Kommunuskúlin, milliónirnar og 10. flokkur

Jacob Thomsen, lærari í Tórshavnar Kommunuskúla

Hevði ikki ætlað mær í blaðskriving um 10. flokk í Tórshavnar kommunu. Helt, eg hevði sagt mína meinig hesum viðvíkjandi í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi álitið um 10. flokk; men tá ið fólkavaldir politikarar í blaðgreinum eru farnir at sleingja um seg við tí stóra eykakostnaði í millióna-klassanum, sum ein framhaldandi 10. flokkur í Kommunuskúlanum fer at hava við sær, og haraftrat seta hetta upp ímóti bygging av røktarheimi yviri við Strond, so haldi eg, at her er tíð at tala at.

Fyrst er tað Marin Katrina Frýdal, sum í grein í Sosialinum 20.nov, nevnir talið 18 – 22 milliónir tað skal kosta eyka, um 10. flokkur framhaldandi skal verða í Kommunuskúlanum. Henni á baki kemur so Levi Mørk, men nú er tølini vorðin til 25 – 35milliónir. Og bæði skulu tey hava tosað við serfrøðingar á økinum. Okkum hava tey ikki tosað við, og tann gleði og spenningur um flytingina, sum Marin Katrina skrivar um, tað kenna vit einki til her í Kommunuskúlanum
Til hetta vil eg siga, at hetta er manipulatión og villleiðing av almenninginum av grovasta slag
Tí veruleikin er tann, at 10. flokkur í Tórshavnar Kommunuskúlam ikki kostar kommunu nevniverdugt eyka og vildi heldur ikki gjørt tað, um vit í Kommunuskúlanum høvdu fingið frið at arbeitt og bøtt um okkara 10. flokk eftir tí leisti, sum vit hava sett út í kortið.
Víst verður til heildarætlanina, sum skal verða gjørd fyri Kommunuskúlan. Víst verður á, at nóg nógvar stovur ikki eru á ístandsetta skúlanum, at pláss er fyri 10. flokki. Men er hetta nú heilt beint?
Lat okkum líka hyggja eftir hesi heildarætlanini. (Ja, hvussu er annars við henni - hon er ikki eisini útsett til óásetta tít?)

Heildarætlanin
Tá ið heildarætlanin, sum býráðslimir og embætisfólk løgdu fram fyri lærarum og leiðslu skúlans vónandi einaferð stendur liðug, hevur Havnin endiliga ein Kommunuskúla, hon errin kann vísa fram fyri vitjandi.
Vit hava tá tríggjar skúlaeindir, ið allar hava góðar umstøður. Grunddeild, miðdeild og framhaldsdeild.
Vit hava eina tveysporaða grunddeild við 6 flokkum – 1. til 3. flokk – í Kongagøtu.
Sethúsini hjá frk. Cohr verður tikin niður. Har verður nýggjur skúli til tveysporaðu miðdeildina reistur. Her ganga nú 6 flokkar – 4. til 6. flokk.
Eftir stendur so stóri bygningurin, ið nú skuldi verið glæsiligari enn hann nakrantíð var í 1956, tá ið hann var stoltleikin hjá Havnini.
Skúlin hevur fingið stóra matarhøll, sum er bygd út í lægdina í skúlagarðinum.
Fimleikahallirnar báðar eru gjørdar ístand.
Bókasavnið er vaksið út at fevna um gamla arbeiðsrúmið hjá lærarunum . Nýggj handarbeiðsstova og skúlakøkur eru gjørdar har gomlu lærarawc’ini og gamla lærarastovan og lærarakøkurin vóru í sínari tíð. Ella kanska verða núverandi handarbeiðsstovan og skúlakøkurin, sum eru góðar at arbeiða í, standandi.
Hvør veit, kanska fysikkstovan, tilevningsstovan, sangstovan, smíðstovan og lívfrøðistovan eisini hava fingið eitt pift, tá ið man alíkavæl er farin í gongd?
Pláss er enntá verið fyri einum hart til trongdum námsfrøðiligum verkstaði á skúlanum, tí vit hava fleiri rúm í kjallaranum, sum hava staðið tóm leingi.
Eftirsum skúlin longu undan útbyggingini hevur keypt inn leysar telduvognar við 12 teldum í hvørjum, er ikki longur neyðugt við teldustovum. Harumframt eru eisini settar upp samvirknar talvur í øllum skúlastovunum, so tað er heldur eingin trupulleiki longur.
Eftir standa so 18 skúlastovur.

Eru 18 skúlastovur ikki nóg mikið?
Eru hesar 18 skúlastovurnar veruliga ikki nóg mikið at hýsa tveimum 7nda flokkum, fýra 8nda flokkum, fýra 9nda flokkum og millum ein triðing og helvtina av 10nda floks næmingunum í kommununi?
Tað má sanniliga sigast at vera frossarí við skúlastovum, tá ið býráðið ætlar, at 7ndu, 8ndu og 9ndu flokkarnir skulu hava nærum tvær stovur í part. Men soleiðis má tað skiljast, ið býráðspolitikararnir føra fram í hesum døgum. Tí við ætlaðu heildarætlan í huga koma 8 skúlastovur at standa tómar á Kommunuskúlanum, um vit missa 10nda flokk.
Tað, sum vit ikki skilja rættiliga, er, hvussu tað skal kunna kosta so nógv eyka, at hesar stovurnar verða brúktar til næmingarnar hjá okkum?
Hvat skulu hesar tómu stovurnar verða brúktar til?

8 skúlastovur er ríkiligt
Ímynda vit okkum, at Kommunuskúlin í framtíðini (sum skuldi verið sjálvsagt) sleppur at hýsa ein góðan triðing ella helvt av 10. floks næmingunum í Havnini, soleiðis sum minnilutaálitið frá 2007 leggur upp til, hava vit nógmikið av tøkum skúlastovum til tess, aftaná at skúlin er settur í stand.
Hetta ganga vit útfrá, at tey vita í býráðnum, og tí skilja vit als ikki, tá ið ført verður fram, hvussu nógv ístandgerðin av gamla flaggskipinum í førosykum skúlaskapi kemur at kosta eyka, um 10ndi flokkur skal vera verandi í skúlanum.
Vit hava í fleiri ár roynt at víst á, hví vit halda, at tað er harmiligt, at býráðið ætlar at leggja ein 10nda flokk niður, sum vit halda riggar væl.
Hevði tað ikki verið betri, nú hugurin til deplar er so stórur, at Kommunuskúlin slapp at halda fram við síni loysn, tá ið tað nú riggar somikið væl hjá okkum. Hinir næmingarnir kundu so verið savnaðir í Eysturskúlanum, har tey fingu frið at ment sær eitt konsept, sum kundi staðið, sum eitt verdugt alternativ til tað, vit gera í Kommunuskúlanum.
Tað hevði tryggjað, at næmingarnir og foreldur teirra eisini í framtíðini høvdu eitt reelt skúlaval, sum helt teimum frá at leita av landinum á dýrar eftirskúlar, ið verða sagdir at raka sosialt skeivt.
Men tað tykist sum um, at býráðið hevur læst seg fast í, at modellið skal verða eftir Bornholmskari fyrimynd og einki annað.
Tað er nemliga rættiliga dýrt at seta á stovn eitt veruligt eftirskúlatilboð í Havnini, um tað er tað, sum er ætlanin við stóra deplinum yviri í Eysturskúlanum.

Til seinast
Eg má siga, at tað órógvar meg a skula hugsa um, at ein leysur el-kaðal undir loftinum í gamla Realskúlanum og onkur hissini blaðgrein um tann standin, sum bygningar Kommunuskúlans vóru í, hevur ført okkum í hesa vanlukkuligu støðu, har framtíðar lagnan hjá skúlanum er vorðin kastibløka imillum politiska viljan og prát um pengar øðrumegin (sum einki hald er í) og skúlaskap, undirvísing og námsfrøði hinumegin. Tað ógóvar meg eisini, at tað er Tjóðveldið saman við Javnaðarflokkinum, sum gongur undan í prátinum, har skúlin verður settur upp ímóti einum ellisheimi. Tað minnir meg ikki sørt um tað, ið hendi suðuri í Vági á sinni.