- Tað snýr seg heilt einfalt um at gjøgnumskoða bullshit. Um at duga at skyna á, hvat er substansur, og hvat ikki er vert at reagera uppá.
Orðini eigur Michael Christiansen, meistaraligi spinndoktarin hjá fyrrverandi danska forsætisráðharranum Anders Fogh Rasmussen. Seinasta vikuskiftið luttók hann á eini ráðstevnu um fjølmiðlar og politikk í Keypmannahavn. Og við sínum sjálvsikra stíli hugleiddi hann um, hvussu lætt tað var at vinda journalistarnar um sín lítlafingur í tíðini í forsætismálaráðnum.
Búskaparsemja í evsta tíma
Dagin eftir ráðstevnuna um fjølmiðlar og politikk seinasta vikuskiftið eftirlýsir formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, eina breiða búskaparsemju, sum skal fáa risa hallið á fíggjarlógini burtur. Flokkurin hevur havt landsfund í Klaksvík, og nakrar fáar dagar áðrenn fíggjarlógin skal samtykkjast í løgtinginum er Fólkaflokkurin komin fram til, at landið hevur brúk fyri eini búskaparsemju.
Ein flott niðurstøða at koma til. Samgongan hevur arbeitt við eini búskaparsemju meginpartin av árinum, sum varð samtykt í juli og fekk navnið “ólavsøkupakkin”. Men kortini er útmeldingin breaking news í fjølmiðlunum, og bæði løgmaður og fíggjarmálaráðharrin hugleiða eitt langt og annað breitt um nýggja útspælið hjá Jørgen Niclasen. Hálva aðru viku áðrenn fíggjarnevndin skal leggja álit fram um fíggjarlógina fyri 2010!
Horvnir spurningar
Uttanríkisráðharrin breiðir seg víðari út um galloperandi vøksturin í almennu útreiðslunum og bedýrar, at Fólkaflokkurin vil skerja og spara, tí Fólkaflokkurin stendur fyri einum ábyrgdarfullum fíggjarpolitikki.
Men Jørgen fær ongan spurning um, hví Fólkaflokkurin hevur loyvt útreiðslunum at vaksa so nógv. Flokkurin, sum sjálvur hevur sitið við valdið síðani 1996 undantikið seks kaotiskar mánaðir við CHE-samgonguni í 2008. Ongin spurningur um, hví landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum, Jacob Vestergaard, ikki heldur sín lut í ólavsøkupakkanum og fær inntøkutrygdina hjá fiskimonnum av fíggjarlógini og út á arbeiðsmarknaðin. Ein sparing, sum kann vinna landskassanum 50 milliónir komandi ár. Jørgen fær ongan spurning um, hvussu man ætlar at koma hallinum til lívs uttan at breiðka inntøkugrundarlagið hjá landskassanum. Ongin spurningur um, hvussu vit skulu hava ráð til at byggja tunlar í Norðoyggjum og undirsjóvartunnil til Sandoynna fyri væl yvir eina milliard, soleiðis sum fólkafloksbossurin í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, íðin talar fyri. Og sum Jørgen hevur stuðlað honum í, tá Jóannes Eidesgaard valdi at strika tunlarnar í sínum fíggjarlógaruppskoti.
Trupulleikin er ikki Fólkaflokkurin ella Jørgen Niclasen. Trupulleikin er, at eingin setti Jørgeni teir avgerandi spurningarnar, so vit kundu fingið ítøkiligt innihald á borðið.
“Tíðindaskrivini” hjá Edmundi
Ein annar klassikari er Edmund Joensen. Í fleiri ár hevur sambandsmaðurin sent miðlunum lesarabrøv, sum hann og hansara skribentur rópa fyri “tíðindaskriv”. Eitt genialt hugskot, tí tá okkurt ber heitið “tíðindaskriv”, so renna tíðindafólk glaðbeint avstað, og lesarabrøvini gerast ferð eftir ferð tíðindasøgur í bløðunum og í loftmiðlunum. Men hvussu leingi er tað ein tíðindasøga, at Edmund er ímóti EFTA-limaskapi og fyri ES-limaskapi? At hann er ímóti blokkniðurskurði og fyri at tiðna blokkin?
Tjóðveldi meldaði í seinastu viku út, at blokkurin skal vera burtur í 2014. Vit fáa eitt hall uppá eina lítla milliard komandi ár, men vit skulu sambært Tjóðveldi strika eina stabila inntøku hjá landskassanum uppá 615 milliónir komandi fýra árini. Eingin spurdi Tjóðveldi, hvussu vit skulu kompensera fyri mistar inntøkur. Eingin spyr í heila tikið Tjóðveldi, hvussu tað hongur saman, at ein rakstrarøking fyri og onnur eftir verða skotin upp, samstundis sum hundraðtals danskar milliónir ikki longur skulu renna inn á føroysku fíggjarlógina.
Ballónin hjá John
Javnaðartingmaðurin John Johannesen bleiv høvuðspersónur fyri nøkrum vikum síðani, tí hann helt, at tað skal vera bíligari at flúgva til Danmarkar. Alt gott um tað. Men so hvørt sum søgan tók skap, bleiv hon meiri og meiri innantóm. Ongin politisk viðgerð lá aftanfyri. Ongar útrokningar. Ongar ætlanir. Eingin semja. Bert ein tanki hjá John Johannesen.
Og tak Javnaðarflokkin, sum í juli samtykti ein ólavsøkupakka, men sum nú ikki vil kennast við fleiri sparingar í hesum sama pakka, serliga á almannaøkinum. Sparingarnar í pensjónunum útloystu eitt ramaskríggj, og Javnaðarflokkurin royndi at turka uppskotið uppá embætisfólkini í fíggjarmálaráðnum. Tað má vera fyrstu ferð í søguni, at embætisfólk hava borið eitt uppskot í tingið uttan um landsstýrismannin.
Skulu vit renna aftaná øllum hugskotum hjá øllum politikarum? Ella skulu vit gjøgnumskoða bullshittið, fáa fatur á substansinum og viðgera tey evnini, sum hava uppiborið eina viðgerð?