Bygdarráðslimur útskiftur

Kommunustríð: Tórarinn Didriksen, sum í 2008 varð valdur í kommunustýrið í Kvívík, hevur ikki møtt á fundi, eftir at kommunustýrið hevði skipað seg. Borgarstjórin valdi at loysa hann er úr starvinum sum kommunustýrislimur og kallaði næsta mann á listanum inn. Men sperðil kom í, tá ið Tórarinn Didriksen møtti aftur á fundi mánakvøldið

Lýst varð til kommunustýrisfund í Kvíkvík mánakvøldið, men tá ið fundurin skuldi byrja, gjørdist borgarstjórin Dánjal Petur Müller ikki sørt skakkur.
Tórarinn Didriksen, sum valdur varð við seinasta kommunuval møtti nevniliga á fundinum, og tað kom óvart á, tí maðurin hevur ikki verið á nøkrum kommunustýrsfundi, síðan nýggja kommunustýrið hevði skipað.
Borgarstjórin visti ikki, hvat hann skuldi gera og valdi at niðurleggja fundin.
Fundurin verður tikin upp aftur helst í næstu viku, sigur Dánjal Petur Müller.
Hann hevur biðið sakførara kanna málið.
Tórarinn Didriksen sigur, at hann hevur valt ikki at møta á fundum í kommunustýrinum, tí hann hevði onga ávirkan kortini. Hann heldur, at ein partur av kommunustýrinum hevur nakað persónligt ímóti sær.

Framvegis limur
Tá ið Tórarinn Didriksen ikki var møttur á nøkrum fundum, valdi borgarstjórin at biðja næsta mann á listanum møta, og hesin hevur síðan virkað sum fastur limum.
Hetta fekk Tórarinn Didriksen bræv um, og hann fekk at vita, at um hann ikki skrivliga svaraði í seinasta lagi 20. august 2009, fór hetta at verða so.
Avrit av brævinum varð sent Innlendismálaráðnum, sum onga viðmerking gjørdi.
Tórarinn Didriksen heldur fast við, at hann framvegis er limur í kommunustýrinum
- Um eg møti ella ikki, kann eingin koyra meg frá. Eg eri valdur í kommunustýrið, sigur Tórarinn Didriksen.
Hann heldur annars, at kommunustýrið er farið út um alt mark við at geva næsta manni á listanum sæti í teknisku nevnd umframt fastan sess í kommunustýrinum.
Hann leggur aftrat, at tá ið hann heldur ikki fær fundarboð, kann hann illa møta á fundi.
Mánakvøldið møtti hann, tí málið á skránni var sera viðkomandi fyri hann. Tað snúði seg um smábørnini á Válinum, sum í framtíðini skulu ansast í Kvívík og ikki í Vestmanna.
Eftir hendingina mánakvøldið hevur Tórarinn Didriksen sett seg í samband við Innlendismálaráðið, og haðani fekk hann at vita, at hann framvegis er limur og ikki kann koyrast frá, uttan so at hann flytir úr kommununi.
Dánjal Petur Müller sigur, at kommunustýrið noyddist at taka næsta mann á listanum inn, tí kommunustýrið kundi ikki virkað ófullmannað.

Heimildarloysi
Kvívíkar kommuna fekk hósdagin bræv frá Onlendismálaráðnu, sum sigur, at kommunustýrislimir hava skyldu at røkja sítt arbeiði, uttan so at hann hevur lógligt forfall. Ger hann ikki tað, kann hann sektast við bót, men hetta verður bara gjørt í heilt serligum førum.
Tað er kommunustýrið, sum í hvørjum einstøkum føri tekur støðu til møtiskylduna og ger av, um treytirnar fyri innkalling av tiltakslimi eru loknar. Tá ið viðkomandi kommunustýrislimur aftur er førur fyr atluttaka, fer innkomin tiltakslimur út.
Sagt verður eisini í brævinum, at spurningurin, um Tórarinn Didriksen hevur røkt sínar skyldur, eigur ikki at ávirka kommunuvirksemið, sum tað hevur gjørt í hesum føri.
- Rætta mannagongd í hesum føri hevði verið at niðurlagt fundin fyribils fyri at seta seg í samband við eftirlitsmyndugleikan og fingið greitt tann iva, sum eftir øllum at døma var um hvør hevði rætt at møta, og tikið fundin uppaftur o skjótt hesin ivi var greiddur. Kommunustýrið hevur ikki heimild at útseta ásettar fundir .... Solei
Is sum málið er lýst, metir Innlendismálaráðið ikki, at fundurin átti at verið útsettur, stendur m.a. í brævinum.
Einki verður sagt um, antin Tórarinn Didriksen ella tiltaksmaðurin átti at havt sætið á fundinum mánakvøldið.