Tá málið verður ein ideologi

Tíðargrein:

Qlaxvík? Zumba? Er henda stævsedingin ykky sgeiv? Jú, hon er høpisleys. Og argumentini fyri skerda stavraðnum eru eisini høpisleys. Latið okkum gera tað, sum er skilabest. Tað ger einki um tey, sum hava rætt, eisini fáa rætt


"... tað er nakað helvitis tvætl". ? "Sjúrður Skaale hevur einki annað gjørt í tveir mánaðir enn at profilerað seg við at søkja at tí føroyska málinum". ? Orðini segði Tobbi í eini samrøðu við Rás2 um hetta góða alfabet-málið. ? Tá uppskotið varð viðgjørt á tingi segði sami maður, at hevði ein sambandsmaður lagt tað fram, hevði hann "verið ákærdur fyri landasvik og alt tað fúlasta mann kann siga um eitt menniskja". Og hann helt fram: "hevði tað verið í einum U-landi, so hevði hann allarhelst verið skotin". ? Eitt sindur hvøss orð má sigast - sjálvt tá tey verða verða tikin út Tobbasa stundum óstortliga vocabularium. ? Tað merkiliga er, at tað ikki var nakað málsligt stórmál, sum fekk sinnið í Tobban. Einans eitt uppskot um, at nakrir bókstavir skulu setast inn í okkara alfabet. Ikki fremmandir bókstavir, men stavir sum vit øll, eisini Tobbi, brúka hvønn einasta dag tá vit skriva føroyskt. Og stavir, sum fleiri túsund føroyingar bera í sínum navni. ? Tað snýr seg altso um at fremja eina neyðuga justering, so samsvar verður millum alfabetið og veruleikan. So føroyska alfabetið kann hýsa veruleikanum. So vit ikki longur hava eitt føroyskt alfabet til pynt, og eitt útlendskt, sum vit brúka. ? Men tað var ikki bara Tobbin, sum sló hart á knappaborðið. ? Tað, sum onnur hava sagt - bæði alment og (serliga) í privatum teldubrøvum - hevur verið lítið mildari. ? Men tað er ókey. Grundleggjandi er tað jú positivt, at kjak um málið vekir so sterkar kenslur. Tað vísir, at Føroya mál, enn sum áður, kann "røra hjartastreingir". Fólk eru ikki líkasæl - og so leingi tey ikki eru tað, skal føroyskt nokk yvirliva. ??Kritikkur tikin til eftirtektar ?Men hvat var tað, sum gjørdi nøkur fólk so ill? ? Í fyrstani var ónøgd við ætlanina um at skipa alfabetið við løgtingslóg. Løgtingið skal ikki avgera ein málfrøðiligan spurning við lóg, varð sagt. Tí hvat verður so tað næsta? ? Hesin kritikkur var skilagóður - og hann var eisini tikin til eftirtektar: Løgtingið avgjørdi ikki spurningin við lóg (- hóast meiriluti helst hevði verið fyri tí). Í staðin varð samtykt, at eitt málráð skal fáa heimild at gera hetta av. Tey kritisku fingu altso sín vilja. ? Løgtingslimir søgdu kortini sína hugsan um spurningin, eins og ein samd mentanarnevnd mælti til, at vit fáa eitt fult alfabet. Men við hesum tilmæli slepti Løgtingið málinum.
Qlaxvík? ?Kritikkurin helt kortini fram: ? At víðka alfabetið fer at skapa ruðulleika! segði ein. Tað fer at "smildra føroyska rættskriving", segði ein annar. ? Fólk fara at sleppa øllum reglum. Tey fara ikki longur at skriva sirkus, men circus, segði ein. Einki barn fer at skriva Selatræ! segði ein annar. Tey fara at skifta millum Celatræ og Zelatræ! Sára fer antin at skrivast Zára ella Cára. (Eg fari helst at eita Cjúrður...) ? Hugsanin tykist altso vera, at fólk gera sær sína egnu stavseting burtur úr alfabetinum. Og jú fleiri stavir, jú størri ruðulleiki. ? Hetta er, orsaka vendingina, nakað forferdiligt tvætl. Eingin fer nakrantíð at skriva hvørki Celatræ, Wiðareiði, Zumba ella Qlaxvík! ? Alfabetið er bara eitt yvirlit yvir teir stavir, vit nýta. Stavsetingin sigur, hvussu teir skulu nýtast. Hon sigur, hvat er rætt og hvat er skeivt. Henda stævsedingin er sgeiv. Og hendan er røtt. ? Vit hava bæði fyrra I og seinna Y í alfabetinum. Men fyri tað er eingin, sum skrivar "ykky" tá hann skal skriva "ikki". Tí "ykki" er skeivt og "ikki" er rætt. ?
Skeiv samkoma ?Tað hevur eisini verið tosað um at ynskja danskt prestastýri. Um at vilja steðga allari orðagerð. Um at vanvirða 100 ára málstrev. Og mangt annað, sum ikki er vert at svara til. ? Men tann mesti - og mest áhugaverdi - kritikkurin, hevur snúð seg um persónar: ? "Tú gevur Málfelagnum rætt!"? "Tú ert farin í part við André og teimum!" ? "Tillukku við tínum nýggju vinum!" ? Problemið var, at eg gav tí skeiva partinum rætt... ? Hetta vísir, hvussu partarnir í málkjakinum farnu árini er dotnir niður í tvær skotgravir. Øðrumegin hevur staðið tað konservativa Fróðskaparsetrið og hinumegin tað liberala Málfelagið. Tað hava verið Jóhan Hendrik og hansara menn móti André og hansara monnum. ? Og tað hevur ikki borið til at verið kritiskur móti báðum. Ella at tikið undir við báðum. Tann, sum ikki hevur verið við, hevur verið ímóti. ? Tað, sum teir konservativu hava sagt um Málfelagið, hevur mint um tað, sum víðgongdir babtistar kundu sagt um kirkjuna: Prestar ber ikki til at tosa við! Teir hava ikki bara skeivt - teir eru sjálvur skeivleikin! ? Tað, sum málfelagsmenn hava sagt um teir konservativu, hevur verið í sama duri. Báðir partar hava hildið, at hin parturin hevur viljað málinum ann. Júst sum tann víðgongdi kristni heldur tey, sum hoyra til skeiva samkomu, vilja sjálvum kristindóminum ann. ?
Góður dynamikkur ?Eg fegnist stórliga um, at nýggja Málnevndin er meira pragmatisk enn tann gamla. Tí eingin vil málinum ilt. Øll tey, sum nýta tíð og orku til kjakið, økja málsligu tilvitanina. Tey gagna málinum. Tey vilja málinum tað besta. Men tey eru ósamd um, hvat tað besta er. ? Eg haldi vit øll mugu ásanna, at tann puristiska kósin á mangan hátt hevur verið gagnlig. Somuleiðis er greitt, at "málreinsingin" stundum er farin ov langt. Mál er ein livandi organisma, sum má sleppa at mennast frítt millum fólk. Málið hjá fólkið kann ikki og skal ikki stýrast meira enn eitt vist. ? Ósemjan millum setur og Málfelag hevur skapt ein fínan dynamikk í kjakinum. Men tá tað verður sekteriskt og ideologiskt, er tað ikki gagnligt longur. Tá tað avgerandi ikki er hvat verður sagt, men hvør sigur tað, eru vit farin av kós. ? Orðaskiftið um alfabetið vísir, at tað er hetta, sum er hent. ? Tí argumentini fyri skerda alfabetinum eru ikki logisk. Tey snúgva seg ikki um sjálvan spurningin, men um flokkadrátt. Persónsstríð. Ideologi. Alt tað, sum sum so mangan forðar skilagóðum loysnum. Tey byggja á eina hugsan um, at hóast mótparturin hevur rætt, so skal hann ikki fáa rætt. ? Eitt dømi um hetta var maðurin, sum illsliga segði við meg: Her skal einki broytast! Tað føroyska ABC'ið er ivaleysa gott...!