Fáa helst pensjón longu frá í summar

Nú er ætlanin at arbeiða skjótt, so at allir limirnir í Starvsmannafelagnum fáa eina pensjónsskipan, sum helst skal fáast at virka frá í summar

Hóast kavarok og illveður hevði so nógv fólk leitað sær á aðalfund hjá Starvsmannafelagnum leygardagin sum sjálvdan fyrr.

Men tað mundi helst koma av, at tey vistu, at stórmál vóru á skránni.

Og tað størsta málið av øllum var at gera eina pensjónsskipan fyri limirnar í Starvsmannafelagnum.

Starvsmannafelagið hevði eina pensjónsskipan, men valdi at sleppa henni fyri at sleppa undan at fara beinleiðis niður í løn, tá ið lønarniðurskurðurin var í 1993.

Men nú er tíðin komin at gera eina pensjónsskipan aftur.

Nevndin í Starvsmannafelagnum hevur arbeitt eina tíð við, hvussu pensjónsviðurskiftini skuldi skipast, og nú var komið so langt, at ætlanin var at fáa aðalfundin leygardagin at siga sína hugsan

Einir 160 limir høvdu sett seg upp ímóti veðurgudunum og vóru møttir á aðalfundin.

Men, hvussu stórur áhugin fyri málinum var, fekk felagið fleiri dømi um, tí nógv fólk ringdu frammanundan til felagið ymsastaðni úr landinum og boðaðu frá, at tey tíverri ikki hættaðu sær at koma til Havnar.


Gott og mennandi kjak

­ Eg haldi, at aðalfundurin var sera góður, sigur Gunleivur Dalsgarð, sum varð einmælt afturvaldur til formann.

Hann sigur, at kjakið var gott, lívligt og sera mennandi.

Sum hann hevði roknað við, fór nógv tann mesta tíðin til at umrøða pensjónsviðurskiftini.

Og tað endaði við, at nevndin fekk eina ógvuliga bundna uppgávu.

Gunnleivur Dalsgarð sigur, at nevndin ætlar ikki at leggjast á boðini, tí hon ætlar sær alt fyri eitt undir at fáa pensjónsviðurskiftini í rættlag.

En slík pensjónsskipan er ógvuliga fløkt og teknisk.

­ Men í høvuðsheitum verður talan um eina samhaldsfasta skipan.

Tó verður í ávísan mun tikið hædd fyri starvsaldri hjá limunum.

Ætlanin er eisini at hava eina lívstrygging, sum betalir út við deyða.

Hinvegin er meiri ivasamt, hvussu verður við eini trygging ímóti avlamni.

­ Nevndin er av teirri á- skoðan, at tað ber illa til hjá felagnum at tekna eina trygging, sum vit frammanumdan vita, at stórur partur av limunum ikki fara at fáa nakað burturúr.

Tí verður spurningurin um avlamistrygging meiri latin upp til hvønn einstakan.

­ Lívstryggingin er øðrvísi, tí tá er einasta treytin, at viðkomandi er arbeiðsførur.

Gunnleivur Dalsgarð sigur, at nevndin fer nú beinanvegin at seta seg í sambandi við tey, sum bjóða seg fram at tekna slíkar pensjónsskipanir og tryggingar at vita, hvør kann geva Starvsmannafelagnum tað besta tilboðið.

Formaðurin sigur, at ætlanin er at arbeiða skjótt.

Og miðað verður avgjørt ímóti, at pensjónsskipann og tryggingin skulu fáast at virka frá í summar.

Tað heldur hann fer at bera til, kemur onki óvæntað í vegin.

Gunnleivur Dalsgarð sigur, at nevndin skal verða liðug 1. juli, táið hon skal hava eitt liðugt uppskot at leggja fyri ein eykaaðalfund.

Annars var Gunnleivur Dalsgarð sum sagt einmælt afturvaldur til formann felagsins.

Fyri valið stóðu annars Leif Olsen, sosialráðgevari á Almannastovuni, sum bar seg undan afturvali, og Heini Joensen sum varð afturvaldur.

Fyri Leif Olsen varð Ingun Olsen, sum arbeiðir í sjónvarpinum vald.

Hinir nevndarlimirnir eru John Kjær, sum arbeiðir á Landsskjalasavninum og sum var næstformaður, umframt Marin Katrina Frýdal, sum er pantifúti.

Tveir tiltakslimir vórðu eisini valdir á aðalfundinum, og teir eru Janus Djurhuus, sum arbeiðir á Telefonverkinum og Dávur Neshamar, sum arbeiðir hjá SEV.

Nýggja nevndin fer at skipa seg fyrsta dagin.


Styrkja felagið

Aðalfundurin samtykti eisini at hækka limagjaldið.

Limagjaldið hevur verið 1 % av lønini, men er nú hækkað upp í 1,5%.

Gunnleivur Dalsgarð sigur, at hækkingin skal ikki brúkast til rakstur.

­ Hækkingin skal brúkast at styrkja felagið við.

Hann sigur, at tað er ikki tí, at tey frykta fyri so stórum ósemjum á arbeiðsmarknaðinum at tað verður neyðugt við eini innspræning.

­ Men vit høvdu eitt drúgt stríð í 1995, sum kostaði nógvar pengar, og vit halda at tað er rætt, at styrkja felagið, so vit standa so sterk sum gjørligt, sigur hann.

Tí skal hækkingin í verkfalsgrunnin - ella tiltaksgrunnin, sum tað meiri diplomatiskt eitur.


Bygnaðarbroytingar

Meiningin er eisini at broyta bygnaðin í Starvsmannafelagnum og aðalfundurin tók væl undir við ætlanunum hjá nevndini.

­ Í stuttum miða broytingarnar ímóti at styrkja álitismannaskipanina og at miðspjaða samráðingarviðurskiftini hjá teimum ymsu fakbólkunum meiri út á arbeiðsplássini.


Smidligari lønarskipan

Felagið arbeiðir eisini við at gera eina smidligari lønarskipan og eisini tí tók aðalfundurin undir við.

­ Tað er ein skipan, sum í stuttum ber í sær, at gera eina lønarskipan, sum í størri mun tekur hædd fyri útbúgvingunum hjá teimum ymsu starvsfólkunum.

Men felagið tekur ikki undir við at seta avriksløn í gildi, sum landsstýrið hevur skotið upp.

Men harfyri er ikki sagt, at tað onkusvegna verður ein partur av eini nýggjari lønarskipan kortini.

­ Tað, landsstýrið vildi hava, var ein orðarætt avskrift av teirri donsku skipanini, sum ávísir trupulleikar hava verið av.

Enn er tað arbeiðið ikki komið so langt, men felagið arbeiðir víðari við málinum og ætlanin er, at eitt modell til eina nýggja lønarskipan skal liggja fyri til komandi samráðingar


Byrja hálvt ár fyrr

Seinast, samráðst var við Landsstýrið um nýggjan sáttmála, varð avtalað, at farast kundi undir samráðingar um nýggjan sáttmála eitt hálvt ár áðrenn sáttmálin gongur út. Og tann møguleikan ætlar Starvsmannafelagið at brúka, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

Sáttmálin gongur 1. apríl 1999. Sostatt er ætlanin at fara undir samráðingarnar við landsstýrið longu 1. oktober.