Ferðsluvanlukka kravdi eitt mannalív

Fyrrakvøldið hendi ein syndarlig ferðsluvanlukka norðanfyri Hundsarabotn. Ein ungur maður á motorsúkklu rendi á autoverjuna, varð slongdur av súkkluni og doyði

Mikukvøldið hendi ein ferðsluvanlukka, í Hundsarabotni, sum kravdi eitt mannalív..

Ein ungur maður, sum á motorsúkklu kom koyrandi suðureftir Oyggjarvegnum, kom so langt út í vinstra vegjaðaran, at hann rendi á autoverjuna og varð slongdur einar 15-16 metrar av súkkluni oman í hagan.

Súni Vinther, støðleiðari í Havn sigur við Sosialin, at tey fingu boðini um ferðsluvanlukkuna klokkan hálvgun níggju mikukvøldið.

? Vanlukkan er hend í svinginum, sum er góðar 1100 metrar norðanfyri Hundsarabotn. Maðurin kom koyrandi suðureftir Oyggjarvegnum og hevur verið á veg inn á tað beina strekkið við Hundsarabotn. Av eini ella aðrari orsøk kom so langt yvir í vinstra borð, at hann rendi á autoverjuna og varð kastaður oman i hagan, sigur Suni Vinther.

Sambært støðleiðaranum í Havn, so er nakað av ferðslu á Oyggjarvegnum meginpartin av degnum, og eisini um hesa tíðina á kvøldið, og hetta hevur havt við sær, at fólk eru komin á staðið, og hava fingið boðað frá beint eftir at óhappið hendi.


Ferðin helst orsøkin

? Onkur kom fram á súkkluna, sum var skreidd einar 50 metrar eftir vegnum, fór manninum til hjálpar, men hóast tey royndu alt hvat tey kundu, so var einki at gera, sigur Suni Vinther.

? Sjúkrabilurin varð boðsendur úr Havn og tá hann kom á staðið, arbeiddu teir víðari við manninum til teir vóru aftur á sjúkrahúsinum, men har kundi læknin bara staðfesta, at ungi maðurin longu var kliniskt deyður, leggur Suni Vinther afturat.

Støðleiðarin í Havn sigur, at tað er teirra meting, at ferðin var orsøkin til vanlukkuna.

? Svingið har vanlukkan hendi er ikki so ógvusligt, men er ferðin ov høg, so kann slíkt henda, sum hendi mikukvøldið, sigur Suni Vinther og vísir á, at bæði ungi maðurin og motorsúkklan eru farin rættiliga langa leið eftir óhappið.


Fyrsta deyðs-

vanlukka í ár

Ferðsluvanlukkan í Hundsarabotni er tann fyrsta í ár, sum hevur kravt mannalív, og sjálvt í so tungum løtum er tað at fegnast um.

Suni Vinther støðleiðari í Havn sigur, at gongdin tíbetur hevur verið tann rætta vegin.

? Ta einu tíðina hendu nógvar ferðsluvanlukkur sum kravdu mannalív, men tað sær tíbetur út til, at tað av álvara gongur rætta vegin við tí eisini. Tað er sjálvandi bert at fegnast um, sigur hann.

Hann vísir eisini á, at tað fyrr ofta hendu stórar vanlukkur, til dømis, eru bilar farnir á sjógv, men slíkt hendir næstan ikki longur.

? Og tað taki eg sum at ferðslumentanin gongur rættan veg sum heild, sigur Suni Vinther.