Lorentze var ættað frá Gorm tí gamla

Vit hava roynt at lýsa søguna hjá Símin uttan Garða og hansara børnum gjøgnum teir gravsteinir, sum ættin eigur í gamla kirkjugarði. Hesa ferð hava vit ein part við steininum hjá vermammu Charlottu Simonsen, dóttir Símun

Á hesum steini eru tvey nøvn Lorentze Hansen f. Vang, og Elsa Augusta Hammer úr Froðba.

Um Lorentze kann sigast, at hon er ættað úr Kaldbak, dóttir Ole Vang f. 1790. Her er í hvussu ein rættulig ættartalva, tí hon gongur aftur til Gorm hin Gamla, d. 940, fyrsta kong­in í donsku kongarekkjuni. Hann var sagdur at vera ein fanatiskur heidningur. Aðrir kongaligir forfedrar hjá Lorentzu eru Harald Blåtand, Svend Tveskæg og Knud den Hellige. Ætt­in kemur til Føroyar við Oluf Hans Wang, sum var prestur í Kvívík 1727-62.

Ein beiggi Lorentzu kallaðist Augustinus Ole Vangsen f. 1822. Hann var bóndi í Frammistovu í Kaldbak og festi í 1851.

Ein dóttir hansara Cat­h­rina Bergitta f. 1872 giftist til Froðbiar við Simon Olavus Hammer f. 1868. Tey áttu hesa Elsu Augustu, sum eisisini er á gravsteini­num. Tað einasta, vit vita um hana, er, at hon er deyð av tuberklum á sanatoriin­um, bert 17 ára gomul. Tað hevur helst verið ov stríggið tá í tíðini at fáa líkið til Froðbiar, tí er hon grivin hjá ommusystrini.

Ein beiggi Cathrinu Bergittu var Óli Vang, pápi Aage Vesturskarð, Niels, Knút, Einar og Evald Vang. Tá kennast tey flestu við ættina.

Lorentza var gift við Christian Frederik Hansen (1819-1865), sum var jek­ari. Hann er so ikki komin við á gravsteinin, hvør

orsø­k­in kann vera. Hann er deyð­ur, áðrenn byrjað varð at skriva jarðarferðar­proto­kol. Tí ber heldur ikki til at síggja, um hann er jarðaður í kirkjugarðinum.

Tey bæði hava so átt tvey børn. Fyrst eina dóttir Christ­ianna Bergitta f. 1851. Hvat ið er hent við henni vita vit ikki.

 

Sonurin gekk burtur

Men ein sonur var Óli Vang Hansen f. 1851, sum í 1880 giftist við Charlottu Simonsen, dóttir Símun uttan Garða. Vanliga var hon kallað Lotta.

Tey búðu við Tinghús­veg­in. Lotta misti mannin í bestu árum. Óla Vang, sum hann vanliga varð nevndur, var útrógvin 30. januar 1888. Tað var av besta veðri hendan dagin, og bróðurdóttir Lottu, Jó­­hanna á Høgabóli, visti at siga frá Pól Nikláa við Ryggjagarð í Nólsoy, at nólsoyingar eisini vóru á útróðri hendan dagin. Teir fóru at landi, tá ið teir høvdu drigið línuna, men Óla Vang setti aftur.

Um kvøldið brast hann á við stormi og kavaroki, og tað spurdist einki aftur frá Óla Vang og teimum, sum hendan dagin vóru við honum.

Hinir menninir vóru: Poul Jacobsen, eystringurin kallður, 63 ár, Elias Jacob­sen, bróðursonur eystring­in, 26 ár, Mikkjal Pauli Poulsen í Borgarastovu, Magnus Samuelsen í Horni, Dánjal Jacobsen úr Køk í Kopargøtu, pápa­beiggi Mikk í Dávastovu og Johannes Claudius Johannesen av Argjaboða.

Áttandi maður á báti var Poul Hansen, Pól í Horni, men honum barst frá.

Hann var so hegnigur og hevði ávist snildi at fáast við maskinur. Østrøm, sum átti fabrikkina á Skálatrøð, sendi boð etir honum, tí ólag var á eini maskinu. Hann fór tí ikki til útróðrar, og hetta bjargaði honum lívinum.

Ein partur av søguni hjá Símin er, at ein sonur Magnus í Horni var Sámal Samuelsen. Hann giftist við Kristionnu hjá Johan í Hoyvík, son Símun, eftir at hon á ungum árum hevði verið í Danmark og lært til harraskræddara.

Sámal fór út at sigla, og undir fyrra heimsbardaga búsetir hann seg í New Jersey í USA. Kristianna er eftir heima og seymar fyri fólk. Umframt hennara egnu trý børn tekur hon bróðurdóttir Sámal, Elsu, sum hevur mist mammuna, til fosturs. Hon og mamman verða umrøddar í einum seinni parti av hesi røð.

Sámal vildi hava alla familjuna til Amerika eftir at kríggið er liðugt, og Kristianna fór við børnun­um. Hon var tríggjar ferðir aftur í Føroyum, men Sámal var bert eina ferð. Tey fingu eina dóttir aftur­at, Johanna, eftir at Krist­i­anna var komin til Amer­i­ka. Ættarfólk hjá henni vóru við á ættarstevnuni 1. august.

 

Útvegaði helvtina av mynstrunum hjá H.M. Debes

Tað var ikki gamansleikur at sita so illa eftir, men Lotta fell ikki í fátt. Hon setti vevin upp og fór at veva fyri fólk. Soleiðis kundi hon halda húsinum uppi.

Helvtin av bindingar­mynstr­unum, sum H.M. Debes gav út í síni bindi­bók í 1932, hevði hann fingið frá Lottu, og á tann hátt eru tey varðveitt.

Lotta átti trý børn. Lor­enza doyði av tuberklum í 1907 bert 20 ára gomul. Hon hevði gingið eitt ár á læraraskúla, tá ið hon fall frá. Synirnir vóru Símun hjá Lottu, sum var av bestu útróðrarmonnum í Havn og tiltikin miðamaður, og Christian Frederik, kallað­ur C.F. Teir slitu høgan aldur.

C.F. Hansen kom 17 ára gamal at arbeiða hjá Søren Müller. Tá ið hann fylti 65 ár skrivaði Dimmalætting:

C.F. Hansen hvis mest særprægede Karakteregen­skaber er Troskab og Ret­linethed har i mere end 40 Aar været ansat paa Müllers Kontor i Thors­havn. Det er ikke faa, der i Aarenes Løb har haft for­bindelse med C.F. Hansen, som har et særdeles ind­gaaende Kendskab til Skibsekspedition.

At hans ubestridelige Dygtighed nyder alminde­lig Anerkendelse vidner bl.a. den Kendsgerning, at C.F. Hansen i mange Aar har været Medlem af og Næstformand for A/S Thorshavns Mælke­forsyn­ing og Margarinefabrik. Ligeledes har offentlige Myndigheder nydt godt af C.F. Hansens alsídige Evn­er, idet han ved adskill­i­ge Lejligheder har optraadt som Mæglingsmand i Arbejdskonflikter.

C.F. Hansen har talrige Venner, ja man kan roligt sige, kun Venner.

Ein sonur C.F. Hansen var Ole Vang Hansen (1924-1997), sum var ein kendur danskur málari og grafikari. Sagt verður um hann í Danmark, at “hele livet hentede han inspira­tion i den færøske natur og sagnverden, og dens drama tolkede han i komposition­er, der trods grafikkens lille format var stort an­­lagte. Ved hjælp af en lille billedopbygning med brug af få elementer, ofte klipp­er, hav og himm­el, gengav han motivers monu­mental­itet, under­streget af stærke kontraster mellem lys og mørke."

Charlotta doyði í 1943, og hon sat tískil einkja í ikki færri enn 55 ár.

 

Keldur:

Niels J. Arge,

Viggo Christiansen,

Petur Oluf Skorá

 

-------

 

Komandi partur

verður um tann kenda fotografin Else Petersen