Høgni Hoydal heldur, at tað verður meiri gjørt burturúr klandursmálum, tá ið Tjóveldi er í samgongu, enn tá ið flokkurin ikki er partur av samgonguni Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, heldur ikki, at fjølmiðlarnir eru so ágangandi ímóti samgonguni, sum nú situr, sum teir vóru ímóti CHE samgonguni:
-Eg fari at loyva mær at undrast á, hvussu ymiskt fjølmiðlarnir í Føroyum velja sín leiklut, alt eftir, hvør samgonga situr. Meðan CHE- samgonan sat, gekk ikki dagur, uttan at yvriskrivtirnar tosaðu um klandur og lýstu CHE-samgonguna óarbeiðsføra. Kritiskur journalistikkur varð tíbetur eisini rættiliga livandi, meðan CHE-samgongan sat.
Men eg hugsi, at flestu tingfólk og landsstýrisfólk okkara kendu tað stundum soleiðis sum amerikanski forsetin, Lyndon B. Johnson, lýsti síni viðurskifti við pressuna: Hann helt fyri, at um hann ein morgunin knappliga hevði fingið evnini at ganga á vatninum og spákaði sær yvir um eina á, so høvdu yvirskrivtirnar í fjølmiðlunum verið: ?Forsetin dugir ikki at svimja!?
Nú hava vit aftur eina ABC-samgongu, har flokkarnir opinlýst hava klandrast um øll mál, síðani hon varð skipað. Um tað er uttanríkispolitikkur, fíggjarlóg, almannamál, skúlamál, samferðslumál, almenn partafeløg o.s.fr., hevur ongin politikkur verið, bert klandir og ongin kós. Samongan hevur sitið í 7 mánaðir og hevur onkir veruligt mál framt, uttan at bera 3-4 panikkuppskot í tingið, sum antin danska stjórnin ella onkur lobby-bólkur hevur trýst teir til ? og tey hava verið samtykt við frávikum frá øllum tíðarfreistum.
Kortini er lítið rok í fjølmiðlunum. Løgmaður sleppur uttan ein kritiskan spurning at siga ella verða endurgivin fyri at siga, at nú eru øll samd og at nú ræður stabilitetur í føroyskum politikki (!). Ongin verður settur til svars og henda sera misvísandi og skriva mynd av veruleikanum, sleppur atvstanda.
Lat meg tó skoyta uppí, at sjálvandi er tað skeivt at skera allar fjølmiðlar og fjølmiðlafólk yvir ein kamb. Sanniliga verður eisini gott og kritiskt arbeiði gjørt í fjølmiðlunum. Men heildarmyndina haldi eg vera hana, eg havi víst á her. Og trupult er síggja í løtuni, hvussu kritiskum journalistikki skal vera lív lagað, nú ABC-flokkarnir á fimta árið hava latið almenna kringvarpið bræða niður við vantandi fíggjargrundarlagi og ongari avkláring av framtíðar grundarlagnum, segði Høgni Hoydal á flokstinginum í Skálavík í dag.