Sigurin ber við sær, at KÍ hevur 13 stig og er á triðja plássi, áðrenn fýra dystir verða í morgin. Millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ vóru ukreinski miðverjin Dmytro Lytvyn og letlendski álopsspælarin Valerijs [...] høvdinum legði KÍ framum, tá ið 20 minuttir vóru farnir og eftir at Silas Gaard við horna legði innfyri úr høgru. Miðvallarin Jóhan Waag Høgnesen økti um leiðsluna við skoti mitt fyri og úr stuttari fjarstøðu [...] umsetti til mál. Mikudagin fær B36 vitjan av teimum næstbestu hjá 07 Vestur, og leygardagin um eina viku fær KÍ vitjan av B71. KÍ – B36 3-1 (2-0) 1-0: Valerijs Sabala 20. 2-0: Jóhan Waag Høgnesen 26. 3-0:
Símun Samuelsen og Hjalgrím Elttør vóru gestir hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag. Símun og Hjalgrím um teirra minnir frá KÍ-HB dystum. Teir mettu eisini um dystin KÍ-HB í 9. umfari [...] væntar ein tryggan sigur til KÍ. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. FM1 sigur frá trimum dystum sunnudagin. Klokkan 15 verður sagt frá dystunum KÍ-HB og Víkingur-NSÍ. Klokkan 17 verður sagt
plássið. Víkingur hevur 18 stig og er seks stig aftanfyri KÍ og trý stig frammanfyri HB. AB hevur nógvar nýggjar spælarar á liðnum. Setningurin hevur higartil verið og er framvegis at finna spælararnar [...] skoraðu tvey mál í part, og nú hevur Sølvi Vatnhamar skorað sjey mál, og hann er saman við Stefan Radosavljevic hjá HB næstovast á máltindinum – tvey mál aftanfyri Páll A. Klettskarð hjá KÍ. Tølini siga, at 18 [...] Málskjútti var Sølvi Vatnhamar, og hann átti uppleggið, tá ið lítið sannførandi verjuspæl bar við sær, at Olaf Bárðarson var leysur og skoraði. Tað var fimm minuttir eftir steðgin, og 12 minuttir seinni var 4-0
dystunum, og tað hevur fyrstu umførini verið torført hjá NSÍ, meðan KÍ er í einum flokki fyri seg. Tí er tað torførari at vera álopsspælari hjá okkum, enn tað er at vera álopsspælari hjá KÍ, sigur Todi [...] gamal. -Eg eri fegin um, hvussu Páll er mentur sum álopsspælari, og eg ynski honum alt tað besta, sigur Todi Jónsson við NSÍ á Instagram, og so heldur hann fram: -Men Klæmint A. Olsen hevur skorað samanlagt [...] gjár varð KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen her á in.fo endurgivin fyri at siga, at Páll A. Klettskarð er klárt besti álopsspælarin í Føroyum: -Hann hevur lyft sítt støðið eini 20 til 30 prosent, og eg havi
stigum, og AB er næstaftast við fýra stigum. AB venjarin Sámal Erik Hente er gamal kenningur í Sarpugerði. Hann var venjari hjá Víkingi í 2016, 2017 og 2019. Bæði í 2016 og 2017 vunnu Víkingur og Sámal Erik [...] ferðir er tað endað javnt, og AB hevur vunnð tvær ferðir. Síðsti AB sigurin í Sarpugerði var í 2014. Bill Jacobsen var venjari, tá ið AB vann 2-0, og Jóan Símun Edmundsson og Hørður H. Mohr skoraðu málimi [...] liðnum hjá Víkingi – Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar og Andreas Lava Olsen. Arnbjørn Svensson var tvær løtur á vøllinum, og Bárður á Reynatrøð var eykamálverji uttan at vera á vøllinum. Umframt
vøllinum. Tað eru teir í KÍ ikki vanir við og als ikki á heimavølli, tí tað sær út til, at hini liðini í virðing fyri mótstøðumonnunum pakka seg saman í verjuni, sigur Atli Gregersen, og hann heldur fram við [...] skulu til Klaksvíkar at spæla: -Okkara taktikkur og okkara avrik í gjárkvøldið vísti, at tað ber til at bjóða KÍ av í Klaksvík. Vit hava á landsliðnum og ímóti stórum favorittum víst, at tað ikki er ómøguligt [...] Týsklandi og Italia. Tí er tað eingin orsøk hjá teimum, sum fara til Klaksvíkar, at avskriva møguleikan at vinna stig. Tað ræður um at hava mót og tora at bjóða av, sigur Atli Gregersen. - KÍ – Víkingur
at KÍ fekk hol á og skoraði tvey mál. Tveir minuttir vóru millum málini, og í báðum førum var tað innskifta Durita Hummeland, sum skoraði. Hon kom á vøllin í 69. minutti, og hon skoraði í 76. og 78. minutti [...] beinanvegin til 1-1, og eftir steðgin skoraði B36 tvey mál. Málskjúttar vóru brasilsku spælararnir hjá B36 Jiselle Souza og Livyan Silva, sum nú hevur skorað seks mál. Og í dag vann NSÍ grannauppgerðina í [...] tvey mál, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var tað Laila Pætursdóttir, sum staðfesti 3-0 NSÍ sigurin. KÍ – 0 Vestur 2-0 (0-0) 1-0: Durita Hummeland 76. 2-0: Durita Hummeland 78. Víkingur – NSÍ 0-3 (0-0)
fyri síðstu ferð í grannauppgerðini millum NSÍ og Skála, og heimaliðið stóð við 2-1 sigri og trimum stigum, sum bera við sær, at tað nú eru fimm stig frá NSÍ og aftur til niðurflytingarstrikuna. -Tað var [...] dag vunnu vit, og tað fegnast vit um, sigur Klæmint A. Olsen. Fyrstu umførini hevur tað eisini verið soltið hjá NSÍ kvinnunum. Í dag vóru tær í Gøtu og spældu grannauppgerð, og NSÍ vann 3-0. Hetta var annar [...] sigurin hjá NSÍ kvinnunum, sum síðsta sunnudag megnaðu málleysan javnleik á heimavølli ímóti toppliðnum KÍ. Í gjár var næstbesta NSÍ liðið, sum spælir í 1. deild, í Sørvági, og tá eydnaðist tað NSÍ at vinna
deildini, og í morgin vera tveir dystir. Í dag fer bólturin á rull klokkan 14, og tað verður dystast fram ímóti klokkan hálvgum níggju í kvøld. Í morgin vera tveir dystir – annar klokkan 15 og hin klokkan [...] klokkan 16. Tað er av álvara vár í luftini, og fótbóltslíkindini vera góð bæði seinnapartin og í kvøld. Í dag KÍ – Víkingur: Alex Troleis kl. 18.30 EB/Streymur – B68: Petur Reinert kl. 14.00 AB – B36: Rani [...] i vóru sunnudag klokkan 15. 8. umfar í bestu deildini er á skránni í dag og í morgin, og hetta er staðfesting av, at tað eru nýggjar tíðir í fótbóltinum, tá ið tað ræður um dystartíðir. Í ongum av teimum
hjá Víkingi í ár. Víkingur hevur nú 10 stig og legði seg undir liðina á KÍ, sum eisini hevur 10 stig. Um eina viku fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti NSÍ, og B71 fer at spæla á útivølli ímóti TB. [...] heimavølli ímóti KÍ. Tað bar við sær, at TB við 15 stigum legði seg á næstfremsta plássið. Seinni í kvøld hevði B71 møguleika at taka næstfremsta plássið aftur, tá ið sandoyingar vóru í Norðragøtu og vitjaðuj [...] hava stig við sær úr Sarpugerði. Víkingur vann 1-0, og harvið hevur B71 fyri fyrstu ferð í ár tapt. Undan hesum dystinum hevði B71 vunnið tríggjar ferðir og tríggjar ferðir spælt javnt. Einasta málið í góðveðrinum