lógu tríburar og bíðaðu eftir at sleppa at endavenda gerandisdegi hennara. - Tað var planlagt og sjálvandi gleðiligt, men tað kom satt at siga eisini sum eitt sjokk, serliga at tað vóru trý børn á veg, sigur [...] mótaheiminum í London. - Eg var sera glað fyri, at eg hevði høvi at vera heima við teimum hasi fýra árini, men satt at siga, so verður man eitt sindur svakur av ikki at arbeiða. Tað hevur tó verið ein góður støðgur [...] fíggjarliga fór tað ikki at loysa seg at koyra teir í barnagarð. Tað hevði kostað okkum 30.000 krónur um mánaðin. So var líka frægt, at eg gjørdist heimagangandi mamma og ansaði teimum sjálv, sigur hon. So
løgdu Sjóvarpið undir ikki at vilja bíða við ógvusligum tíðindum um neyðtøkudømda pápan, ið vandi var fyri, at ófyrireikaða dóttir teirra fór at síggja. Funnist varð aomuleiðis at Útvarpi Føroya, tí tað ikki [...] familjan Petersen tekur upp. ? Ongin eigur at vænta, at tað ber til at stýra tíðindaflutninginum í Sjónvarpinum. Tað ber snøgt sagt ikki til, og tískil er tað tíðarspilla at royna tað. Tíðindini í Sjónvarpi Føroya [...] sigur leiðarin avgjørdur, og leggur aftur, at tað er sera sjáldsamt, at fólk royna at steðga tíðindum í eru ávegis. Jógvan Jespersen, stjóri í Útvarpi Føroya, minnist væl tíðindaskrivið, ið Steinolvur Petersen
Er tað onkur bók, tú minnist serliga væl? - Eg minnist best, tá eg í 2004 skrivaði mína egnu bók, Komin er nú onnur øld. Eg lærdi tá, at treiskni og hart arbeiði krevjast fyri at fáa eina bók frá hondini [...] skilji eg ikki, at tey, sum siga seg dyrka kærleiksboðskapin í Bíbliuni mest, ofta vísa minst tolsemi. Tað er ein skemtilig andsøgn. Hvat fær teg at velja tær bøkur, tú lesur? - Tráanin eftir at fáa innlit [...] heilt gandakent. Sum ein lítil yrking. Tað er løgið at hugsa sær, at hesi fáu orðini vóru byrjanin til lesiførleikan í dag. Skúlin er mangan tungur at koma ígjøgnum, men tøkk fái allir tolnir lærarar fyri
rok í fjølmiðlunum. Løgmaður sleppur uttan ein kritiskan spurning at siga ella verða endurgivin fyri at siga, at nú eru øll samd og at nú ræður stabilitetur í føroyskum politikki (!). Ongin verður settur [...] samgonguni: -Eg fari at loyva mær at undrast á, hvussu ymiskt fjølmiðlarnir í Føroyum velja sín leiklut, alt eftir, hvør samgonga situr. Meðan CHE- samgonan sat, gekk ikki dagur, uttan at yvriskrivtirnar tosaðu [...] gan sat. Men eg hugsi, at flestu tingfólk og landsstýrisfólk okkara kendu tað stundum soleiðis sum amerikanski forsetin, Lyndon B. Johnson, lýsti síni viðurskifti við pressuna: Hann helt fyri, at um hann
Søgan er, at tá illveðrið umsíðir hasaði av, sigldi maðurin til Måløy í Sogn og Fjordane, har hann - ein mánaða eftir, at túrurin byrjaði - sat á einari ølstovu í Måløy. Knústu rútarnir siga frá einum
fingið álvarsligan skaða, og varð alt fyri eitt fluttur á landssjúkrahúsið, veit politiið í Havn at siga. Politiið fekk fráboðanina um ferðsluvanlukkuna beint áðrenn klokkan hálvgum seks í kvøld. Vanlukkan [...] sløkkiliðs- og sjúkrabilum. Førarin, ið sat fastkloymdur í bilinum, varð alt fyri eitt koyrdur á sjúkrahúsið. Lítli drongurin hevði fingið so álvarsligan skaða, at hann doyði stutt eftir av løstunum. Foreldur
eru at taka ímóti á flogvøllinum. Pressuna vil hann fegin tosa við. Heldur, at tað er líka gott at gera tað beinanveg, áðrenn farið verður viðari, so vit setast við eitt borð, og hann byrjar at siga frá [...] lutir við tí fyri eyga at koma aftur til Føroya, sigur hann, at so er ikki. ?Eg blakaði alt í ein kassa, og har hevur tað ligið líka til nú, ein vinmaður byrjaði at tosa um, at eg átti at farið aftur til Føroya [...] myndunum av gomlu veteranunum, sum plaga at marchera framman fyri Buchingham Palace í London, tá stóru paradurnar eru at síggja í BBC. Har man ikki vera nógv at ivast í. Hetta er hann. Tey flestu helst
Granskarar siga, at vit nú eru á veg út úr individualistiska tíðarskeiðnum. At felagsskapurin er in, og vit aftur skulu koma hvørjum øðrum við. Men so leingi vit isolera okkum í tøknini, heldur enn at varnast [...] einastaðni frá, at hann tók eitt par, sum stóð og tumlaði á vegnum, upp í bilin. Hann skuldi koyra langt og vildi hava onkran at tosa við. Hann vildi tó ikki byrja samrøðuna, men vildi lata parið siga fyrstu orðini [...] sum kunnu logga á netið. So sleppa vit frá at vera til staðar og at fyrihalda okkum til tey, vit bíða saman við. Eitt eru tó fremmand fólk, sum vit ikki tíma at práta við. Nakað annað eru tey, vit fylgjast
eisini blivin olduromma at fitta Milan. Gigga gjørdi ikki nógv um seg. Eg havi altið kent Guggu og Brynjolv, sum nú bæði eru farin heim til Harran. Eg má siga, at tey vóru góðir vinir at hava. Gigga segði kanska [...] dugdi so sanniliga at vera stuttlig, vit høvdu ofta góðar samtalur. Eg kom at virka nógv í sangkórinum í samkomuni, sum tá æt Betania, saman við Giggu, hon leiddi sangkórið. Eg minnist tað, sum eina góða [...] stóra áhuga, og gott hevði hon málið at syngja við, tað prógva bondini, sum Herman og hon sungu inn. Hetta var eitt vælsignilsi fyri mong menninsku, og er tey ofta enn at hoyra. Gigga var persónliga trúgvandi
Sunbeam væl, so havi eg ikki so nógv at siga frá henni. Hon varð søkt stutt eftir at eg varð farin at umvæla skip, men eg haldi meg minnast at Martin hjá Jenusi og Eli hjá Mathiasi sigldu við Sunbem í 1940-árunum [...] millum kraftverkið hjá SEV og Líðargarðin. Eg royni nú at minna meg á, hvar skipini lógu, hvussu tey itu, og á eyðkenni teirra. Ikki er vist, at eg minnist alt líka væl. Sumbeam Innast, út fyri innaru Oyrunum [...] fyrst eg minnist hevði hon einki stýrihús, men stutt fyri tað at kríggið byrjaði fekk hon stýrihús, sum stóð aftan fyri aftaru mastrina. Saint Jacques var einasta fiskiskip í Vági, eg minnist við ongum