Teir yngstu endaðu ovastir

Martin Poulsen, sum endurvann FM heitið, var tann einasti, sum ikki tapti í landsliðsbólkinum, og unglingameistarin tapti heldur ikki

FM TALV FYRI EINSTAKLINGAR

Tað vóru ungu menninir, sum seinnapartin av FM kappingini fyri einstaklingar av álvara settu dám á. 20 ára gamli Martin Poulsen, sum eisini var meistari í fjør, gjørdist meistari, og í hølunum á honum komu Olaf Berg og Hans Kristian Simonsen. Hesin seinni var meistari í 2002.
John Rødgaard, sum var á odda fyrra partin av kappingini, megnaði ikki at halda tørn. Í fýra teimum síðstu umførunum tapti hann eina ferð og spældi tríggjar ferðir javnt.
Fyri FM heitið hevði tað stóran týdning, at Martin Poulsen megnaði at vinna á John Rødgaard. Martin var tann einasti av teimum tíggju í landsliðsbólkinum, sum ikki tapti nakað talv. Hann vann fýra ferðir, og fimm ferðir var tað javnt.
? Eg eri væl nøgdur við mítt avrik. Um eg skal seta niður á nakað av talvunum, so skal tað vera tað, sum eg telvaði ímóti Torkili Nielsen. Eg vann, men eg haldi ikki, at eg telvaði væl í tí talvinum, sigur 20 ára gamli meistarin, sum sigur seg vera væl nøgdan við telvingina í teimum fimm talvunum, ið endaðu við remis.

Rimmar endaspurtur
Eins og meistarin er Olaf Berg, sum við sama stigatali sum Hans Kristian Simonsen, úr Havnar Telvingarfelag. Enn hevur Olaf ikki vunnið FM, men tað er neyvan nakar ivi um, at hann eisini næstu árini fer at verða millum fremstu avbjóðararnar hjá Martini Poulsen.
Olaf hevði trupulleikar í fyrstu umførunum. Men so tók hann sær rættuliga um reiggj, og hann var nógv tann mest sannførandi í fimm teimum síðstu umførunum, sum hann fekk fult í. Tað var bara eitt hálvt stig frá Olafi og fram til Martin. Tí er ikki undarligt, um Olaf serliga iðrar seg um, at hann í fjórða umfarinum við hvíta fólkinum tapti ímóti Rana Nolsøe, sum endaði aftastur við tveimum stigum.
Hans Kristian Simonsen hevði fram til næstsíðsta umfarið góðan møguleika at vinna, men í áttanda umfarinum tapti hann við hvíta fólkinum ímóti Olafi Berg.
Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi løgtingsformaður, handaði steyp og heiðursmerkir. Fyri at vinna FM fekk Martin Poulsen sjey túsund krónur. Olaf Berg og Hans Kristian Simonsen fingu 3.500 krónur í part.
Endaliga úrslitið var hetta: Martin Poulsen, 6,5 stig, Olaf Berg 6,0, Hans Kristian Simonsen 6,0, John Rødgaard 5,5, Bogi Ziska 5,0, Torkil Nielsen 4,0, Carl Eli Nolsøe Samuelsen 4,0, Jens Christian Hansen 3,0, Steintór Rasmussen 3,0 og Rani Nolsøe 2,0 stig.

Finnbjørn góðan endaspurt
Í fyrsta bólkinum hevði Finnbjørn Vang úr Klaksvíkar Talvfelag, hægsta styrkistalið. Tað gekk eitt sindur striltið hjá honum fyrrapartin av kappingini, tá ið Eyðálvur Johannesen lá á odda. Men í endaspurtinum royndist tað væl hjá Finnbirni. Í fimm teimum seinastu umførunum fekk hann 4,5 stig og vann bólkin við sjey stigum.
Næstbestur var Eyðálvur Johannesen úr Kollafjarðar Talvfelag. Hann fekk 6,5 stig. Í tveimum teimum seinastu umførunum fekk hann einki burturúr. Bernhard Thomsen úr Kollafirði fekk 6,0 stig, Jákup á Rógvu Andreasen úr Vestmanna Talvfelag fekk fimm stig, og Andreas Andreasen av Toftum fekk 4 stig.

Helgi besti unglingur
Umframt at eiga meistaran og næstbesta mannin í besta bólkinum, so eydnaðist tað eisini Havnar Telvingarfelag at vinna unglingakappingina. Meistarin hevur væl kenda talv eftirnavnið Ziska. Unglingameistari gjørdist Helgi Dam Ziska, og hann var sannførandi vinnari. Í teimum átta umførunum misti hann bara eitt hálvt stig.
Næstbestur var Jón Gregersen úr Sandavágs Talvfelag. Hann fekk 6,5 stig. Rúni Dragaberg úr Klaksvíkar Talvfelag endaði á triðja plássinum. Hann fekk 6,0 stig.