Neistakvinnur varðveittu spenningin í 1. deild

Hondbóltur: Neistin vann á StÍF og skapti spenning í kappingina hjá kvinnum aftur. Hjá monnunum vunnu VÍF og StÍF á ávikavist KÍF og Neistanum

Hjá monnunum broyttist einki, men hjá kvinnunum broyttist nógv.

Hetta má vera niðurstøðan, eftir at 6. og fjórseinasta umfar í landskappingini hjá kvinnum og monnum varð liðugt spælt um vikuskiftið.

Týdningarmiklasti dysturin var kvinnudysturin á Skála millum StÍF og Neistan, og her eydnaðist Neistanum at vinna eftir javnasta dyst higartil í endaspælinum.

Um StÍF hevði vunnið henda dystin, høvdu tær komið upp á 20 stig, meðan Neistin hevði verið standandi á 14, og so hevði Kyndil verið einasti avbjóðari til StÍF. Bert tað í sjálvum sær mundi vera nóg góð motivatión hjá neistakvinnum til dystin sunnudagin?

Kyndil vann sum væntað á Kambsdali móti GÍ, og nú eru aftur trý lið við í FM-stríðnum. Bert tvey stig skilja nummar eitt og nummar trý, og liðið á triðja plássinum hevur á pappírinum teir lættastu dystirnar eftir.

Í botninum eydnaðist tað Stjørnuni at halda lív í vónini um at sleppa undan niðurflyting. Seinasta útkall hjá klaksvíkskvinnum var leygardagin móti einum skerdum VB-liði, og her eydnaðist tað teimum at vinna greiðan sigur. Heldur ikki í botninum er nakað avgjørt. Har er støðan tann sama sum í toppinum, bert við øvugtum fortekni. Stjørnan hevur fýra stig, meðan VB og GÍ hava seks í part. Í løtuni man GÍ hava bestu kortini á hondini, tí tær hava dystir eftir móti bæði VB og Stjørnuni.


VÍF er framvegis favorittur

Hjá monnunum broyttist einki, tí VÍF og StÍF vunnu, meðan KÍF og Neistin taptu. Mikukvøldið í síðstu viku vann H71 á Kyndli, so støðan er óbroytt, men skotbráið hjá H71 at taka vestmenningar aftur styttist alsamt. Hoyvíkingar høvdu ivaleyst heldur ikki roknað við, at KÍF fór at taka stig frá VÍF, sum alsamt meira líkist einum føroyameistara. Kravið hjá H71 er framvegis at vinna í Vestmanna í seinasta umfarinum og so vóna, at antin Kyndil, Neistin ella StÍF fær stig frá VÍF áðrenn tað. Hóast Neistin vísti góðar taktir á Skála sunnudagin, skal nógv til fyri, at teir kunnu gera nakað við oddaliðið, so tað er upp til Kyndil og StÍF at skapa spenning í áðrenn seinasta umfar.

Tað kann væl henda, at tann mest spennandi dysturin í seinasta umfari als ikki verður í toppinum, men heldur í hinum endanum av stigatalvuni. Tá spæla Neistin og KÍF í Havn, og alt bendir framvegis á, at hvørki av liðunum fer at fáa nøkur stig afturat áðrenn tann dystin.

Hjá strandingum hevur endaspælið hilnast sera illa, og sunnudagin høvdu teir stórar trupulleikar av at basa Neistanum. Fimm stig eru nú niður til Kyndil á fjórða plássi, so StÍF fær heiðursmerki á ár, men á Strondum og á Skála munnu tey vera eitt sindur vónsvikin av endaspælinum hjá monnunum. Tá endaspælið byrjaði, var StÍF bert eitt stig aftan fyri oddaliðið VÍF, men tann munurin er vaksin til fimm stig, og FM-møguleikin er fokin fyri langari tíð síðani.

Eisini viðhaldsfólk hjá Kyndli munnu vera vónsvikin av úrslitunum hjá mansliðnum higartil í kappingini. Kyndil er nú í »ingenmandsland« á stigatalvuni og kann sum so bert gera hinum liðunum fortreð restina av kappingarárinum. Ein møguleiki fyri hesum verður longu komandi sunnudag, tá oddaliðið VÍF kemur á vitjan.