arbeiði á eini verksmiðju og føldi, við sínum viðkvæma sinni, at tað ríkið, hon var borgari í, í síni grund var meinlíkt tí týska naziríkinum, sum fall í 1945. Sjálv sigur hon: Alt tað, sum eg helt hava týdning [...] og verður nú umsett til heimsins høvuðsmál. Herta Müller er ein í odd og egg politiskur rithøvundur. Á ungum árum róði hon andróður móti tí kommunistiska stýrinum í Rumenia. Hon kom upp í Aktionsgruppe Banat [...] støðu bleiv skaldskapurin, skrivingin, einasti útvegur, ein lykil, sum ein kann heingja sínar dagar á, eisini um eg veit, at tað ikki broytir lívsins veruligu hendingar. Tað finnast bøkur, sum geva einum
nokta at sýnt fram á Listasavninum, og hava tey í staðin tikið seg saman í Heystframsýningarbólkin, sum í dag telur 17 føroysk yrkislistafólk. Øll hesi árini hava tey tó sett sítt álit á, at ein loysn fór [...] árini. - Í einum javnum streymi av brøvum, hava vit víst á, at um tað ikki skjótt verða listafaklig kriteriu, sum leggja støðið fyri virksemið á Listasavninum, so endar tað við eini vanlukku. Nøkur beinleiðis [...] sum nú skal ganga á odda inn í framtíðina hjá Listasavninum hevur Inger Smærup Sørensen ilt við at síggja tað meiningsfulla í. - Vit vita, at undir verandi leiðara hevur virksemið á savninum ikki livað
vit eru komin inn í jólamánaðin, og tað tyngir byrðuna hjá starvsfólkunum á Posta. – Tað byrjar spakuliga at merkjast á mongdini á pakkum, at jólini koma skjótt, men tað verður ikki fyrr enn um hálvan, at [...] Vit eru uppi á stóra posthúsinum á Óðinshædd, og tað er byrjað at lýsa hendan góða heystdagin. Bjarki Poulsen og hini eru liðug at skilja post, og nú er kurérin við at lasta bláa Citroen bilin, har tað [...] upp á land og bleiv postmaður, so hevði tað ikki borið til at verið um børnini, um omman og familjan annars hjálpti væl til, sigur pápin, og staðfestir, at hann ikki angrar, at hann legðist upp á land
varð viðgjørt á tingi segði sami maður, at hevði ein sambandsmaður lagt tað fram, hevði hann "verið ákærdur fyri landasvik og alt tað fúlasta mann kann siga um eitt menniskja". Og hann helt fram: "hevði [...] alfabetið kann hýsa veruleikanum. So vit ikki longur hava eitt føroyskt alfabet til pynt, og eitt útlendskt, sum vit brúka. ? Men tað var ikki bara Tobbin, sum sló hart á knappaborðið. ? Tað, sum onnur hava sagt [...] Kritikkurin helt kortini fram: ? At víðka alfabetið fer at skapa ruðulleika! segði ein. Tað fer at "smildra føroyska rættskriving", segði ein annar. ? Fólk fara at sleppa øllum reglum. Tey fara ikki longur at skriva
danskar milliónir ikki longur skulu renna inn á føroysku fíggjarlógina. Ballónin hjá John Javnaðartingmaðurin John Johannesen bleiv høvuðspersónur fyri nøkrum vikum síðani, tí hann helt, at tað skal vera bíligari [...] - Tað snýr seg heilt einfalt um at gjøgnumskoða bullshit. Um at duga at skyna á, hvat er substansur, og hvat ikki er vert at reagera uppá. Orðini eigur Michael Christiansen, meistaraligi spinndoktarin [...] hjá fyrrverandi danska forsætisráðharranum Anders Fogh Rasmussen. Seinasta vikuskiftið luttók hann á eini ráðstevnu um fjølmiðlar og politikk í Keypmannahavn. Og við sínum sjálvsikra stíli hugleiddi hann
krónur. Hann kom eisini inn á ein rættiliga hvassorðaðan mail, sum Tony Paris hevði sent til Kára Purkhús, og sum gjørdi tað næstan ógjørligt at samstarva við venjaran longur. - Men onkrir av stóru sponsorunum [...] boðað Tony Paris frá í maili og svarið var: »That’s fine« Keypti hús Landsstýrismaðurin kom eisini inn á dystin, har famøsa Høgni Madsen-hendingin fór fram. Ein hending, sum var umrødd í bløðum eins væl og [...] sponsorunum vildu halda fast við Tony Paris, og tí royndu vit at finna semjur, segði Aksel V. Johannesen. Á pannuna Sakførarin hjá Tony Paris, Jens Wang, tráðspurdi nú landsstýrismannin og vildi vita, hvussu
framhaldandi skal verða í Kommunuskúlanum. Henni á baki kemur so Levi Mørk, men nú er tølini vorðin til 25 – 35milliónir. Og bæði skulu tey hava tosað við serfrøðingar á økinum. Okkum hava tey ikki tosað við, og [...] Víst verður til heildarætlanina, sum skal verða gjørd fyri Kommunuskúlan. Víst verður á, at nóg nógvar stovur ikki eru á ístandsetta skúlanum, at pláss er fyri 10. flokki. Men er hetta nú heilt beint? Lat [...] verkstaði á skúlanum, tí vit hava fleiri rúm í kjallaranum, sum hava staðið tóm leingi. Eftirsum skúlin longu undan útbyggingini hevur keypt inn leysar telduvognar við 12 teldum í hvørjum, er ikki longur neyðugt
Jacobsen Siamesisku tvíburarnir í politiska lívi landsins hava verið á breddanum um vikuskiftið. Radikalu sjálvstýrararnir í Fólkaflokkinum heita á allar flokkar – eisini andstøðuna – um at bjarga sær burturúr [...] árini – skulu allir lønmóttakarar vera komnir upp á 15 % í pensiónsgjaldi. Í prinsippinum er tað sjálvandi í lagi, men spurningurin er, hvussu fløkjan verður á arbeiðsmarknaðinum, táið tey sum longu hava rokkið [...] hava skrúva uppá ein tann einasta solidariska sjunt á samfelagsradiatorinum undir prossessini fram til hendan dag. Teknikkurin hevur fingið takholt á politikkinum. Sum ikki er vorðið annað enn barnsliga
Liverpool ímóti Lyon. Heima á Anfield stóð nevnliga 1-1 á talvuni, tá farið varð um teir 90 minuttirnar, men Lyon skoraði tá sigursmálið í yvirtíðini. Og í útidystinum var Liverpool á odda 1-0, tá klokkan segði [...] , at Fiorentina ikki vann heimadystin móti Lyon, og tann fortreytin helt ikki. Við einum einsamøllum máli, sum Vargas skoraði upp á brotsspark, eydnaðist nevnliga Fiorentina at vinna seg víðari í kappignini [...] álit á hesum. Er nakað um hetta, so er lítil ivi um, at Rafael Benitez skjótt er ein liðugur maður í Liverpool. Christian Purslow, sum er stjóri í felagnum, sigur nevnliga, at tað als ikki er upp á tal
húsinum á Tanganum, har Marjun Smith býr ídag, í eystara endanum á húsinum. Jens Mortensen, var vanliga nevndur Jens á Hvitanesi. Hann var skipari á Smirli í nógv ár. Johan Joensen búði alt lívið á Tanganum [...] og sunnudagar, har nógv var á skránni. Ofta var eisini skipað fyri útferðum. Eg minnist, at vit eina ferð vóru 15 gentur og dreingir, sum fóru á súklu til Fámjins. Losjan á Tvøroyri var annars millum tær [...] ingurin á Tvøroyri. Frágreiðingin fyri hesum heiti er, at gamla kirkjan stóð her, og hevur upprunanavnið væl verið Kirkjuválur ella Kirkeval á donskum. Tað komu nógvir skotskir fiskimenn inn á Tvøroyri