Fongsul í 60 dagar!
So nógv kostar tað einum manni at hann eitt kvøldið herfyri bardi og bukaði konu sína av.
Tey komu til ilnar beint sum hon var komin heim frá arbeiði og tað endaði við at hann bæði sló og sparkaði hana so hon small í gólvið og harnæst traðkaði á hana.
Men harðskapurin endaði ikki her, tí tá ið konan var komin niður at liggja, traðkaði hann á bringuna og búkin á henni við fullari vekt og dróg hana eftir hárinum eftir gólvinum.
Hann var í tufflum tá ið hann traðkaði konuna, so at konan fekk bæði skurðsl og blá merki ymsa staðir á kroppin av harðskapinum.
Beinanvegin eftir harðskapin vórðu tey sundurlisin og nú skulu tey skiljast.
Nógvur harðskapur
Tá ið tey hittust í rættinum í gjár, vóru tey bæði samd um, at parlagið hevði gingið illa øll árini.
Tey høvdu verið gift í fleiri ár, men frammanundan tí, høvdu tey eisini verið par í nógv ár.
Hann kallaði hjúnalagið rætt og slætt eitt helviti.
Hon var meiri hóvlig og segði, at tað hevði verið turbulent.
Men tey vóru púra ójøvn á máli um, hvør av teimum var tann harðligi parturin.
Hann segði, at konan var ikki til at hava við at gera.
Hon segði, at maðurin hevði javnan verið harðligur og at hon hevði livað undir kropsligum og sálarligum yvirgangi øll árini.
Hon hevði ongantíð áður boðað løgregluni frá, tí hon hevði alla tíðina liva í vónini um tað for at ganga betri.
Men eftir hendan seinasta harðskapin, hevði hon fingið nokk og meldaði mannin.
Knívur og kjøthamari
Tey vóru eisini fullkomiliga ósamd um, hvør orsøkin til hendan seinasta harðskapin.
Maðurin segði, at tað var konan, sum varð blivin púra svøk um einki.
Fyrst hevði hon stoytt ein pakka av jogurt oman yvir hann, men hon legðist eisini á hann, fyrst við knívi, har hon skarð hann í armin og síðani við einum kjøthamara, har hon slóð hann fleiri ferðir.
Men tað hevði hann verið ov skelkaður at fortelja løgregluni fyrrenn langt aftan á.
Tí noktaði hann seg sekan í harðskapi.
Gjørdust frá sær sjálvum
Konan greiddi frá, at áðrenn hon kom heim frá arbeiði, plagdi hon altíð at ringja heim áðrenn at vita, hvussu lagið á manninum var.
Hon hoyrdi altíð á málinum á honum, hvusu lagið var.
Tá ið hon ringdi heim hendan dagin, hoyrdi hon, at lagið var ringt. Og tað gekk heldur ikki meiri enn ein lítil løta, til alt var ein ruðuleiki.
Tað, sum festi í fjúsið á manninum var, at hann gleið á trappusteininum og tað fekk hana at flenna.
Maðurin gjørdust frá sær sjálvum og sum hon stóð við køliskápið við einum jogurtpakka, slóð hann hana so hart í ryggin, at hon reyk framav í ein kant so at pakkin skrædnaði, so jogurt sproytaði um allan køkin.
Síðani slóð maðurin hana í andlitið og sparkaði hana so fast í búkin í tufflum, at hon small í gólvið. Ímeðan hon lá, traðkaði hann á hana og dróg hana ígjøgnum køkin eftir hárinum.
Tað eydnaðist henni at sleppa leysum, men maðurin jagstraði hana runt í øllum húsinum, líka til hann legðist fyri av møði og steðgaði tá.
Tá fekk hon ringt eftir hjálp, so at hon slapp til rýmingar og á skaðastovuna, har tað varð staðfest, at hon var eym undir síðuni, umframt at hon hevði skurðsl og blá merki ymsastaðni á kroppinum.
60 dagar í fongsul
Ákærin helt, at maðurin átti at fáa fongsulsrevsing í tríggjar mánaðir. Hann helt, at tað var skerpandi, at talan var um harðskap í einum hjúnalagi, tí harskapur í einum hjúnalagi var serliga vanæriligur.
Verjin helt, at maðurin skuldi fríkennast og at hann í ringasta føri kundi fáa ein treytaðan dóm so at hann slapp undan at sita.
Hann helt ikki, at tað kundi prógvast at frágreiðingin frá konuni var vatntøtt og so helt verjin eisini, at passaði tað, at maðurin hevði verið harðligur í mong ár, hevði konan onkusvegna funnið seg í tí, at soleiðis var hann.
Dómarin trúði frágreiðingina hjá konuni og dømdi mannin at sita í fongsli í tveir mánaðir.