varnast fleiri og fleiri sambandsfólk at skammiliga støðan, sum tvíhildið verður um, har eingin føroysk semja fæst um broytingar, sum vit kunnu spæla út mótvegis dønum, ger at ríkisfelagsskapurin fer [...] veruleiki, og hevði hann parlamentariskan rætt at skipa seg í samgongu. Sambandsmenn høvdu einki lært, tá sama støða kom í aftur í 1974. Men tá var eisini ein politiskur gorlakkur komin á pallin, og hann kravdi [...] sum hevði sitið 1970?74, so harra Edmund Joensen, sambandsflokkurin setti seg við vilja uttanfyri. Sama gjørdi hann í 1984 og 1990 hóast eg í langa tíð eftir hvørt av teimum valunum hevði samband við nógvar
fólkatingsval útskrivað í ótíð at verða mikudagin 11. mars. Á fólkatingi kom valið sera óvart á, og sama kann sigast verða galdandi her hjá okkum. Skotbráið flokkarnir fingu at stilla upp valevni var sera [...] flestu flokkarnir valt at bíða til í síðstu løtu at almannakunngera listarnar. Óført hevur verið gitt um hvør fer at stilla upp hesaferð, men tær flestu gitingarnar eru afturvístar. Tjóðveldisflokkurin var [...] teir, at teir ikki eru lidnir áðrenn blaðið fór til prentingar. ? Eg rokni við at vit verða lidnir um middagsleitið, ella einaferð út á seinnapartin. Tað er ikki so nógv sum vantar, verður sagt frá Sj
Talan er um Arbeiðsmarkanaðareftirlønargrunnin (samhaldsfasta). Um lógina um avmarking í løn í sambandi við sjúku. Sjúkradagpeningalógina. Og lógina um viðbót til ávísar pensionistar. Uppskotið um at menna [...] grundupphæddin í fólkapensiónini. Tað er 3.500 til 4.000 kr. um mánaðin. Saman við eini óbroyttari fólkapensión verður talan um einar 9.000 kr. um mánaðin til ein stakan og einar 16.-17.000 kr. til hjún. Í [...] ur skal fáa 6.000 kr. um árið, ella 500 kr. um mánaðin umframt fólkapensiónina og samhaldsfasta. Sambært uppskotinum skal landsstýrismaðurin í almannamálum áseta nærri reglur um, hvussu upphæddin verður
samráðingar Byrja hálvt ár fyrr Seinast, samráðst var við Landsstýrið um nýggjan sáttmála, varð avtalað, at farast kundi undir samráðingar um nýggjan sáttmála eitt hálvt ár áðrenn sáttmálin gongur út. Og tann [...] so nógv fólk leitað sær á aðalfund hjá Starvsmannafelagnum leygardagin sum sjálvdan fyrr. Men tað mundi helst koma av, at tey vistu, at stórmál vóru á skránni. Og tað størsta málið av øllum var at gera [...] og vóru møttir á aðalfundin. Men, hvussu stórur áhugin fyri málinum var, fekk felagið fleiri dømi um, tí nógv fólk ringdu frammanundan til felagið ymsastaðni úr landinum og boðaðu frá, at tey tíverri
eittans mál: At taka støðu til limaskapin í Føroya Handverkarafelag.Men uppmøtingin var ikki so góð, um tann í Havnini. Einans 12 limir vóru møttu á fundi og av teimum vóru teir fýra nevndarlimir. Tað eru [...] tvørafólk eisini takka fyri seg við sínum 90 limum, er Føroya handverkarafelag meiri enn hálverað. Binda um heilan fingur Jarmund Steinkross, formaður í Tvøroyrar Handverkarafelag, sigur, at tað eru ymsar grundir [...] niðurstøðu, at tað er frægast fyri teir at melda seg úr meginfelagnum. Men ein grund er, at tey vilja binda um heilan fingur. Nú Havnin fór burturúr, er Føroya Handverkarafelag alt ov nógv viknað, við tað, at
avtalan um statslánini. Hartil verða mong mál at ávirka í samráðingum við einahvørja danska stjórn, so sum EU-spurningar, umhvørvismál fyri ikki at tala um stjórnmálabroytingar, semjast vit um slíkar í [...] kræver løsrivelse«. Tá verður svarið: »Tað er í lagi, um ein meiriluti av føroyingum ynskir tað, men so mugu tit koma til semju við aðrar føroyingar um hvørja broyting í stjórnarviðurskiftunum ein meiriluti [...] Tjóðveldisflokkurin pas. Hann hevur enn ikki viljað farið til verka í eini stjórnmálanevnd um eina føroyska semju um innihaldið í sjálvstýrislógini. Tí koma vit helst at sita langt inn í næstu øld uttan broytingar
fer at fevna um eitt rættiliga stórt øki. -Vit síggja helst, at tað í eini útbjóðing verða bæði øki, sum kunnu sigast at vera sera áhugaverd og síðani øki, sum kanska eru meira vágilig. Um ikki tey attraktivu [...] -Vit eru komin til Føroya fyri at kunna okkum við viðurskiftini her, áðrenn vit gera endaliga av, um vit vilja vera við í útbjóðingini sigur nýggi oddamaðurin í Shell-BP samtakinum, Andrew Wood frá Shell [...] kundu fara undir framleiðslu vestan fyri Hetland í fjør. -Vit mugu gera okkum greitt, at her er talan um ?very high risk business?, sum setir krøv til sera stórar upphæddir av pengum. Tú mást eisini rokna
vinnulív at binda seg til eitt ávíst oljufelag, er Shell-stjórin, sum var í Føroyum um sama mundið sum tíðindi komu fram um, at føroyingar ynsktu at stovna sítt egna oljufelag og fara upp í eitt samstarv við [...] møguligum oljuinntøkum. Men ein má gera sær greitt, at júst tí tað her snýr seg um eitt so vágiligt øki, so er talan um at seta sera stórar peningaupphæddir uppá spæl. Tú hevur onga sum helst trygd fyri [...] at eitt slíkt felag kann missa peningin, sum tað fær savnað saman. Haldið fast um fría kapping Umframt at ávara føroyingar um henda stóra vanda, so dylur Shell-stjórin heldur ikki fyri, at alt tað, sum kann
liðugt spælt um vikuskiftið. Týdningarmiklasti dysturin var kvinnudysturin á Skála millum StÍF og Neistan, og her eydnaðist Neistanum at vinna eftir javnasta dyst higartil í endaspælinum. Um StÍF hevði vunnið [...] verið standandi á 14, og so hevði Kyndil verið einasti avbjóðari til StÍF. Bert tað í sjálvum sær mundi vera nóg góð motivatión hjá neistakvinnum til dystin sunnudagin? Kyndil vann sum væntað á Kambsdali [...] pappírinum teir lættastu dystirnar eftir. Í botninum eydnaðist tað Stjørnuni at halda lív í vónini um at sleppa undan niðurflyting. Seinasta útkall hjá klaksvíkskvinnum var leygardagin móti einum skerdum
dysturin í seinasta umfari millum StÍF og Kyndil á Skála. Um spurningurin um FM-heitið verður avgjørdur her, ella um talan bert verður um ein dyst um silvur og bronsu, er ógjørligt at siga. Kappingin hjá kvinnunum [...] StÍF í einum sera jøvnum dysti, sum kundi farið báðar vegir. Seinni sama dag vann Kyndil á GÍ á Kambsdali, so trý lið nú aftur kappast um FM-heitið, sum tað annars sá út til, at StÍF hevði tryggjað sær. Dysturin [...] hálvleikur var komin í helvt, hevði Rúna Wardum hjá Neistanum fingið eitt gult kort og tvær útvísingar. Um StÍF restina av dystinum hevði lagt meira trýst á høgru síðu av Neistaverjuni við Rúnu og Káru á Dunga