Skótar í leysum lofti á Áarvegnum

Tað var ikki sørt, at tað legðist afturat rúgvuni av fólki, sum stóð sum kánus og hugdi upp í loft á Áarvegnum seinnapartin leygardagindag. Orsøkin var, at skótar hingu í leysum lofti á stóra vegginum á Hotel Hafnia

Onki ferðsluóhapp hendi, hóast fleiri bilførarar hugdu uppeftir, tá teir seinnapartin leygardain koyrdu á Áarvegnum í Havn.
Orsøkin var, at skótar úr KFUM og Frelsunarherinum royndu seg sum klintrarar. Á høga vegginum á Hafnia siðu teir og tað sá rættiliga vandamikið út. Men væl gekk og teir hugnaðu sær. Tað sást á øllum brøgdum.
Men dirvi skal til, innan ein í eini línu fer útav tekjuni á Hafnia, men tað er sagt so mangan, at tað er hart at vera skóti.
Men at tað er stuttligt, er ongin ivi um. Tað sást á Áarvegnum.