguliga skal halda fram sum venjari hjá KÍ og spæla liðið uppaftur næsta ár.
Hann ásannar, at góða byrjanin hjá HB gjørdi tað sera torført hjá KÍ at fáa nakað við sær úr Gundadali í gjár.
– Vit byrjaði óvanliga illa, og tí var tað tungt at koma afturíaftur. Og eg má viðganga, at tá teir so skoraðu til 4-0, so sá tað ikki gott út. Tá vit so komu upp á 4-2, vóru vit aftur við, men fingu so eina útvísing, og so gjørdist tað ikki meira, staðfesti Petur Mohr, sum í gjár ikki dugdi at síggja nakran serligan møguleika fyri, at KÍ skuldi yvirliva í evstu løtu.
– Vit fara at gera kappingina lidna og vilja vinna á EB/Streymi, men málúrtøkuna kenna vit. Tað verður trupult.