Bjørn á Heygum Tað gongur skjótt í hesum døgum.Uttanlandanevndin við Johan Dahl á odda skjeyt uppskotið um Íslandssáttmálan niður vegna tess, at hann løgfrøðiliga ikki var borðbarur. Hetta uppskot frá [...] gjaldið skal ásetast av landsstýrismaninum innan ávísar karmar (interval við lofti) og fara í serligan grunn umsitin av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Uppskotið í andsøgn við stýrisskipanina Løgtingskrivstovan [...] ikki, at hesin ivin skuldi koma formansskapinum og løgtingsumsitingini til góðar. Hann legði trýst á samgongutingmenninar við tí sannførandi grundgeving, at ongin var við síðuna av ella omanfyri Løgtimgið
brokkin upp á pláss, verður eingin sangur í Múlavík komandi vár, segði Jenny. Bóndin hevði svára pínu, tá ið hann kom á ambulatoriið. Hann setti seg í bíðihølið og hugsaði um Manskórið á Ytstu trom og [...] verði Maria moy og øll halgimenni á hesi grønu jørð, hugsaði Tormóður. Bóndin mannaði seg upp og fór upp á borðið. Nalvaverkini gingu bóndanum nær. Striltið gekst at koma upp á hetta læknaliga kryvjingarborð [...] fer tað at nerva røddina. Nei, á tig og tala, tú hevur sama ljóm í røddini sum gamli Edward Mitens. Har er ikki so mikið sum eitt dism av einum dusti á málbandi bóndans, á, so langt frá tí. Tú ert ein knávur
sum eins og tann veruliga søgan um Lot, ikki altíð vera søgd frá ella havd á lofti. Vit hava í øðrum lesarabrøvum víst á, at tað longu nú finnast nógvar lógir í føroyska lóggávuni, sum als ikki samsvara [...] vit eisini fáa burturúr við at lesa frásøguna um Lot. Onnur, ið lesa hesa frásøgn, leggja bara dent á søguna um, at tey homoseksuellu vóru oydd vegna sín í Guds eygum ótespiliga livihátt. Lot og hansara [...] tann VERULIGA søgan um Lot verður fjald. Um vit kenna Jenis rætt so skrivar hann hetta fyri at vísa á, at vit føroyingar ikki eiga at viðtaka lógir sum loyva hesum ólevnaði. Vit eiga ikki so mikið sum at
maskinsmiður og arbeiddi á Tórshavnar Skipasmiðju. Fyrstu árini búðu tey í Rættará, til tey í 1949 fluttu inn í nýggj hús á Argjum. Dinna og Ólavur fingu 8 børn: Hallgerð (á Lofti), sum býr á Argjum, Jóannes, [...] sum býr í Havn, Gudna (Midjord), sum býr á Argjum, Eivind, sum býr í Jyllinge á Sælandi, Bjarni og Bjartur, sum búgva á Argjum, og Eydna og Hálvdan, sum búgva í Havn. Foreldrini hjá Dinnu vóru: Amalia [...] Dinna er ættað úr Sandavági, men hevur búð á Argjum síðan 1949. Hon kom sum ung til Havnar, har hon tænti og arbeiddi eina tíð á bakarínum hjá Fossá, aftan fyri Havnar Klubba, har sum matstovan Toscana
VÍSUSANGUR Um ein skal royna at lýsa stemningin frá sekstiárunum - soleiðis sum hann kundi vera í stórbýum á tí europeiska meginlandinum ella í USA - gerst hetta kanska best við at biðja fólk síggja fyri sær eina [...] bási, og greiða so væl tey duga frá alskyns loysnum, skilagóðum ráðum eins væl og patentloysnum, upp á átrúnaðarligar, sálarligar, tilveruligar ella politiskar trupulleikar. Nøkur halda fast um ta gerandisligu [...] Marcuse ella Hermann Hesse ella sex-evangeliið hjá Wilhelm Reich, og endiliga eru nøkur, sum halda upp á, at rísmáltíðir burturav lekja allar sjúkur og allan ampa, og so eru tað uppaftur tey, sum hava funnið
línubátarnir eisini lagstir á hana. Línan yvirtekur alt Tá talan er um útróður, so man hesin 78 ára gamli útróðrarknassin úr Skopun vita, hvat hann tosar um. Tá tosið fellur inn á umstøður og líkindi hjá [...] Salli. Útróður uttan nakran góðan Sum útróðrarmaður so fylgir Salli væl við í tí, sum verður havt á lofti og tosað um innan fiskivinnu. - Tað vísir seg soleiðis fyri mær, at nógvir føroyingar halda at vit [...] sum oftast mugu verða einsamallir á útróðri. Sportbátar í havn Einu tíðina varð tosað um at seta lóg í gildi um trygdina, og sum bannaði monnum at vera einsamallir á báti. - Varð tað so, ja, so lógu allir
uppeftir, tá teir seinnapartin leygardain koyrdu á Áarvegnum í Havn. Orsøkin var, at skótar úr KFUM og Frelsunarherinum royndu seg sum klintrarar. Á høga vegginum á Hafnia siðu teir og tað sá rættiliga vandamikið [...] vandamikið út. Men væl gekk og teir hugnaðu sær. Tað sást á øllum brøgdum. Men dirvi skal til, innan ein í eini línu fer útav tekjuni á Hafnia, men tað er sagt so mangan, at tað er hart at vera skóti. Men at [...] at tað er stuttligt, er ongin ivi um. Tað sást á Áarvegnum.
ófrelsta umborð á Sólborg var, at hann royndi at betra seg sjálvan til frelsu, men boðini frá Teddy vóru greið:"nei, góði, tú kemur ikki til Himmals á handan hátt!" Og við at vísa honum á Jesus, sum hin [...] Teddy og so mongum øðrum. Hvat vildi tú sagt um Teddy?- hendan spurningin fekk je settan umborð á Smyrli á veg suður til jarðarfeðina. Svarið var lætt- Teddy gjørdi sunnudagsskúlan og møtini livandi og [...] Teddy at mála Frelsaran fyri okun á slíkan hátt, at okur valdu at elska og fylgja í fótasporum Frelsarans. Soleiðis var hann við til at bjarga mongum , sum í dag virka á sama øki sum hann, kunngera boðskapin
skúlaútbyggingina í Klaksvík. Henda útbyggingin hevur verið havd á lofti á politiskum støði og ikki minst hjá teimum ið varða av skúlunum í býnum. Á fundi í farna mánaði varð kunnað um hesar útbyggingingar, sum [...] fyri á tí tøkniliga økinum, - herundir í undirvísingini við teldum. Tað eru alt ov fáar teldur í okkara skúla! Í fyrsta lagi eru bara 10 teldur, og so eru tær allar rættiliga gamlar. Tá er betri á hinum [...] Hóast upphæddin man tykjast stór, so er lítil ivi um, at hetta er avgjørt neyðugt at fara undir, og tað á báðum skúlunum. Hetta sama eru hesar átta dámurnar úr Klaksvík eisini samdar í. Henda útbyggingin verður
Sunnudagsskúli í Býlingshúsinum á Norðasta Horni, kl. 18.00 Møti í Missiónshúsinum v/ Øssur Kjølbro. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15.00 í KFUK: Eldrasamkoman við Leilu á Lofti. Evni: Jósef. Týsdagin kl [...] Søldarfjørður Siloakórið luttekur á fundunum sunnukvøldið. Øll eru vælkomin. Sjómanskvinnuringarnir í Runavík og á Strondum koma saman til hugnaløtu í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum mánakvøldið kl. 19.30 [...] mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losjuni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Fyribyrgingarráðið Argjaboðagøta