Vágskvinnur vístu VÍF durafjórðingin

Í einum góðum og spennandi dysti í Vági megnaðu VB-kvinnurnar við einum góðum innsatsi og stórum stríðsvilja at vinna á greipuvinnarunum síðstu tvey árini

Kvinnuhondbóltur

Líkasum alt í Vági snúði seg um fótbólt fyri tveimum árum síðani, hoyrist nú bara hondbóltsprát allastaðni. Orsøkin er, at VB-kvinnurnar hava staðið seg so væl við sínum nýggja liði, at tær eru bestar í bestu kvinnudeildini.
Var mótstøðan kanska ikki tann størsta í dystunum móti Stjørnuni og Tjaldri herfyri, so kundi ikki roknast við løttum dysti sunnudagin, tá VÍF kom á vitjan.
Hinvegin hevði onkur bjartskygdur vágbingur skrivað sær aftan fyri oyrað, at VB jú í fjør var einasta liðið, ið vann á VÍF. Og at hetta tí ikki var ómøguligt hesa ferð heldur_
Og so var eisini, tí VB vann góða, spennandi og dramatiska dystin í Vági sunnudagin við fýra málum. Eftir javnleik 11-11 í hálvleikinum royndust VB-kvinnurnar betur í seinna hálvleiki og vunnu at enda dystin 23-19.

Onga útskifting
Sigurin hjá VB var grundaður á stóran stríðsvilja og ein góðan innsats av øllum ? og tað vóru tær somu, ið spældu allan dystin á tamb ? tí VB gjørdi onga útskifting!
Eitt skifti í seinna hálvleiki vóru tekin um, at kreftirnar vóru um at ganga undan hjá VB, men so bleiv aftur undanbrekka.
Verjan tók sær av tí, ið væntast kundi av henni ein góðan dyst, og málverjin Daina Ilaite stóð serliga móti endanum sera væl í málinum, so ikki bar til hjá VÍF at fáa bóltin fram við henni nóg ofta.
VÍF tóktist hinvegin ikki rættiliga at hava neyðuga fótafestið í dystinum, men sá hinvegin heldur ikki út til at undirmeta VB.
Í verjustøðu brúkti VÍF onkuntíð 5-1 og onkuntíð 6-0, og onkuntíð mansvardi VÍF báðar tær litavisku og onkuntíð bara aðra.
Einasta støðuga hóttanin hjá VÍF var Sóley Mikkelsen, ið skjeyt næstan helvtina av málunum hjá vestmannakvinnum, men eisini brendi tvey brotskøst.

Dramatikkur
Eftir ein javnan fyrra hálvleik gjørdist tað sera spennandi og ikki sørt dramatiskt í høllini í Vági, tá liðini í seinna hálvleiki skiftust um at hava yvirtakið og at vera undir.
VÍF tóktist koma betur frá byrjan í seinna hálvleiki, men VB svaraði aftur. Frá 12-14 fór VB upp á 15-14.
VÍF royndi eina ferð aftrat, og meðan VB brendi brotskast og aðrar stórar kjansir, bardi VÍF seg framum av nýggjum og kom á odda 17-15.
Hesa løtuna sá út til, at VÍF ? sum so mangan fyrr ? skuldi avgera dystin og stýra trygt móti sigrinum.
Men VB vildi tað enn eina ferð øðrvísi og svaraði aftur, samstundis sum tað nú vóru tær úr Vestmanna, sum gjørdi feilir og mistøk, ið kostaðu.
Restina av dystinum átti VB yvirvágina og fekk skorað neyðugu málini, so VÍF ongantíð aftur kom inn í dystin. Og teir síðstu seks minuttirnar fekk VÍF einki mál!
Spennandi verður nú at síggja, um VB eigur tað, sum skal til at halda fast við góðu gongdina, og eisini verður áhugavert at síggja eftir teir næstu dystirnar, um VÍF bara haltar nú í byrjanini, ella um liðið ikki longur hevur suverenan status, eins og tvey tey síðstu kappingarárini.

Dysturin í tølum:
VB-VÍF 23-19 (11-11)
Málskjúttar:
VB: Arnleyð Hjelm 8, Laila Jespersen 5, Daiva Toumaite 5 (2), Reda Kurkauskiene 2 (1), Guðrun Midjord 2, Anja Magnussen 1
VÍF: Sóley Mikkelsen 9, Jacklyn Durhuus 2, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2, Ioana Rapa 2 (1), Alis Høghamar 1, Fríða Marjunardóttir 1, Nicoleta Radu 1, Hertha Simonsen 1
Brotskøst: VB 5, VÍF 4
Útvísingar: VB 3, VÍF 3
Dómarar: Birgir Dimon og Kári Niclasen