Sum vant er framløga á skránni fyri løgtingsfundin í morgin 4. mars. Men hósdagin 5. mars er seinasta freist hjá landsstýrinum, løgtingsflokkunum og tingmonnum, at leggja fram nýggj løgtingsmál á hesum sinni, og helst verður ta ein ørgrynna av málum, ið verða løgd fram hesar báðar komandi dagarnar.
Javnaðarflokkurin hevur fyrireikað nøkur mál til framløgu. T.d. kemur flokkurin við fimm lógaruppskotum á arbeiðsmarknaðar og almannaøkinum. Talan er um Arbeiðsmarkanaðareftirlønargrunnin (samhaldsfasta). Um lógina um avmarking í løn í sambandi við sjúku. Sjúkradagpeningalógina. Og lógina um viðbót til ávísar pensionistar.
Uppskotið um at menna samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, soleiðis at útgjaldið til hvønn móttakara í 1999 verður 810 kr. um mánaðin og í ár 2000 verður 852 kr., verður framlagt av nýggjum í hesi vikuni. Javnaðarflokkurin legði málið fram seinasta vár. Tá fekk tað ikki nóg stóra undirtøku til at verða samtykt. Men vit royna aftur í teirri vón, at uppskotið fær øðrvísi lagnu hesa ferð.
Í viðmerkingunum til uppskotið um at menna samhaldsfasta, mælir Javnaðarflokkurin til, at vit seta okkum sum mál, støðugt og stigvíst at menna grunnin tey næstu fimm árini. Verður gingið eftir hesi ætlan floksins, kunnu vit rokna við, at útgjaldið til hvønn móttakara í árinum 2005 verður hægri enn grundupphæddin í fólkapensiónini. Tað er 3.500 til 4.000 kr. um mánaðin. Saman við eini óbroyttari fólkapensión verður talan um einar 9.000 kr. um mánaðin til ein stakan og einar 16.-17.000 kr. til hjún.
Í tíðarskeiðnum frá 1. apríl 1993 til 31. mars 1994 vórðu øll inngjøldini, ið sambært lógini um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, skuldu fara í samhaldsfasta, við serligari lóg beind í Arbeiðsloysisskipanina. Talan var um 30,2 milliónir krónur. Javnaðarflokkurin mælir nú til, at landskassin, sum hevur sera gott gjaldføri í løtuni, endurrindar eftirlønargrunninum hesa upphædd. Vit mæla til, at sjálv upphæddin verður løgd afturat stovnsfænum, meðan rentutilskrivingin av hesi upphædd verður løgd afturat útgjaldinum. Hetta gevur 40 kr. eyka um mánaðin. T.v.s. at útgjaldið í 1999 og í ár 2000 verður ávikavist 850 kr. og 892 kr.
Eins og seinasta vár mælir Javnaðarflokkurin til, at lógin um avmarking í løn í sambandi við sjúku (karensdagarnir), verður sett úr gildi. Samstundis leggur flokkurin fram uppskot um, at sjúkradagpeningalógin verður broytt, soleiðis at tímalønt, útróðrarmenn og onnur, ið fáa dagpening frá sjúkradagpeningaskipanini, skulu fáa hendan dagpening frá 1. sjúkradegi. Sum er verður sjúkradagpeningur latin frá 3. sjúkradegi. Við hesum hevur Javnaðarflokkurin skotið , at fastlønt og tímalønt, herundir útróðrarmenn og onnur, hava somu kor tá sjúka ger seg galdandi.
Frá 1980 fingu allir pensionistar, sum ikki høvdu aðra eftirløn enn fólkapensiónina, ein brennistudning úr landskassanum, ið upprunaliga var 800 kr. um árið. Seinni varð upphæddin hækkað og stuðulin varð latin sum ein brenni- og samskiftisstuðul. T.v.s. ein stuðul til olju-, telefon-, útvarps- og sjónvarpsgjald. Í 1995 varð upphæddin munandi hækkað og latin sum ein meiri almennur stuðul undir heitinum »Viðbót til ávísar pensionistar«. Í 1997 var viðbótin 3.240 kr. til hvønn móttakara. Sambært galdandi lóg játtanina á fíggjarlógini í ár verður viðbótin umleið tann sama í 1998.
Eftir lógini er tað landsstýrismaðurin í almannamálum, sum út frá játtanini á fíggjarlógini ásetur, hvussu nógv tann einstaki pensionisturin skal fáa. Javnaðarflokkurin mælir nú til, at lógin verður broytt, soleiðis at upphæddin verður ásett í sjálvari lógini. Skotið verður upp, at hvør pensionistur skal fáa 6.000 kr. um árið, ella 500 kr. um mánaðin umframt fólkapensiónina og samhaldsfasta. Sambært uppskotinum skal landsstýrismaðurin í almannamálum áseta nærri reglur um, hvussu upphæddin verður útgoldin.
Løgtingið sleppur nú at taka støðu til hesi fimm uppskotini frá Javnaðarflokkinum. Hvørja lagnu tey fáa í tinginum vita vit ikki. Men veljararnir fáa eisini høvi at taka støðu til hesi málini. Hetta høvið fáa tit bæði á fólkatingsvalinum nú tann 11. mars og á løgtingsvalinum sum verður nakrar vikur seinni.
Tann 2. mars 1998
Vilhelm Johannesen