Vilja hava átta FM kappingar

Bæði fuglfirðingar og Kappróðrarfelagið NSÍ vilja sleppa at fyrireika FM kappróður á hvørjum ári, og tað vilja tey hava RSF aðalfundin at taka undir við

Fyrst vóru tað fimm FM kappingar. So øktist talið til seks, og fyri tveimum árum síðani samtykti aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum, at tað í framtíðini skuldu vera sjey FM kappingar.
Tá ið seinasta samtyktin varð gjørd, var tað ikki sørt av turbolensi. Fleiri bjóðaðu seg fram, og inntil avgerðin varð tikin, var tað mangt, sum bendi á, at gamla skipanin við at Fuglafjørður og Skálafjørðurin skuldu skiftast um at vera vertur, fór at detta niður fyri, og at í hvussu so er teir á Skálafjørðinum skuldu fáa FM kapping á hvørjum ári.
Úrslitið lagaði tað soleiðis, at Strendur/Skála og Vestmanna skuldu skiftast um nýggju FM stevnuna, meðan Fuglafjørður og Runavík framvegis skuldu skiftast um eina FM stevnu. Nú vilja Kappróðrarfelagið NSÍ og róðrardeildin hjá ÍF hava hetta broytt.
Í felags áheitan á aðalfundin verður skotið upp, at grein eitt í reglunum fyri FM í kappróðri verða broyttar soleiðis, at tað nú fer at standa, at FM kappingarnar skulu verða átta og ikki sjey.

Luttakararnir skulu eiga avgerðina
Tá ið FM stevnu spurningurin varð viðgjørdur fyri tveimum árum síðani var nógv virksemi, og fleiri fulltrúir vórðu nýttar at atkvøða við fyri feløg, sum ikki møttu upp á aðalfundinum.
Nú vil Kappróðrarfelagið NSÍ hava aðalfundin at taka støðu til, um fulltrúir kunnu nýtast ella ikki.
Nevndin í RSF hevur eisini lagt fyri aðalfundin uppskot um at skerpa reglurnar fyri at atkvøða á aðalfundinum. Í grein fimm í ásetingunum hevur tað higartil staðið, at "eingin kann á aðalfundi umboða róðrarfelag, uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánað, og uttan at hava limagjalds- og limaviðurskifti síni í lagi".
RSF nevndin skjýtur nú upp, at hetta verður lagt afturat: "Harafturat skal felag hava luttikið við í minsta lagi einari manning í tveimum FM róðrum undanfarna kappingarár".
Og so leggur RSF nevndin hetta afturat sínum uppskoti til broyting av grein fimm: "Á aðalfundi ber ikki til at atkvøða við fullmakt".
Í viðmerkingunum til uppskotnu broytingarnar sigur RSF, at nevndin heldur tað vera skeivt, at feløg, sum ikki luttaka í FM róðri á hvørjum ári, hava eins góð rættindi sum tey, ið eru við ár um ár. Nevndin heldur eisini, at tað er best, at feløg senda síni egnu umboð á aðalfund, heldur enn at onkur annar fær fulltrú at atkvøða.

Møguleiki í ár
Tær sjey FM stevnurnar í ár eru hesar: Norðoyastevna 4. juni, Sundalagsstevna 18. juni, Jóansøka 25. juni, Varmakelda 2. juli, Fjarðastevna 9. juli, Vestanstevna 16. juli og Ólavsøka 28. juli.
Hannis Joensen, formaður í RSF, sigur seg væl skilja, at áhugi er at skipa fyri og harvið at kappast á fleiri stevnum. Trupulleikin er, at róðrarárið fevnir frá Norðoyastevnu og til Ólavsøku. Ofta fer Hvítusunnan, tá ið tað ikki verður kappróð, við einum vikuskifti eftir Norðoyastevnu. Soleiðis er tað ikki í ár, og Eystanstevnan, sum ikki telur í FM kappróðrinum, er løgd at vera 11. juni.
Tá ið eitt vikuskifti fer til Hvítusunnuna, so hevði einki vikuskifti verið leyst frá Norðoyastevnuni og til Ólavsøku, um átta FM kappingar høvdu verið á skránni, og tað skal viðgeras, um tað ber til, ella um tað skal altíð skal vera eitt vikuskifti til at taka, um talan verður um illveður ella at talan skal verða um umróður av øðrum orsøkum.