Kona og sonur John Petersen, Guggan og Steinolvur, gjørdu í samrøðu við Sosialin vart við teirra ónøgd í sambandi við føroysku fjølmiðlarnar og neyðtøkumálið. Nevnd vórðu Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya. Guggan og Steinolvur løgdu Sjóvarpið undir ikki at vilja bíða við ógvusligum tíðindum um neyðtøkudømda pápan, ið vandi var fyri, at ófyrireikaða dóttir teirra fór at síggja. Funnist varð aomuleiðis at Útvarpi Føroya, tí tað ikki hevði endurgivið tíðindaskriv frá familjuni í heilum líki.
Vísa ábreiðslunum aftur
Tíðindastjórin á Sjónvarpi Føroya, Øssur Winthereig, hevur eina púra greiða støðu til spurningin, ið familjan Petersen tekur upp.
? Ongin eigur at vænta, at tað ber til at stýra tíðindaflutninginum í Sjónvarpinum. Tað ber snøgt sagt ikki til, og tískil er tað tíðarspilla at royna tað. Tíðindini í Sjónvarpi Føroya verða redigerað inni í húsinum her, ikki uttanfyri, sigur leiðarin avgjørdur, og leggur aftur, at tað er sera sjáldsamt, at fólk royna at steðga tíðindum í eru ávegis.
Jógvan Jespersen, stjóri í Útvarpi Føroya, minnist væl tíðindaskrivið, ið Steinolvur Petersen sipar til í samrøðuni við Sosialin leygardagin.
? Hetta tíðindaskriv varð viðgjørt sum øll onnur tíðindaskriv, ið koma útvarpinum í hendi. Í hesum førinum endurgóvu vit sum vanligt, tað vit hildu hava týdning tann dagin, veit Jógvan Jespersen at siga. Sambært honum er tað sera sjáldsamt, at útvarpið endugevur tíðindaskriv í heilum líki.