Bilur stolin í spølni

Løgreglan hevur havt nógvar ymiskar uppgávur um vikuskiftið. Ein bilur var stolin í spølni, fýra fólk vóru tikin fyri rúsdrekkakoyring og mangt annað. Les politirapportina her

Lagt til rættis: Rógvi Nybo, rogvi@sosialurin.fo


Bilur stolin í spølni


Sunnumorgunin varnaðust fólk í einum bústaði í Klaksvík, at bilur teirra var horvin úr túninum. Málið var beinanvegin meldað til løgregluna. Bilurin var seinni eftirlýstur í útvarpinum, tá tað framvegis eingi tekin vóru um bilin. Ikki fyrr enn sunnukvøldið var bilurin funnin aftur. Tá vísir tað seg so, at tað vóru fólk, ið kennast væl við eigararnar, og hava goymt bilin fyri teimum í spølni – hetta er í samband við at hesi fólkini skulu giftast, greiðir vakthavandi á Løgreglustøðini í Havn frá.

Hann greiðir somuleiðis frá, at tað nokk hevði verið ynskiligt, at komið var fram við bilinum fyrr, áðrenn alt maskinaríið hjá Løgregluni verður sett í verk.



Fýra ferðir rúsdrekkakoyring


Fýra nýggj mál um rúsdrekkakoyring eru skrivaði um vikuskiftið. Fríggjakvøldið varð ein maður tikin á Sundsvegnum í Havn, leygarnáttina klokkan 2 varð enn ein maður tikin í miðbýnum í Havn, og aftur klokkan 4 leygarnáttin varð eitt konufólk tikið á Ringvegnum. Síðsta málið var sunnumorgunin klokkan 8 í Klaksvík, har ein triði maður varð tikin fyri at koyra við kenning.


Hundurin skal ábyrgdartryggjast


Leysir hundar geva dagliga løgregluni høvuðbrýggj. Mestsum hvønn einasta dag ringja fólk og boða frá leysum hundum ymsastaðni. Løgreglan sendir síðan boð eftir aktingarmanninum hjá kommununi, ið tekur hundin upp. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn greiðir frá, at eigararnir av hundunum fáa 400 krónur í bót fyri at lata hundin ganga leysan. Harafturat er tað eitt lógarkrav, at tá hundurin ikki er hvølpur longur, skal hann ábyrgdartryggjast. Er hann ikki tað, so gevur tað eina bót til eigaran. Harafturat skal hundurin eisini hava eitt helsi við navninum og eigaranum í. Og tað er eftir øllum at døma ikki so sjáldan, at hundar hvørki eru tryggjaðir ella hava helsi við navni í, og tá ganga ofta upp til dagar, har hundurin er í varðhaldi hjá aktingarmanninum, áðrenn eigararnir koma eftir honum.


Rendu frontalt saman inni í tunlinum


Sunnukvøldið varð eitt ferðsluóhapp inni í Kollfjarðatunlinum. Tveir bilar, ein við føroyskum plátum á veg suðureftir og ein við norskum á veg norðeftir, rendu frontalt saman inni í tunlinum. Fýra fólk vóru í bilinum við norskum plátum, ið var á veg móti Signabø, har Norröna lá fyri veður, tí tey skuldu av landinum. Í hinum bilinum vóru tvey fólk, og eftir samanstoytin vóru øll seks fólkini flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, men einki verður sagt um størri fólkaskaðar. Bilarnir fóru tó illa, og eru helst blivnir vrak.

Fólkini í norska bilinum sluppu sostatt ikki við Norrönu tá hon fór avstað aftur til Danmarkar í nátt.

Hvør orsøkin til óhappið er, veit løgreglan ikki at siga enn, men báðir førararnir vóru edrúir. Málið verður kannað nærri, og løgreglan hevur onkrar ábendingar.


Kona skotin í høvdið á Krambatanga


Herviligar beistagerðir eru framdar í Suðuroy um vikuskiftið. Á Krambatanga, har Smyril leggur at, høvdu ótangar skotið eftir fólkum við Hardball-byrsum, og eitt nú var ein kona rakt í høvdið av hesum smáu plastikkúlunum. Kúlurnar eru sera harðar, og taka fast, so smeiturin er dyggur.

Teir, ið beistagerðina hava framt, eru fangaðir, og skuldsettir fyri brot á politiviðtøkurnar.

Stolið av motorinum á skutara


Fríggjadagin ella fríggjakvøldið hevði onkur gjørt seg inn á ein skutara í Hoyvík. Meðan skutarin stóð parkeraður uttanfyri bústað eigarans, hevur einhvør verið og stolið partar av motorinum á skutaranum. Eingin gerningsmaður er tikin í hesum máli enn.