Kappróðrarfelagið NSÍ og róðrardeildin hjá ÍF hava hetta broytt. Í felags áheitan á aðalfundin verður skotið upp, at grein eitt í reglunum fyri FM í kappróðri verða broyttar soleiðis, at tað nú fer at standa [...] fulltrúir kunnu nýtast ella ikki. Nevndin í RSF hevur eisini lagt fyri aðalfundin uppskot um at skerpa reglurnar fyri at atkvøða á aðalfundinum. Í grein fimm í ásetingunum hevur tað higartil staðið, at [...] aðalfundi umboða róðrarfelag, uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánað, og uttan at hava limagjalds- og limaviðurskifti síni í lagi". RSF nevndin skjýtur nú upp, at hetta verður lagt
Tað snúði seg um smábørnini á Válinum, sum í framtíðini skulu ansast í Kvívík og ikki í Vestmanna. Eftir hendingina mánakvøldið hevur Tórarinn Didriksen sett seg í samband við Innlendismálaráðið, og haðani [...] Sagt verður eisini í brævinum, at spurningurin, um Tórarinn Didriksen hevur røkt sínar skyldur, eigur ikki at ávirka kommunuvirksemið, sum tað hevur gjørt í hesum føri. - Rætta mannagongd í hesum føri hevði [...] verður tikin upp aftur helst í næstu viku, sigur Dánjal Petur Müller. Hann hevur biðið sakførara kanna málið. Tórarinn Didriksen sigur, at hann hevur valt ikki at møta á fundum í kommunustýrinum, tí hann hevði
sína arbeiðsmegi fram, og øll fáa møguleika fyri at koma í starv, har hetta er í boði. Arbeiðið at gera ásetingarnar meiri ítøkiligar er farið í gongd, og tað er at fegnast um. Leiðreglur til tað almenna [...] sum formaður í MBF limur í ráðnum Kristianna Sjóvará umboðar Løgmansskrivstovuna Jan Simonsen umboðar Almanna- og heilsumálaráðið Hallbera F. West frá Almanna- og heilsumálaráðnum er skrivari í Ráðnum fyri [...] fyri brekað er ráðgevandi í málum viðvíkjandi brekaðum. Ráðið fyri brekað skal: geva landsstýrinum ráð í øllum almennum málum, sum hava týdning fyri viðurskiftini hjá brekaðum í Føroyum, og geva øðrum almennum
Neistaliðið er styrkt í ár í mun til í fjør við tað, at Nicoleta Radu Hansen og Annika Ljósstein eru komnar í hópin úr ávíkavist Søljuni og Stjørnuni. Hinvegni hevur liðið mist ein profil í Marjun Tróndarson [...] n tók Kyndil móti Søljuni í høllini á Hálsi í Havn. Kyndil sær út til at standa seg betur í ár enn í fjør, og liðið hevur longu fingið nøkur stig til høldar. Søljan taldist í fjør millum teirra, sum stríddust [...] Neistin vann dystin á Skála 23-20, eftir at tað hevði staðið á jøvnum 12-12 í hálvleikinum. Neistin var á odda í fleiri førum í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist tó hvørja ferð vertunum at koma upp á javnt
vitjan. Hann hevur verið vitjan hvørt ár í samfull 28 ár. Og tað bilar heldur ikki við at tosa føroyskt. Erik Ludvigsen er dani, men hann er limur í føroyingafelagnum í Ålborg, lesur føroysku bløðini og nógvar [...] Føroya. Erik búði tey fyrstu tjúgu árini av sínum lívi í Føroyum og tók eisini studentsprógv í Føroyum. Foreldrini, Erna og Knud Lugvigsen, búðu í Føroyum árini 1922 til 1945. Pápin stjórnaði Føroya Banka [...] og hevur millum annað undirvíst við lærda háskúlan í Ålborg og starvast sum advokatfulltrúi. Síðst í nítiárunum byrjaði Erik at gera vart við seg í føroyska kjakinum við lesarabrøvum. Nógv av tí, Erik
er sonur Pól við Garð og Lenu, sum var ættað úr Vestmanna. Tey eiga børnini, Poul, Onnu, Hans, Lenu og Tórálv. Øll búgva í Leirvík uttan Lena, sum býr í Danmark. Pápin, Pól, var bóndi, og tí vaks Jacob [...] hann í Grønlandi í eini tvey ár, og her heima koyrdi hann eisini rutu, umframt at hann hevur róð nógv út. 18. oktober 1955 festi hann garð, og fyri sløkum 30 árum síðan bygdi hann fjós úti á Vík í Leirvík [...] Vík. Í samrøðuni greiðir hann frá, tá ið gamli bøurin í bygdini fjaraði burtur til grundøkir. Hetta dámdi honum lítið. "Tá ið hann sá, hvønn veg tað bar, fekk hann kommununa at taka allan bøin í senn,
gamli Martin Poulsen, sum eisini var meistari í fjør, gjørdist meistari, og í hølunum á honum komu Olaf Berg og Hans Kristian Simonsen. Hesin seinni var meistari í 2002. John Rødgaard, sum var á odda fyrra [...] Olaf hevði trupulleikar í fyrstu umførunum. Men so tók hann sær rættuliga um reiggj, og hann var nógv tann mest sannførandi í fimm teimum síðstu umførunum, sum hann fekk fult í. Tað var bara eitt hálvt [...] Nielsen. Eg vann, men eg haldi ikki, at eg telvaði væl í tí talvinum, sigur 20 ára gamli meistarin, sum sigur seg vera væl nøgdan við telvingina í teimum fimm talvunum, ið endaðu við remis. Rimmar endaspurtur
hann merkir væl, hvussu spent fólk eru, bæði úti í býnum, men eisini á arbeiðsplássinum, politistøðini í Havn. Karl Oddmar sigur, at teir í Neistanum í løtuni bara hugsa um tann komandi dystin, og ikki [...] dystin, er eisini nakað, ið leikararnir merkja til dagligt. Alt liggur í okkara hondum Kyndil og Neistin liggja jøvn í stigum á ovastu rók í føroysku hondbóltskappingini, og nú farið verður undir næstseinasta [...] frammanundan. Karmarnir verða óivað í topp, sigur Karl Oddmar, sum vónar, at áskoðararnir hjá Neistanum fara at verða eins góðir sunnudagin, sum teir vóru í Vestmanna seinasta vikuskifti.
sera spennandi og ikki sørt dramatiskt í høllini í Vági, tá liðini í seinna hálvleiki skiftust um at hava yvirtakið og at vera undir. VÍF tóktist koma betur frá byrjan í seinna hálvleiki, men VB svaraði aftur [...] Líkasum alt í Vági snúði seg um fótbólt fyri tveimum árum síðani, hoyrist nú bara hondbóltsprát allastaðni. Orsøkin er, at VB-kvinnurnar hava staðið seg so væl við sínum nýggja liði, at tær eru bestar í bestu [...] fyri oyrað, at VB jú í fjør var einasta liðið, ið vann á VÍF. Og at hetta tí ikki var ómøguligt hesa ferð heldur_ Og so var eisini, tí VB vann góða, spennandi og dramatiska dystin í Vági sunnudagin við
gongur fyri KFUM-skótarnar í Føroyum). Vesturkirkjan: kl. 11, Lestur (Talvan gongur fyri KFUM-skótarnar í Føroyum) Argja kirkja: kl. 11 (Talvan gongur fyri KFUM-skótarnar í Føroyum) Fríðrikskirkjan: kl [...] sunnudagsskúli í Hoyvíkar skúla - vegna heystfrí. Kl. 17.30: Bøn, kl 18: Møti við Símun Absalonsen. Verið øll hjartaliga vælkomin. Vit eru við í tiltakinum frá »Minus til Pluss«. KFUM & KFUK í Havn Mánadagin [...] 17: Barnamøti. Filadelfia, Sundalagið Møti verður í Eydnuni sunnudagin kl. 18.00 við Palla Højgaard og øðrum. Missiónshúsið í Leirvík Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00 við Marius Jacobsen. Øll eru hjartaliga