Sjálvt sólin vildi verða við og sendi sínar lívgevandi og vónríku geislar heilt at grøvini.
Ímyndi mær Teddy hesa løtuna, hvussu hann saman við Jesusi fylgdi við okun, úr tí dýrdar-staði, hann so mangan myndaði so ljóslivandi fyri okun.
Av sonnum ein stórbær løta, har okur mintust vinin og bróðurin og hoyrdu frá lívi hansara saman við Jesusi. Knappliga 50 ár vóru liðin, frá tí løtu hann legði hond sína í tær naglamerktu, sum um miðju nátt leygarkvøldið leiddu hann inn í teir ævigu bústaðir. Og har fara okur skjótt at møta teimun- Jesusi, Teddy og so mongum øðrum.
Hvat vildi tú sagt um Teddy?- hendan spurningin fekk je settan umborð á Smyrli á veg suður til jarðarfeðina. Svarið var lætt- Teddy gjørdi sunnudagsskúlan og møtini livandi og spennandi, gjørdi at je sum barn og ungur gleddi meg at fara hagar.
Jesus var høvuðsevni í frásagnum og talum hansara. Eins og Mel Gibson í filminum "The passion of the Christ", megnaði Teddy at mála Frelsaran fyri okun á slíkan hátt, at okur valdu at elska og fylgja í fótasporum Frelsarans. Soleiðis var hann við til at bjarga mongum , sum í dag virka á sama øki sum hann, kunngera boðskapin um Jesus
Júst hetta verður so væl lýst fyri okun í bókini "tað hendi umborð 2", har greitt verður frá umvending umborð á Sólborg. Teddy var við henda túrin, og úr bókini, sum Svenning av Lofti hevur skrivað, lesa okur:
"har sum Teddy var, varð tosað um Jesus, bæði tá ið teir sótu í messuni ella vóru í tí dagliga arbeiðinum"
Trupuleikin hjá hesum ófrelsta umborð á Sólborg var, at hann royndi at betra seg sjálvan til frelsu, men boðini frá Teddy vóru greið:"nei, góði, tú kemur ikki til Himmals á handan hátt!" Og við at vísa honum á Jesus, sum hin goða hirðan, var Teddy við til at leiða hann seinastu fetini til Krossin, har tær naglamerktu hendurnar tóku móti enn einum burturvilstum barni.
Gott verður at møta Teddy aftur- heima hjá Jesusi. Inntil tá gleðast okur, ikki sum tey, ið onga vón hava, men sum tey, ið bíða við gleði eftir tí degi, tá okur skulu flyta inn í tað veruliga lívið.
Jenis










