Teir bíða til í síðstu løtu

Freistin at stilla upp til fólkatingsvalið er úti á midnátt í kvøld, og flokkarnir bíða til síðstu løtu at almannakunngera valevnislistarnar

Sum kunnugt, varð fólkatingsval útskrivað í ótíð at verða mikudagin 11. mars.

Á fólkatingi kom valið sera óvart á, og sama kann sigast verða galdandi her hjá okkum.

Skotbráið flokkarnir fingu at stilla upp valevni var sera stutt, og tað sæst týðuliga nú freistin er úti í kvøld.

Í hesi vikuni boðaðu teir tríggir smærru flokkarnir, Miðflokkurin, Kristiligi Fólkaflokkurin og Verkamannafylkingin frá, at teir stilla ikki upp til hetta valið.

Tað vil siga, at veljararnir hesaferð »bert« hava teir fimm, gomlu flokkarnar at velja ímillum.

Men tað tekur tíð at fáa valevnislistarnar klárar, og tí hava flestu flokkarnir valt at bíða til í síðstu løtu at almannakunngera listarnar.

Óført hevur verið gitt um hvør fer at stilla upp hesaferð, men tær flestu gitingarnar eru afturvístar.

Tjóðveldisflokkurin var fyrsti flokkurin, sum varð liðugur við sína uppstilling, og teirra listi stendur aðrastaðni á hesi síðuni.

Hvussu gongst so hjá hinum flokkunum?

Tað hava vit spurt á floksskrivstovunum og hjá formonnunum.


Tríggir lidnir í gjárkvøldið

Á sjálvstýrisskrivstovuni siga teir, at teir ikki eru lidnir áðrenn blaðið fór til prentingar.

? Eg rokni við at vit verða lidnir um middagsleitið, ella einaferð út á seinnapartin.

Tað er ikki so nógv sum vantar, verður sagt frá Sjálvstýrisflokkinum.

Frá Fólkaflokkinum fingu vit at vita, at teirra uppstilling skuldi almannakunngerast í gjárkvøldið.

Óli Breckmann, floksformaður sigur, at Fólkaflokkurin hesaferð stillar 10-12 valevni.

? Og vit royna at hava eina ávísa geografiska spjaðing á listanum, sigur hann.

Spurdur um fleiri kvinnur eru á listanum, sigur Óli, at teir ikki stilla konufólk upp, bara fyri at gera tað, men, sigur hann:

? Tað eru góð fólk á listanum.

Tað eru eisini tær seinastu váttaninar, sum mangla fyri at listin hjá Fólkaflokkinum skal verða endaliga klárur.

Hjá sambandsflokkinum er sama skil. Teir mangla eisini seinastu undirskriftirnar áðrenn teir kunnu almannakunngerða listan.

Terji Davidsen sigur, at flokkurin hesaferð stillar eini 17-18 valevni upp.

Til seinasta val stillaði sambandsflokkurin heili 25 valevni upp til fólkatingsvalið, so tey eru færri hesaferð.

Terji Davidsen sigur, at tey ymsu økini í landinum eru nøkunlunda javnt umboðaði á listanum hesaferð, og at tað eisini eru nakrar kvinnur á listanum. Meira vil hann ikki siga.


Javnaðarflokkurin liðugur í morgin

Tað bar heldur ikki til at frætta nakað endaligt frá Javnaðarflokkinum.

Eyðálv Dimon, skrivari, sigur, at teir verða lidnir við uppstillingina í dag.

? Vit mangla eisini tær seinastu váttaninar áðrenn vit kunnu fara út og almannakunngera listan.

Javnaðarflokkurin stillar 16-17 valevni upp sigur Eyðálv Dimon.

? Vit hava tvey umboð úr hvørjum valdømi at stilla upp, umframt eitt umboð fyri SU.


Stutt valstríð

Sum nevnt var skotbráið flokkarnir fingu til hetta valið sera stutt.

Valið verður longu um hálva aðru viku, og tað verður ikki tíð til tað heilt stóra valstríðið.

Men, tað verður spennandi at síggja hvussu leikur fer. Ein veljarakanning varð gjørd fyri stuttum, og hon vísti greiða framgongd til Tjóðveldisflokkin.

Í tí kanningini vóru allir flokkarnir við, og tí má spurnartekin setast við, um hon hevur nakað virðið til hetta valið.

Tí, hvar fara veljararnir hjá teimum trimum smærru flokkunum, sum tá tær verða lagdar saman, ikki eru so heilt fáar í talið hóast alt.

Tað eru jú bert tveir fólkatingslimir »at kríggjast« um, so alt kann nógv henda.

Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, sum eiga teir báðar tingsessirnar í løtuni, skulu nokk ikki føla seg ov vísar í, at teir eisini eiga teir eftir valið.

Men hetta eru bara gitingar. Um hálvaaðru viku eru vit klókari.