Í gjár varð KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen her á in.fo endurgivin fyri at siga, at Páll A. Klettskarð er klárt besti álopsspælarin í Føroyum:
-Hann hevur lyft sítt støðið eini 20 til 30 prosent, og eg havi onga forkláring upp á hví. Hann spælir við størri sjálvsáliti og tað er deiligt at síggja, tí hann er farin um tey 30, sigur Mikkjal K. Thomassen við Televarpið, og hann væntar eisini at síggja áleyparan á landsliðnum.
- Eg vænti eisini, at tað verður kvittað við eini landsliðsúttøku næstu ferð. Um ikki, so fara allir føroyingar at undrast hví hann ikki er við. Hann er klárt besti áleyparin í Føroyum, endurtekur Mikkjal K. Thomassen á Televarpinum.
NSÍ venjarin Todi Jónsson kennir væl Páll A. Klettskarð, sum hann í síni tíð gav møguleikan í Fremad Amager. Tá var Páll 17 ára gamal.
-Eg eri fegin um, hvussu Páll er mentur sum álopsspælari, og eg ynski honum alt tað besta, sigur Todi Jónsson við NSÍ á Instagram, og so heldur hann fram:
-Men Klæmint A. Olsen hevur skorað samanlagt fleiri enn 225 mál í Betri deildini, hann er bara eitt mál frá einsamallur at eiga metið í málum á landsliðnum, og hann hevur skorað fýra mál í trimum teimum seinastu dystunum. Tað seinna, sum hann skoraði ímóti Skála, man vera eitt av kandidatunum at vera ársins mál, sigur Todi Jónsson, og hann heldur fram:
-Fyritreytirnar hjá Klæminti í ár hava verið munandi torførari enn tær hjá Páll. Klæmint var skaddur í tveimum teimum fyrstu dystunum, og tað hevur fyrstu umførini verið torført hjá NSÍ, meðan KÍ er í einum flokki fyri seg. Tí er tað torførari at vera álopsspælari hjá okkum, enn tað er at vera álopsspælari hjá KÍ, sigur Todi Jónsson.