Skopun: Týsmorgunin var Salli Lognberg aftur í báti sínum.
Hetta hevur hann gjørt so mangan áður: Hann var burtur um summarið, kom so aftur um heystið og róði so út um veturin.
Tað skal eg siga tær: Ein gleddi seg at koma heim av skipi og síðani at fara til útróðrar við sínum egna báti, sigur tann nú 78 ára gamli Salli.
Henda morgunin við havnalagið í Skopun var alt gjørt klárt at fara á enn eina útróðrarferð. Og tað mundi helst eisini vera tíð uppá tað!
- Tað hevur verið so stak vánaligt veður í seinastuni. Eg fekk bert tveir dagar í desember, - tað var tað heila.
- So hetta er fyrsti túrurin í hesum árinum. Men nú er veðrið eisini so frálíkt og streymurin góður, sigur hann og fer bakkandi út úr havnalagnum við báti sínum "Hemarin".
Hesaferð ætlaði hann sær í Flógvan, har hann hevur verið so mangar ferðir áður.
Hetta er vanliga ein góð fiskileið hjá útróðrarbátum. Men tað eru tó ikki bert teir, sum hava fingið eyguni upp fyri hesi leiðini, tí nú eru línubátarnir eisini lagstir á hana.
Línan yvirtekur alt
Tá talan er um útróður, so man hesin 78 ára gamli útróðrarknassin úr Skopun vita, hvat hann tosar um.
Tá tosið fellur inn á umstøður og líkindi hjá útróðrarmonnum anno Domino 2006, so hevur Salli sínar avgjørdu hugsar um hetta:
- Her er ein álvarsom broyting við at koma í. Tað eru als ikki somu forhold í dag, sum áður, heldur hann.
Við útróðrinum í dag er støðan einfalt hon, at tað er línan sum hevur yvirtikið tað heila. Og hetta hevur eisini sínar fylgjur fyri hansara starv.
- Tú. Tann gamli útróðurin hann er simpelthen skúgvaður til viks. Í dag er eingin tjansur at klára seg hjá einum manni sum skal royna við snellu.
- Nei, tað ber yvirhøvur ikki til longur. Er fiskur á einum staði, so
er línan har beinanvegin - eisini mitt um summarið, sigur Salli avgjørdur.
Út um 3 fjórðingar
Eitt dømi um júst hetta er ein av góðu fiskileiðunum hjá snellubátunum - Flógvin, teir kalla. Í dag er henda leiðin yvirtikin av línuni.
Inni fyri Norðradali er eisini sama skilið, tí har eru ofta stórir
bátar at
síggja.
- Tosað hevur verið um at halda línuna uttanfyri tríggjar fjórðingar. Men tað hevur altíð verið ein stór mótstøða móti tí.
- Tað er tó eingin ivi um, at hetta hevði verið ein sera góð loysn fyri okkum. Hví kunnu vit ikki eisini eiga okkara øki?!
- Eitt er so sikkurt: Skal fiskurin fiskast upp inni við land, so er okkurt heilt løgið, sigur Salli.
Útróður uttan nakran góðan
Sum útróðrarmaður so fylgir Salli væl við í tí, sum verður havt á
lofti og tosað um innan fiskivinnu.
- Tað vísir seg soleiðis fyri mær, at nógvir føroyingar halda at vit
koma at liva foruttan tosk.
- Ja, ja, tað kann so væl vera. Men so verður lítið eftir av Føroya fólki.
Tað er vist og satt, sigur hann.
Størsti trupulleikin hjá heimaútróðrinum er, at hann eigur onga styrki í dag, og eigur heldur ongan góðan. Hetta ger so aftur tað, at menn sum oftast mugu verða einsamallir á útróðri.
Sportbátar í havn
Einu tíðina varð tosað um at seta lóg í gildi um trygdina, og sum
bannaði
monnum at vera einsamallir á báti.
- Varð tað so, ja, so lógu allir bátarnir fastbundnir við bryggju.
Eingin tímir at arbeiða soleiðis, tí einki fæst burturúr. Fyrr fingu teir
nøkur oyru burtur úr hesum, og menn sóu upp til hesi oyruni sum teir fingu burturúr.
- Nú er tað nakað heilt annað! Eg veit bara tað, at tá alt hetta er farið, og bara nakrir sportbátar fara at liggja eftir í føroysku havnunum, tá er lítið eftir.
- Men tað gongur skjótt tann vegin, sigur Salli.